? Sandoyggin við sviðusoð

Tøknilig framburðurin hevur tikið nøkur risastór fet seinastu árini, men hetta er ikki galdandi allastaðni. Heimasandsmenn føla seg settar uttanfyri, serliga tá tað um fartelefoni umræður, men tað vilja teir ikki lata sær lynda

Tað eru ikki so øgiliga nógv ár síðan at fartelefonirnar komu til landið.

NMT 450 skipanin var eitt risafet inn í ein tøkniligan framburð, sum tey fæstu høvdu hugsa sær.

Undirtøkan henda nýggja skipan fekk var stór tá ein hugsar um, at tær fyrstu telefonirnar kostaðu nógvar túsund krónur - onkustaðni millum 10 og 20 túsund.

Men sum við øllum, so var tað ein spurningur um tíð, áðrenn framburðurin tók rættiligt dyk á seg og so broyttist príslegan.

Føroyar eru ikki so vælegnaðar til fartelefoni, sum eitt nú Danmark, av ymiskum landafrøðiligum orsøkum, men Telfonverkið (sum tað í mannamunni kallaðist tá!) gjørdi av at vit skuldu verða við. Framburðurin tók bara nógv longri tíð enn hann gjørdi í grannalondum okkara.


NMT 900 útbyggingin

Útbreiðslan av NMT 450 skipanini í Føroyum má sigast verða serstakliga góð, hóast onkur blettur er, sum ikki verður »dekkaður«.

Á Sandoynni er tað Skálavík, sum liggur uttanfyri, í Eysturoynni er tað Funningsbotnur og í Suðuroynni eru tað Hvalba, Sandvík og Hov, sum ikki røkkast við eini NMT 450-telefon.

Men ístaðin fyri at útbyggja soleiðis at hesar bygdir eisini komu við, valdi TFL at fara undir NMT900 skipanina.

Útbyggingin av hesi skipan var langt frá so umfatandi sum NMT450, men øll høvuðsøki í øllum størri oyggjum vóru tikin við - uttan Sandsbygd.

Har hoyrist púrt einki við eini NMT900 telefon.

Tí eru allir heimasandsmenn noyddir til at brúka NMT450 skipanina, sum ikki er so trygg, sum hinar og heldur ikki hevur somu tænastur sum hinar skipaninar.

Ein uggi - um tað kann brúkast til nakað - er at NMT450 skipanin er bíligari í brúki enn hinar. Í Føroyum í øllum førum.


GSM avrit av NMT900

Fyrr í ár bjóðaði TFL, meðan tað enn kallaðist so, til tíðindafund, har nýggja GSM skipanin varð framløgd.

Eftir ætlan skuldi henda skipan setast í verk 1. juni, men av tekniskum ávum hevur hetta ikki latið seg gera.

GSM útbyggingarætlanin er løgd soleiðis, at øll skipanin skal verða liðugt útbygd 1. januar 1999 og tá skal hon stórt sæð røkka líka langt sum NMT900 skipanin.

Tað vil siga, at tað verður eingin dekningur heima á Sandi. Tað verða bert skopuningar, sum koma at fáa gagn av hesi skipan, men tað er tí, at høvuðsstaðarøki er so væl útbygt, at tað tekur skopuningar við.

Eftir upprunaligu ætlanini verður eingin støð sett upp á Sandoynni.

Hetta vilja heimasandsmenn ikki lata sær lynda. Teir halda ikki tað er rætt at sandoyggin so púrasta verður latin uttanfyri tøkniligu menningina sum aðrir føroyingar fáa lut í og teir eru tí farnir at savna undirskriftir, har teir mótmæla mismuninum, sum Føroya Tele ger.