- Michelle er ov klók at ynskja seg inn í politikk, sigur Barack Obama.
Tað er lítið sannlíkt, at Michelle Obama fer at gera sum Hillary Clinton og royna at fylgja í fótasporum mann síns. Tað sigur í øllum førum maður hennara, Barack Obama.
Síðani Hillary Clinton tapti valið móti Donald Trump, hava fleiri røddir í demokratiska flokkinum talað fyri, at Michelle Obama eigur at royna seg sum forsetavalevni. Hon hevur sera gott orð á sær í flokkinum og meiningakanningar vísa, at hon er betri umtókt millum fólk enn maður hennara. Seinastu árini hevur hon hildið fleiri talur, sum hon hevur fingið nógv rós fyri, serliga tá hon undir valdystinum til forsetavalið langaði út eftir Donald Trump.
Í eini samrøðu við Rolling Stones, gjørd dagin eftir valið, sigur Barack Obama tó, at fólk ikki skulu vænta, at Michelle Obama verður forsetavalevni.
- Hon fer ongantíð at royna at gerast forseti. Tú sært tað undirtøka, hon hevur millum amerikanska fólkið. Eg plagi tó at siga, at hon er alt ov klók til at ynskja sær pláss í politikki, sigur Barack Obama í samrøðuni.










