heimasandsmenn noyddir til at brúka NMT450 skipanina, sum ikki er so trygg, sum hinar og heldur ikki hevur somu tænastur sum hinar skipaninar. Ein uggi - um tað kann brúkast til nakað - er at NMT450 skipanin er [...] góð, hóast onkur blettur er, sum ikki verður »dekkaður«. Á Sandoynni er tað Skálavík, sum liggur uttanfyri, í Eysturoynni er tað Funningsbotnur og í Suðuroynni eru tað Hvalba, Sandvík og Hov, sum ikki røkkast [...] 450-telefon. Men ístaðin fyri at útbyggja soleiðis at hesar bygdir eisini komu við, valdi TFL at fara undir NMT900 skipanina. Útbyggingin av hesi skipan var langt frá so umfatandi sum NMT450, men øll høvuðsøki
Tað er ikki bara sum at siga tað, at skipa fyri einari sølustevnu, ella vørumessu, sum henda verður kallað. Birgir Poulsen, sum fyrireikar stevnuna, sigur við Sosialin, at hann byrjaði at arbeiða við hesari [...] fyri at sleppa við heldur enn at vit flyta stevnuna í eina ítróttarhøll, tí tað er sera torført at fáa eitt umhvørvi sum hetta í eini ítróttarhøll, sigur Birgir Poulsen. Fyrispurningar úr Danmark Sum nevnt [...] nevnt hevur áhugin fyri at verða við verði stórur. So stórur at tað hevur frætst uttanfyri landoddarnar at ein slík stevna skuli verða. Birgir Poulsen greiðir frá, at hann hevur fingið fyrispurningar úr
d´Estaing. Giscard d´Estaing vónar, at stýrisskipanarlógin kann undirskrivast í mai 2004, sum er beint áðrenn valið til Evropa Parlamentið (at undirskriva er ikki tað sama sum at seta í gildi). Um hetta eydnast [...] Giscard d´Estaing um bretar, sum eins og Danmark ikki nýta evruna sum gjaldoyra. Tískil kann tað tykjast, sum málið og dreymurin hjá Giscard d´Estaing fer at vera trupult at røkka. Men Giscard d´Estaing [...] víðkast. Eitt politiskt samveldi í Evropa merkir, at borgararnir í londunum eru sameindir, og at londini í Evropa eru sameind í einum samveldi. Tað vil siga, at londini í Evropiska Samveldinum (ES) staðfesta
tey lata kortini væl at. Spurdur, um hann heldur, at skúlin hevur gjørt mun í Føroyum, sigur Ditlev: ? Eg má siga akkurát sum er, at eg haldi, tað hevur gjørt mun, sigur Ditlev Olsen at enda. Sosialurin ynskir [...] kom Ditlev at frætta um, at ætlanin var at skipa undirvísing fyri deyvum í Føroyum. Ditlev varð uppringdur fleiri ferðir av Sosial Ministeriet. Í fyrstu atløgu um at fara til Føroya fyri at kanna tørvin [...] fyrst til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Tað var sjálvandi neyðugt. Ikki minst tí, at Ditlev meira enn so skuldi vera tulkur í rættinum ella aðrastaðni, sum hann hevði fingið álagt. ? At byrja við skuldi
viðlíkahald, sum stovnurin tekur sær av beinanvegin. Tað, sum kann bíða, sleppur at bíða eftir summarfrítíðini hjá skúlunum og teimum, sum koma í summarstarv at vinna sær eitt oyra. ? Tað er ymist, sum krevur [...] til at hegna fram við landsvegnum. ? Vit hegna fyri at halda seyðinum úti, og tað skaðar ikki, at skúlanæmingarnir sleppa at taka lut í hesum arbeiði, sigur hann. ? Tað er bara gott at tey duga at halda [...] Men fyri tey, sum fáa arbeiði hevur tað stóran týdning. Tey fáa nakað at fara upp til, heldur enn bara verða heima við hús. Tey sleppa at royna at forvinna sær nøkur oyru ístaðin fyri at fáa peningin frá
