Bretska blaðið The Guardian skrivar í dag um makrelfiskiskapin hjá føroyingum og íslendingum. Greinin er atfinningarsom ímóti ES og Noregi. Eitt nú vil blaðið vera við, at eingin hevur dugað so illa at stýra sínari fiskivinnu sum júst ES.
-At ES skal læra íslendingar og føroyingar nútímans stovnsrøkt er sum at seta Atila húnakong at halda fyrilestur um mannarættindi, skrivar blaðmaðurin.
Blaðið vísir á, at sjógvurin er vorðin heitari, og at tað hevur gjørt, at mekrelurin gongur longri norðuri nú enn fyrr. Tá makrelurin kom í føroyskan og íslendskan sjógv, vildu tey bæði londini hava størri veiðirættindi frá Noreg og ES, og tá svarið haðani var nei, tilskilaðu føroyingar og íslendingar sær sjálvir rætt at fiska 150.000 tons. Avleiðingin er ovveiði, og hvørvur makrelurin, fær tað avleiðingar fyri føðiketuna í sjónum, skrivar The Guardian.
Blaðið leggur afturat, at ongar royndir verða gjørdar fyri at finna semju. Ístaðin fyri leggja ES og Noreg føroyingar og íslendingar undir stuldur. Blaðmaðurin ger at enda vart við, at tað mesta av makrelinum fer til mannaføði, og at norðmenn eru millum teir størstu keypararnar.










