Vil hava treytirnar til SAS á borðið

Vit mugu fáa at vita, hvørjar treytir SAS og Loganair skulu lúka fyri at sleppa at flúgva upp á Føroyar - og hvat hendir, verða treytirnar ikki hildnar

Hvørjar treytir skulu útlendsk flogfeløg lúka fyri at fáa loyvi til at flúgva upp á Føroyar?

 

Tað vil Bjørn Kalsø, tingmaður, nú hava Poul Michelsen, landsstýrismann at greiða alment frá.

 

Og hann vil eisini hava Poul Michelsen at greiða frá, hvørjar avleiðingar, tað fer at fáa, verða treytirnar ikki hildnar.

 

Nýliga hava bæði SAS og Loganair søkt um loyvi til at flúgva upp á Føroyar. 

 

Í hesum sambandi hevur Poul Michelsen gjørt greitt, at flogfeløgini hava fingið loyvi, men at ávísar treytir skulu lúkast fyri ikki at tað skal verða kappingaravlagandi.

 

Ein av hesum treytum eru, at samstørv, sum longu er ímillum Atlantsflog onnur flogfeløg, sum ætla at flúgva til Føroya, verða ikki uppsøgd.

 

Samstarvið ímillum Atlantsflog og Loganair man vera avmarkað, men Atlantsflog og SAS hava í nógv ár samstarva um eina bonusskipan.

 

Og sambært tí, Poul Michelsen hevur boðað frá, er tað ein treyt, at tað samstarvið verður varðveitt. Men nú sigur Atlantsflog, at SAS hevur sagt samstarvið um bonusskipanina, upp.  

 

Tí vil Bjørn Kalsø hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu landið liggur í hesum sambandi.