Í fíggjarætlanini fyri 2026 verður einki ansinginargjald kravt fyri juli og desember.
- Í nøkur ár hava vit ikki kravt gjald fyri ansing í desember, og juli hevur verið fríur, og soleiðis verður eisini í ár, siga tey í Vágs kommunu.
Í kommununi vísa tey á, at tað hevur verið sera kærkomið hjá barnafamiljum, at tey bert rinda ansingargjaldið 10 mánaðir um árið, tá desember eisini er blivin fríur.
- Jólamánaðin er sera kostnaðarmikil hjá barnafamiljum.
Tað ásannar Levi Mørk, formaður í barna og ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu, og hann heldur, at tað er ein stórur lætti fyri barnafamiljurnar, at desember og juli eru fríir.
Hann sigur, at desember eisini verður fríur næsta ár.
- Haraftrat hava vit gjørt av at hækka barnafrádráttin í 2026 - úr 6.250 krónum og upp í 6.500 krónur, leggur Levi Mørk aftrat.
Øll fíggjarætlanini fyri Vágs kommunu fyri 2026 kann lesast um heimasíðuna hjá kommununi - www.vagur.fo











