Nú seks tímar eru eftir, til allir uppstillingarlistarnir til býráðsvalið, skulu vera lidnir, er enn óvist, um Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, fer at stilla upp til býráðsvalið, ella ikki
Hann hevur kravt, at hini valevnini skulu binda seg til, at tann, sum fær flestar atkvøður, skuldi verða borgarstjóri, men tað vildu tey ikki.
Tað fekk borgarstjórin at hótta við at fara av listanum. Ongin fæst at siga nakað alment, men keldur, vit hava tosað við, siga, at í gjár var samband ímillum Kristin Michelsen og Borgaralistan, sum eisini stillar upp til býráðið á Tvøroyri.
Tann listin var liðugur í gjárkvøldið, men tað er greitt, at Kristin Michelsen er ikki valevni hjá teimum. Keldur siga fyri okkum, at tey komu til ta niðurstøðu, at Kristin Michelsen skuldi ikki á tann listan.
Sostatt verður nú bíðað eftir, hvørja støðu, hann fer at taka, og um hann kortini fer at stilla upp á javnaðarlistanum, ella um hann ger álvara av hóttanini um at fara av honum.
Sjálvur hevur Kristin Michelsen ikki verið at hitta í morgun.










