Kringvarpið segði í morgun frá, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í Føroyum ikki hevði fingið eina umsókn frá SAS at byrja flúgving uppá Føroyar.
Poul Michelsen, landsstýrismaður, segði í tinginum, at hann hevði frætt, at SAS hevði sent eina umsókn til Trafik- og Byggestyrelsen, men enn var eingin umsókn komin til Føroya. Tað undraðist hann á og helt, at SAS var farið ov lætt um mannagongdina og taka tað kanska fyri givið, at tey fáa loyvi at flúgva.
Poul Michelsen segði eisini, at tá ein umsókn bleiv send, fór Uttanríkis- og Vinnumálaráðið at viðgera hana. Nú er umsóknin so komin, umvegis danska Trafik- og Byggestyrelsen. Tað váttar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í telduposti í dag.
Í umsóknin stendur millum annað:
SAS skal i den anledning (at tey vilja byrja rutu red.), anmode om tilladelse til at trafikere ruten i henhold hertil. SAS er opmærksom på, at ansøgning om tilladelse skel sendes i høring hos Færøernes Landsstyre. Det bemærkes, at SAS i behageligt og positivt møde den 11 ds. med Færøernes udenrigs- og erhvervsminister, Poul Michelsen, har haft lejlighed til at orientere om SAS’ planlagte beflyvning.