Landsliðsspælarar sita á beinkinum

Bæði hjá KÍ og Víkingi eru spælarar á beinkinum, sum fyrr í ár hava verið nógv millum teir fyrstu ellivu

Klokkan 19 verður finalan um løgmanssteypið millum KÍ og Víking á Tórsvølli.

 

Ferðslan er í løtuni stór í Norðoyatunlinum, í Eysturoy og í Eysturoyartunlinum. Koyrilíkindini eru góð, men tað er myrkt í veðrinum, og tí ræður tað um at ansa sær í ferðsluni.

 

Bussarnir við teimum í Víkingi og KÍ eru fyri lítlari løtu síðani komnir í høvuðsstaðin, og nú tað um eina løtu verður farið undir upphitingina, er tað greitt, at onkrir av teimum, sum fyrr í summar ofta hava verið millum teir fyrstu ellivu, í kvøld vera á beinkinum.

 

Hjá KÍ verður liðformaðurin á landsliðnum Hallur Hansson á beinkinum. Hann er darvaður av skaða í knænum. Eisini verður Patrik Johannesen á beinkinum. Fyrr í summar var hann sera væl upplagdur, og tá var hann á landsliðnum. Síðani hevur hann verið darvaður av skaða í fótinum. Viðhvørt hevur hann verið á beinkinum og onkra ferðina hevur hann als ikki verið í hópinum.

 

Seinastu vikurnar hava Mads Bo Mikkelsen og Filip Brattbakk av álvara gjørt um seg, og teir eru báðir millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ í finaluni.

 

Gilli Rólantsson Sørensen er ikki tøkur, tí hann fyrr í ár spældi í steypakappingini við TB, og Deni Pavlovic er skaddur.

 

Hjá Víkingi er miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard á beinkinum, meðan Ragnar Skála er sentralur miðvallari. Bergur Gregersen hevur seinastu ferðirnar ikki verið á listanum, og tað er hann heldur ikki í kvøld. Hann er langtíðarskaddur.

 

 

 

KÍ – Víkingur kl. 19.00

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Tellechea, Daniel Johansen – René Shaki Joensen, Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Filip Brattbakk

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Ragnar Skála, Sølvi Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson