? Nú stuðlar tú okkum í hesum

Tað var óðamannaverk at leypa á bláman í hasum veðrinum, men eg hevði ongantíð gloymt sjónina og hjartaskerandi neyðarrópið, sigur Høgni Mohr, sum saman við Hannusi Petersen, bjargaði einum smádrongi, sum var dottin á sjógv. ? Tá eg fór út eftir, hugdi eg upp eftir og segði stillisliga, at nú stuðlar tú okkum í hesum, sigur Høgni Mohr

? Eg hevði ongantíð gloymt sjónina aftur og rópini, um vit ikki fóru út eftir honum, sigur Høgni Mohr, sum saman við Hannusi Petersen framdi tað bragd, at bjarga ellivu ára gamla Kjartani Festirstein, sum var dottin á sjógv í illveðrinum.

Satt at siga, so var tað óðamannaverk at fara á sjógv í hasum veðrinum, tí tað var rættiligt illveður seinnapartin hósdagin. Fitt av vindi var, og aldurnar, sum brutu móti klettunum úti á Argjum, vóru ikki smáar.

? Klokkan var farin einar tíggju minuttir av fýra, tá vit hoyrdu onkran rópa uttanfyri, at onkur var dottin á sjógv. Eingin visti rættiliga hvat var hent, men vit fóru beina leið oman í fjøruna, sigur Høgni Mohr.


Eitt lítið høvd

stakk undan

Hann greiðir frá, at tá teir sóðu út á fjørðin fingu teir eyga á eitt pinkalítið høvd, sum stakk upp úr sjónum góðar hálvthundrað metrar út frá landi.

Hvussu ber tað til, at tit lupu í havið?

? Drongurin rópti um hjálp alla tíðina, og hann rópti so hjartaskerandi, at eg hevði ongantíð fyrigivið mær sjálvum, um eg ikki fór út eftir honum. Sjónin hevði staðið fyri mær altíð, sigur Høgni og hyggur út í fjørðin.

Var tú ikki bangin í hasum veðrinum!

? Sjálvandi var eg tað. Men meðan eg svam út eftir hugdi eg upp í himmalin og segði við Harran, at nú stuðlar tú okkum í hesum, og tað gav mær dirvi at halda fram, sigur Høgni og leggur afturat, at frá teimum, sum stóðu á landi hevur hann fingið at vita, at tað stilti av, meðan teir vóru í sjónum!

Kortini dylir Høgni ikki fyri, at tað vóru góðu svimjievnini hjá Hannusi, sum gjørdu størsta munin.

? Hannus leyp á bláman stutt eftir at eg gjørdi, men tað var beinanvegin, at hann fór fram um meg. Hann svam skjótt út eftir og fekk tak á dreinginum. Hevði Hannus ikki verið har, so veit eg ikki, um vit høvdu fingið fatur á honum so skjótt, sigur Høgni Mohr.

Drongur hjálpti eisini

Eitt annað, sum Høgni beit merki í, undir bjargingarroyndini var, hvussu róligur Kjartan Festirstein var.

? Tað var heilt ótrúligt. Hann lá púra stillur allan vegin inn eftir. Einki við at fara í panikk ella við at skvambla. Hann var púra stillur, sigur Høgni.

Hann leggur afturat, at tað var ikki tí, at drongurin var fallin í óvit.

? Hann tosaði við okkum allan vegin inneftir.

? Hann segði takk fyri, fyrst vit kendu við hann, og hann segði okkum hvussu hann æt, hvussu gamal hann er og hvar hann býr, sigur Høgni, sum er týðuliga bilsin av, hvussu skilagott Kjartan uppførdi seg, hóast hann var í svárari neyð.