Bók um norskar njósnarar bleiv steðgað

Norski Arbeiðaraflokkurin forðaði fyri, at ein avdúkandi bók um virksemið hjá sovjetsku fregnartænastuni KGB í Noregi kom út

Tað var í 2001, at bretska fregnartænastan MI6 kunnaði norsku trygdartænastuna POT um, at fyrrverandi KGB-njósnarin Vasilij Mitrokhin og bretski søgufrøðingurin Christopher Andrew vóru í ferð við at skriva eina bók um virksemið hjá KGB í Noregi. MI6 visti eisini at siga, at í bókini vóru óhepnar upplýsingar um norskar politikarar. Av tí at bæði Bretland og Noreg eru limir í NATO, høvdu bretar skyldu til at kunna norsku myndugleikarnar um bókina.

Bókin kom ongantíð út. Keldur hjá norska blaðnum Dagbladet siga, at høvundarnir vóru lidnir at skriva bókina, men at norskir myndugleikar syrgdu fyri, at handritið fór ongantíð til prentingar.

Sambært keldunum umrøddi bókin tvey norsk nøvn, sum vísa, at Arne Treholt var ikki tann einasti KGB-njósnarin í Noregi. Harafturat eru menn í uttanríkisráðnum og Arbeiðaraflokkinum umrøddir, og okkurt navn er at finna í skjalasavninum hjá Stasi-fregnartænastuni í gamla Eysturtýsklandi.

Thorbjørn Jagland, sum hevur verið formaður í Arbeiðaraflokkinum og uttanríkisráðharri, sigur við Dagbladet, at hann hvørki hann ella flokkurin hevur havt naklra ávirkan á ta ætlaðu bókaútgávuna.