Árnafjørður: - Tú, hvussu er tað, Páll. Skuldi John ikki koma aftur í gjár?
- Jú, eg haldi at onkur segði tað!
Tað eru ikki nógv fólk inni í handlinum í Árnafirði. Bert keypmaðurin Páll Olsen og tann eini kundin henda hósdagin í farnu viku, Tóra Mikkelsen.
Tað er kanska ikki so undarligt í, at kundarnir ikki eru fleiri í dag. Tey flestu munnu longu hava keypt tað, tey ætlaðu sær, hóast úrvalið ikki er tað størsta.
Aftrat hesum kemur at klokkan er farin at nærkast hálvgum tólv, og í mongum heimum er døgverðin longu farin útá. Mong av hinum, sum arbeiða í Klaksvík ella aðrastaðni í Norðoyggjum, eta helst ikki døgverðan tá, men bíða til seinni um kvøldið.
Uttan fyri handilin er friðarligt. Ikki eitt menniskja at síggja - líka við undantaki av eini tilkomnari konu, sum er ávegis til einasta handilin í bygdini.
Hesin handilin hevur ikki tað størsta úrvalið av vørum, men har er tó mangt og hvat at fáa til húsarhaldið. Ein veggur er to prýddur við sodavatns- og ølfløskum, meðan ein á tí aftasta vegginum kann síggja bæði sjokolátu, margarin, soya og tílíkt.
Har eru ikki fullar hillar av vørum, men bert nøkur fá stykkir av hvørjum. Ongin orsøk er at hava ov stóra goymslu, tí kundakredsurin er avmarkaður - og aðrir stórir handlar eru í Klaksvík, sum liggur fáar kilometrar hagani.
Hetta hevur tó ikki tikið mótið frá Pálli. Trúfastur stendur hann í handlinum og tekur móti teimum vitjandi. Og hann ger ikki mun á bygdarfólkinum og umboðum frá tíðindatænastuni: Øll fáa somu viðferð - annaðhvørt tey keypa ella spyrja!
Handlar lata aftur
Hesi seinastu árini hevur nógv verið tosað um bygdamenning, serliga á teimum støðunum, har ikki er so væl atkomandi til.
Mong av hesum plássum líða í dag undir tí, at fólkið á plássunum minkar í tali, men samstundis veksur í miðalaldri. Og á onkrum støðum verður enntá tosað um at vandi er fyri at bygdin doyr út.
Her er ofta talan um pláss á útoyggjunum, har ferðasam-bandið og aðrar tænastur eru ein alneyðugur partur í gerandisdegnum hjá fólkinum. Men hóast nógv hevur verið gjørt fyri at bøta um hetta, hevur tað mangan víst seg at vera í seinna lagi at forða fyri fólkaflytingini.
Á fleiri útoyggjum er ein av hesum tænastum tann sjálvsagdi møguleikin at kunna fara til handils hvønn dag at keypa tað, ein hevur brúk fyri. Men vit hava kortini sæð eina gongd, har hesir smáu handlarnir ikki megnaðu at hava opið og tí lótu aftur.
Ein bygd, sum enn ikki er merkt av hesum, er júst Árnafjørður. Hóast bygdin liggur fáar kilometrar frá stórplássinum Klaksvík, so hevur bygdini kortini eydnast at varðveita ein av hesum tænastum, nevniliga tann gamla handilin í bygdini.
Hann er opin hvønn einasta dag, og hóast tú ikki fært allar vanligar vørur har, so ber kortini til at keypa nakað av tí, sum hoyrir tí vanliga húsarhaldinum til: Kaffi, havragrýn, uppvaski-sápa, WC-rullur og tílíkt ? alt kortini í sera avmarkaðum tali.
Øll eplini
Tóra Mikkelsen er farin til handils fyri at keypa sær nøkur epli, nú døgurðin skal setast útá. Ikki ein heilan posa, bara nøkur fá kilo av eplum.
Páll er skjótur eftir tí einasta eplaposanum í øllum handlinum, og sum stendur har afturi í einum horni. Løtu seinni hevur hann vigað eplini og sagt Tóru prísin.
