? Tónleikur er mítt málgagn

? Eg meti meg ikki at vera ein vanligan tónleikari, men eg brúki tónleikin sum mítt málgagn. Eg kann úttrykkja tað, sum eg havi á hjartað, gjøgnum mínar sangir, sigur hann, sigur David Kosteljanetz, ið er ungur og fløguaktuellur singer/songwriter. Hann fer í næstu viku at syngja og spæla í Havn

Seinastu árini eru fleiri góðir fólkatónleikarar ? ella singer/songwriter, sum tað helst skal eita ? komnir fram. Hetta eru tónleikarar, sum skriva og spæla sítt egna tilfar, og teir eru gjarna einsamallir á palli.
Ein av teimum er okkara egni Teitur Lassen, sum fekk møguleikan hjá amerikanskum plátufelag og hevur úr at gera við framførslum í USA og Europa.
Ein annar lovandi tónleikari av hesum slag er David Kosteljanetz, sum hóast eftirnavnið rungar eitt sindur fremmant (tað hevur røtur úr Russlandi) er dani. Í februar mánaði kom hann við sínari fyrstu fløgu, og í næstu viku skal hann hava tvær framførslur í Havn.

Meira enn bara tónleikari
David Kosteljanetz er vaksin upp við tónleiki, og tað var kanska ikki so løgið, at hann skuldi enda sum tónleikari.
? Eg var føddur inn í eitt heim við klaveri, og síðani var tónleikur altíð partur av mínum uppvøkstri. Eg havi verið gjøgnum alt tað vanliga við at ganga til klaver og trummuspæl, og seinni tók eg eisini eina tónleikaútbúgving, greiðir hann frá.
Nógvir tónleikarar gerast tónleikarar og ikki komponistar, men soleiðis var ikki við David Kosteljanetz. Hann byrjaði tíðliga at skriva sínar egnu sangir, og tað hevur verið drívmegin í hansara tónleiki.
? Eg meti meg ikki at vera ein vanligan tónleikari, men eg brúki tónleikin sum mítt málgagn. Eg kann úttrykkja tað, sum eg havi á hjartað, gjøgnum mínar sangir, sigur hann.
David Kosteljanetz skrivar alt sítt tilfar sjálvur ? bæði yrkingar og løg ? og tað er vanliga eisini hann, sum syngur so spælir sangirnar fyri fólki.

Samband við Føroyar
David Kosteljanetz kemur nú til Føroya at verða í eina viku, og tann ferðin er komin í lag gjøgnum vinarlagið við ein føroyskan tónleikara í Danmark, Kára Jacobsen, sum hann hitti á skúla í Keypmannahavn.
? Kári plagar at fara til Føroya eina ferð um árið, og tað plagar onkur av hansara vinfólkum altíð at fara við. Hesaferð havi eg krøkt meg uppí, sigur David Kosteljanetz., sum eisini kennir Føroyar á annan hátt.
? Mamma mín hevur verið fleiri ferðir í Føroyum sum sjúkrasystur. Hon hevur arbeitt bæði í Klaksvík og í Havn, sigur hann.
David Kosteljanetz hevur ligið fram við eftir at sleppa framføra í Føroyum, meðan hann er her, og tað hevur eydnast.
Hóskvøldið 15. juni skal hann spæla á Vertshúsinum og fríggjakvøldið eftir á Hafnia Lounge.

Fløgan fingið góð skoðsmál
Í februar mánaði var fyrsta fløgan hjá David Kosteljanetz givin út í Danmark. Tað var nýggja plátufelagið Quartermain, sum stóð fyri útgávuni, og fløgan varð umrødd í fleiri av stóru donsku bløðunum.
? En løfterig undergrundsdebut, båret igennem af en forbilledlig produktion og en stribe knivskarpe kompositioner, skrivaði Informatión um útgávuna, og BT gav eisini sangunum sítt viðmæli.
? Tørre, elektroniske beats med en masse synthesizers og nogle rigtig gode melodier er hovedingredienserne i David Kosteljanetz' pladedebut, skrivaði BT.
Tónleikurin hjá David Kosteljanetz er rættiliga egin og samansettur: Akkustiskur gittari og elektronisk ljóðføri eru bæði á heimavølli.
? Eg havi fingið nógvan íblástur úr USA, har eg havi verið fleiri ferðir. Eg havi samantvinna tann amerikanska fólkatónleikin við tann europeiska elektroniska tónleikin, sigur David Kosteljanetz.
Og tá alt kemur til alt, so hevur danski tónleikarin helst sín heilt egna stíl, sum føroyingar fáa møguleikan at uppliva í næstu viku.


Myndatekstur:
? Mamma mín hevur verið fleiri ferðir í Føroyum sum sjúkrasystur. Hon hevur arbeitt bæði í Klaksvík og í Havn, sigur danski tónleikarin, sum í næstu viku sjálvur sleppur at uppliva Føroyar