? Stýrisskipanin hjá ES er nógv betri enn tann amerikanska

Í vikuni, sum fór, vitjaði Valéry Giscard d´Estaing lærda háskúlan Harvard. Giscard d´Estaing varð forseti í Fraklandi frá 1974 til 1981, og hann telist millum heitastu talsmenninar fyri einum sterkum og sameindum Evropa

Nakrar dagar, áðrenn Løgtingið varð sett á ólavsøku í summar, var uppskot til nýggja traktat um evropiska stýrisskipanarlóg latin Evroparáðnum. Tað er Evropiska Konventið, sum eftir drúgt kjak hevur latið úr hondum eina stýrisskipanarlóg, sum eftir teirra ætlan skal setast í verk skjótast gjørligt.
Tað er Valéry Giscard d´Estaing, formaður fyri Evropiska Konventið og fyrrverandi forseti í Frankaríki, sum hevur lagt upp til hesa ætlanina. Giscard d´Estaing sigur, at henda stýrisskipanarlógin er endaliga stigið móti einum politiskum samveldi.
Giscard d´Estaing vitjaði Harvard fyri nøkrum døgum síðani, og hann grundgav dúgliga fyri næmingum, hví politiska samstarvið í Evropiska Samveldinum skal víðkast.
Eitt politiskt samveldi í Evropa merkir, at borgararnir í londunum eru sameindir, og at londini í Evropa eru sameind í einum samveldi. Tað vil siga, at londini í Evropiska Samveldinum (ES) staðfesta heilt ítøkiligt, hvørjar uppgávur skulu røkjast av ES, og hvørjar uppgávur ikki skulu røkjast av samveldinum, men av einstøku londunum í samveldinum.
Nógv betri enn amerikanska skipanin
Nýggja uppskotið til eina stýrisskipanarlóg leggur upp til, at tað nýggja Evropa skal taka sær av nógvum týdningarmiklum uppgávum. Til dømis hugsar Giscard d´Estaing sær, at ES so við og við fær ein felags uttanríkis- og verjupolitikk við einum ES-uttanríkisráðharra.
Nýggja stýrisskipanarlógin tryggjar, at limalondini so við og við kunnu, um tey vilja, lata fleiri og sterkari heimildir til ES, so sum ein felags uttanríkispolitikk.
Giscard d´Estaing er ikki í iva um, at hansara uppskot til nýggja stýrisskipanarlóg er eitt serstakliga væleydnað uppskot.
- Amerikanska stýrisskipanarlógin er nógv greiðari, men (nýggja) stýrisskipanarlógin hjá ES er nógv betri, sigur Giscard d´Estaing smáskemtandi við fjøldina á Harvard.
Onkur hjástaddur amerikanari henda dagin heldur tað vera stuttligt, at Evropa verður sammett við USA í hesum sambandi, tí USA er eitt sameint land, meðan Evropa er ein flokkur av londum.
Munirnir eru eisini týðuligir millum USA og Evropa. Amerikanska stýrisskipanarlógin varð sett í gildi í 1789, og talan var bert um eini tríggjar milliónir fólk, sum ikki høvdu nakra felagsstjórn, og sum tóku seg saman og gjørdu eina stýrisskipanarlóg upp á tríggjar mánaðir. Evropa, hinvegin, hevur umleið 450 milliónir fólk, sum tosa meira enn 20 ymisk tungumál, og sum øll frammanundan hava eina stjórn, tí tey hoyra til eitt ávíst land.
- Okkara skipan kann ikki vera so einføld sum tykkara (í USA), tí samveldið er bygt á tvær eindir: Ein sameining av borgarum og av (fullveldis) statum, sigur Giscard d´Estaing við næmingarnar á Harvard, sum eru møttir upp henda dagin.
Ein annar avgerandi munur millum ES og USA er, at stýrisskipanarlógin hjá USA hevur virkað í meira enn 200 ár, meðan nýggja stýrisskipanarlógin hjá Giscard d´Estaing ikki er sett í gildi í ES-londunum.
Tískil er tað ógvuliga trupult at samanbera ES við USA, tí tað eru aðrir trupulleikar, sum skulu loysast innanfyri ES, enn tað vórðu í USA síðst í 18.øld.
Giscard d´Estaing sigur, at tann truplasta uppgávan er at finna eina javnvág millum heimildirnar hjá ES og hjá limalondunum. Tað er ongin loyna, at um hugsjónin hjá Giscard d´Estaing um eitt meira umfatandi ES skal gerast veruleiki, so mugu limalondini geva ES fleiri heimildir.
Og tað er júst tað, sum nýggja stýrisskipanarlógin leggur upp til. Til dømis fer ES undir nýggju stýrisskipanarlógini at hava eitt parlament, sum hevur fleiri heimildir, enn tað hevur nú. Tað merkir í stuttum, at ES kann lóggeva breiðari enn fyrr, og tískil er betri møguleiki fyri einum felagspolitikki á fleiri økjum.