Hon tekur pengapungin fram og skal til at gjalda, men hyggur so upp. - Tú, lat meg líka fáa ein dunk av soya eisini. Takk, hvat kostar tað?
Páll fer yvir til hyllina og tekur soya-dunkin. Frammanundan vóru tveir slíkir dunkar. Nú stendur bert tann eini eftir.
Handilin er avgreiddur, men Tóra ger eingi tekin til at vilja fara. Eina slíka løtu er altíð gott at práta eitt sindur við handilsmannin.
Jú, John er afturkomin til bygdina. Ein bilur við merkinum "Sosialurin - Úr bygd og bý" er komin til bygdina. Tja, og veðrið er betri í dag enn í gjár. Tá var nógvur vindur og hundakalt. Í dag hevur hann minkað vindin eitt sindur, og hann lovar turt og gott veður teir komandi dagarnar.
- Men vár er einki at hóma, hóast tað er summarmáladagur í dag, eru tey bæði samd um.
Einki skelti
Í øðrum størri plássum er vanligt at handilin - ella handlarnir - hava hvør sítt navn.
Hetta navnið kann vera tað almenna navnið, og sum ein samstundis hevur fest á eitt skelti við inngongdina inn í handilin.
Í Árnafirði er hetta ikki neyðugt. Handilin hjá Pálli er einasti handilin og tí er ikki neyðugt við nøkrum navnaskelti á útvegginum. Handilin í Árnafirði er stutt sagt bara "Handilin í Árnafirði".
Tað var verfaðir Páll sum á sinni - t.v.s. fyri meiri enn 70 árum síðani - fór undir henda handilin og sum enn er opin, hóast virksemið er nógv minkað síðani tá.
- Handilin lat upp í 1932, men tá hevði hann handlað eitt sindur áðrenn í einum húsum her beint omanfyri, sigur Páll.
Tað fólkið, sum vanliga ger brúk av handlinum er í allar-størsta mun úr bygdini. Onkur fremmandur støkkur av og á inn í handilin, men tað er ikki gerandiskostur.
Keypa inn í smáum
Handilin hjá Pálli hevur ein part av teimum vørunum, sum hoyra til húsarhaldið. Men langt frá allar vørurnar, og tí eru fólk noydd at keypa eisini í Klaksvík.
Tá Páll vantar onkra vøru so letur hann konuna ordna hetta. Hon bíleggur vøruna frá heilsøluni og síðani heinta tey sjálvi vøruna í Klaksvík.
- Vit eru so fá fólk, so vit keypa ikki inn í stórum, sigur Páll.
Henda fyrrapartin, ið Sosialurin var á vitjan, keypti henda konan tey seinastu eplini. Tey vórðu vigað á vektini, og síðani varð faldað upp, soleiðis at prísurin kundi ásetast.
Hvussu nú: Hon keypti tann einasta og seinasta posan av eplum. Nær kann hugsast, at fólk aftur kunnu keypa epli í handlinum?
- Tað er einki problem, sigur Páll. Eg fari nú at siga hetta við konuna, so at hon kann bíleggja fleiri epli.
- Og eg rokni bara við, at vit hava epli aftur seint seinnapartin ídag, sigur Páll sáttliga.
Lodd
Hesin handilin hevur nú verið opin í meiri enn 70 ár, og lítil ivi er um, at virksemið hevur verið skiftandi. Helst var meiri at gera fyrr enn tað er nú.
Hóast nútíðin krevur skjótleika og fólk hava skund, so forðar tað kortini ikki teimum báðum í handlinum í Árnafirði, at nýta tær gomlu vektirnar.
Hetta er tó rættiliga sjáldan, og verður í stóran mun einans nýtt tá fólk koma inn at keypa epli. Fólk keypa vanliga bara smáar nøgdir ísenn.
Tá Tóra kom inn at keypa eina ávísa nøgd av eplum, varð tann ásetti eplaposin lagdur á aðra teirra, meðan Páll við loddunum hinumegin fann fram til, hvussu nógv eplini vigaðu.
- Summi koma inn, og keypa tá ein heilan posa, meðan onnur koma inn og keypa bert epli til eitt einstakt kók.