Til komandi EM-endaspælið í Oslo í Noregi eru Føroyar í innleiðandi bólki D, har mótstøðuliðini eru Slovenia, Montenegro og Sveis.
Montenegro og Sveis spæla í hesum døgum venjingardystir fyri at fyrireika seg til EM-endaspælið.
Montenegro hevur í dag vunnið 34-30 á Belgia. Í steðginum var Belgia á odda 15-14.
Sveis spældi ígjár venjingardyst á útivølli móti Kroatia. Kroatia vann dystin 29-26. Í steðginum var Sveis á odda 13-12.
Í morgin klokkan 17 møtir Montenegro aftur Belgia. Júst somu klokkutíð spæla Sveis og Kroatia seinna venjingardystin.
Tað letur ikki til, at sterkasta liðið í okkara EM-bólki, Slovenia spælir venjingardystir móti øðrum landsliði í hesum døgum.











