100 rænd børn leyslatin í Nigeria

Nigerianska stjórnin hevur latið 100 skúlanæmingar leysar, sum vóru partur av einum størri bólki av børnum, sum vórðu rænd úr einum katólskum kostskúla í november.

Í dag vórðu 100 av teimum rændu børnunum latin myndugleikunum. 165 børn og vaksin verða framvegis hildin at vera í varðveitslu hjá rænarunum. (Arkivmynd). - Mynd: Ifeanyi Immanuel Bakwenye/Ritzau Scanpix

Tað boðar ein talsmaður fyri kristna felagsskapin í landinum frá sambært Reuters.

Sunnudagin boðaði ein talsmaður fyri nigerianska forsetan frá, at 100 rænd børn væntandi verða leyslatin ígjøgnum mánadagin.

165 skúlanæmingar og lærarar eru framvegis saknaðir.

Tilsamans 303 børn og 12 lærarar vórðu burturfluttir av vápnaðum monnum úr katólska seturskúlanum St. Mary's í landspartinum Niger miðskeiðis í Nigeria.

Hetta hendi í einum álopi um tvey tíðina um náttina 21. november.

Ritzau/Reuters