"trolddom" á donskum. - Tað vil so aftur siga, at hetta eru ting sum kunnu hava við tað ónda at gera, tað yvirnatúrliga og tað okkulta at gera. Tað hevur við andar at gera og við maning. Men tað er kortini [...] ætlanir um at gevast við at gykla. Hann ætlar sær at halda fram so leingi sum tað er stuttligt. - Og tað er veruliga stuttligt at gykla. Enn er tað stuttligt at gykla, og tað verður bara stuttligari og [...] tað sum yvirnatúrligt, og sum raman gand, - sum tað í veruleikanum als ikki er, leggur hann dent á. Fyri at sleppa undan slíkum misskiljingum hevur Ásbjørn tey seinnu árini tí lagt stóran dent á at siga
til Føroya at verða í eina viku, og tann ferðin er komin í lag gjøgnum vinarlagið við ein føroyskan tónleikara í Danmark, Kára Jacobsen, sum hann hitti á skúla í Keypmannahavn. ? Kári plagar at fara til [...] til Føroya eina ferð um árið, og tað plagar onkur av hansara vinfólkum altíð at fara við. Hesaferð havi eg krøkt meg uppí, sigur David Kosteljanetz., sum eisini kennir Føroyar á annan hátt. ? Mamma mín hevur [...] iter, sum tað helst skal eita ? komnir fram. Hetta eru tónleikarar, sum skriva og spæla sítt egna tilfar, og teir eru gjarna einsamallir á palli. Ein av teimum er okkara egni Teitur Lassen, sum fekk møguleikan
løgtinginum. ? Eg haldi, at vit eiga at virða tær heimildir, ið landsstýrið hevur. Tí eiga vit ikki at taka støðu við eina fólkaatkvøðu nú. Vit eiga at lata landsstýrið fara til Danmarkar at samráðast um ríki [...] sambandi við, at tað í løtuni verður arbeitt við at gera samráðingaruppleggið, ið skal liggja sum grundarlag undir samráðingunum við donsku stjórnina. Taktikkur ? Tá Høgni Hoydal ikki vil siga, um samband [...] við samráðingarupplegginum, so kann eg siga tað. Tað hevur als einki samband verið. Jóannes Eidesgaard heldur tað vera tvær orsøkir til, at Høgni Hoydal ikki vil siga, um samgongan hevur havt samband við
vilja heldur hava at fólk siga, av vit eru eitt gott orkestur, heldur enn at tey siga, at vit eru eitt stuttligt orkestur. Ein av kúlunum í skesløparanum hjá 200 er orðið »baby«, sum verður brúkt í næstan [...] eru teir ordliga við. Droyma tit um at fáa kjansin at spæla á onkrum donskum festivali í summar? ? Tað er altíð stuttligt at sleppa út at spæla. Eg síggi okkum ikki sum ein bólk til Nibe Festivalin, men [...] eydun@sosialurin.fo Tað byrjaði sum ein mótmæli ímóti, at mest sum allir føroyskir rockbólkar sungu á enskum. Men mótmæli vaks, gjørdist politiskt og provokerandi, og nú er tað mest sum landskent undir navninum
eg ikki kunna siga. Tað var eisini um hetta mundið, at lond, ríki og fólk fóru at kalla seg tjóðir. Ofta verður sagt, at tað er málið sum skapar eina tjóð, at tað er føroyska málið, sum ger okkum til eina [...] Okkurt sum á ein ella annan hátt hevur broytt tey og sum kanska fer at ávirka tey, ta tíðina tey ómaka sær at steðga á í Føroyum. Óli Samró varð í einum blaði herfyri endurgivin fyri at siga, at heimurin [...] og verið brúkt sum tjóðarmerki. Hví hava flytifugl sum tjóðfugl? Men hví skulu vit so blíva við at dyrka tjaldrið sum tjóðarsymbol og minna børn og vaksin á at henta lesull í haganum, so at júst tjaldrið