Ukraina flytir fólk úr bygdum í Donetsk-regiónini

Hóast russiska álopskríggið nú gongur á fjórða ári, búgva framvegis 216.000 fólk í teimum pørtum av Donetsk, sum Ukraina framvegis hevur ræðið á

 

Vladimir Putin og Volodymyr Zelenskyj. Russland hevur enn ikki megnað at tryggjað sær valdið yvir Donetsk

Ágangandi russisk álop hava ført til, at Ukraina flytur fólk úr fleiri bygdum í Donetsk-regiónini.

 

Tað upplýsir hernaðarumsitingin í landinum, sum leggur aftrat, at seinastu vikuna eru 1830 fólk farin úr Donetsk.

 

- Hóast russiska álopskríggið nú gongur á fjórða ári, búgva framvegis 216.000 fólk í teimum pørtum av Donetsk, sum Ukraina framvegis hevur ræðið á.

 

Tað veit tíðindastovan NTB at siga í dag.

 

Hetta merkir, kunnu vit staðfesta, at Russland enn ikki hevur megnað at tryggjað sær valdið yvir Donetsk - og enn minni yvir hinum regiónunum, sum Russland langt síðan hevur lýst russiskar at vera.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at tá Russland leyp á, væntaði russiski forsetin, Vladimir Putin, ivaleyst, at tað bara fór at taka nakrar fáar dagar at fáa valdið yvir meginpartinum av Ukraina.

 

Men, soleiðis gekst ikki, og í dag verður roknað við, at Russland hevur mist eina millión herfólk úr krígnum, sum annaðhvørt eru løstað ella deyð í Ukraina.

 

 

 

 

 

Vladimir Putin og Volodymyr Zelenskyj. Russland hevur enn ikki megnað at tryggjað sær valdið yvir Donetsk