10 mió sakna ein eigara

Danske Spil bíðar eftir, at ein heppin vinnari av 10 mió krónum fer at gera vart við seg.

Tey eru í øllum førum vitandi um, at hesin lotto-millióningurin býr á Vestursjællandi – annaðhvørt hann er vitandi um vinningin, ella hesin við ringum tannabiti má staðfesta at seðil hansara er horvin.

Vinningurin varð drigin 12. mars, men enn hevur eingin gjørt vart við seg. Og tó.

Sambært telduskipanini hjá Danske Spil sæst, at vinnarin vikuna eftir hevur leitað eftir vinninginum, og átti har at sæð, at ein vinningur var størri enn 9.999 krónur.

Skipanin er nevniliga soleiðis háttað, at um so er, at vinnarin fær eitt prógv um vinningin, sum síðani kann verða innloystur í einum peningastovni.

- Tí undrar tað okkum, at vit ikki hava hoyrt frá vinnaranum, sigur Morten Hedegaard, samskiftisfólk hjá Danske Spil.

Roynt verður nú enn einaferð at fáa fatur á tí hepna vinnaranum. Hetta verður gjørt við at seta upp plakatir um at 10 mió krónur sakna sín eigara.

Freistin at boða frá vinningum størri enn 200 krónur er eitt ár.