Men eygleiðarar vilja vera við, at nýggja stýrisskipanarlógin er alt ov klossut, tí hon fevnir um ikki minni enn 400 greinar. Giscard d´Estaing svarar kritikarum og sigur, at umstøðurnar í Evropa tala fyri slíkari stødd.
- Tað hevur tikið okkum longri tíð [enn hjá amerikumonnum], og vit hava vent hvørjum steini, sigur Giscard d´Estaing um arbeiðið í Evropiska Konventinum, har hann altso er formaður.
At tað hevur tikið langa tíð, og at tað hevur verið trupult hjá Giscard d´Estaing og hansara fólki, tað er tað ongin, sum ivast í. Tað tók amerikumonnum tríggjar mánaðir at smíða eina stýrisskipanarlóg fyri tríggjar milliónir fólk, meðan tað tók Giscard d´Estaing og Evropiska Konventinum 17 mánaðir at tillaga eina stýrisskipanarlóg til 450 milliónir fólk.
Spurningurin er nú, hvussu langa tíð tað fer at taka limalondunum at seta stýrisskipanarlógina í gildi. Tað tók amerikumonnum umleið tvey frá tí, at nýggja stýrisskipanarlógin varð framløgd 1787, til hon varð sett í gildi í 1789 av øllum statunum. Tískil kunnu vit vænta, at tað fer at taka rúma tíð, áðrenn øll londini í Evropa góðkenna nýggju skipanina hjá Giscard d´Estaing.
Giscard d´Estaing vónar, at stýrisskipanarlógin kann undirskrivast í mai 2004, sum er beint áðrenn valið til Evropa Parlamentið (at undirskriva er ikki tað sama sum at seta í gildi). Um hetta eydnast, so fer valið í juni 2004 at geva eina ábending um, hvussu undirtøkan er millum evropiska fólkið. Til næsta val verða heili 25 lond við í ES, og vónin hjá Giscard d´Estaing er, at øll hesi londini seta stýrisskipanarlógina í gildi.
Allir fyri ein?
Men kanska er spurningurin heldur, um øll limalondini yvirhøvur fara at góðkenna nýggju stýrisskipanarlógina. Tað er nevniliga ikki heilt greitt, um eitt nú Bretland fer at seta nýggju skipanina í gildi.
Til hesa ítøkuliga atfinningina viðvíkjandi Bretlandi sigur Giscard d´Estaing, at tað er onki í nýggju stýrisskipanarlógini, sum ES-viðhaldsfólk í Bretlandi ikki kunnu góðtaka.
- Evropa hevði verið sterkari við eini sterkari bretskari undirtøku, sigur Giscard d´Estaing um bretar, sum eins og Danmark ikki nýta evruna sum gjaldoyra.
Tískil kann tað tykjast, sum málið og dreymurin hjá Giscard d´Estaing fer at vera trupult at røkka. Men Giscard d´Estaing er bjartskygdur, og hann sigur seg vænta, at Evroparáðið klárar at liva upp til ábyrgdina, sum nú liggur á teirra herðum.
Formaðurin fyri Evroparáðið er í løtuni navnframi Silvio Berlusconi úr Italiu. Giscard d´Estaing sigur seg hava tosað við Berlusconi persónliga, og at hann hevur mælt Berlusconi til onga broyting yvirhøvur at gera í tekstinum.
- Um okkurt verður broytt í stýrisskipanarlógini, sjálvt bert partar av henni, gevur tað eitt vánaligt úrslit, sigur Giscard d´Estaing, púra vísur í, at stýrisskipanarlógin er eitt vælaarbeiði.
Meiningin er, at nýggja ES-stýrisskipanarlógin skal koma ístaðin fyri allar ES-sáttmálar, sum eru gjørdir millum ár og dag. ?Allir fyri ein og ein fyri allar" tykist vera slagorðið, júst sum hjá teimum trimum muskuterunum hjá franska rithøvundanum Alexandre Dumas, har teir skuldu taka sær av franska konginum.
So er spurningurin bert, um hetta slagorðið fer at vera galdandi fyri Evropa og Evropiska Samveldið. Ella um tað kanska bert verða ?nakrir fyri nakrar" tí teir eru ósamdir um, hvønn kong teir skulu verja.
Giscard d´Estaing tóktist sjálvsikkur, tá hann tók í hondina á okkum aftaná røðuna. Tað er ongin ivi um, at 77-ára gamli fyrrverandi statsmaðurin við sínum sjálvsáliti og ES-hugsjón fer at vera ógvuliga sjónligur í Evropa komandi mánaðirnar, nú tær stóru avgerðirnar skulu takast. Evropa er hansara leikvøllur.