Vakstrarætlanin fyri Sandoynna skipar í kvøld klokkan 20 fyri fundi á Hotel Skálavík um møguleikar við grønmetisvelting. - Øll, sum hava áhuga fyri grønmetisvelting - antin tað er til egið brúk ella til at selja [...] boðin til fundar í kvøld. Katrin Petersen sigur, at lagt verður fram um nýggja grønmetissamstarvið, sum til ber at koma uppí. - Sagt verður eisini frá um spennandi skeið í grønmetisvelting fyri óroynd
ger sítt til, at tað hevur skund at fáa greiðar og tíðarhóskandi reglur fyri økið. Hetta er ein uppgáva fyri landsmyndugleikarnar, sjálvsagt í samstarvi við allar viðkomandi partar. Atgongd til náttúruna [...] náttúruna yvirhøvur, og uttan at vera til ampa fyri virksemið, sum bóndur hava í økinum. Ótálmað gongd um allan hagan er heldur ikki ein haldgóð støða. Vandin fyri at ganga seg í óføri, sum eisini kann [...] kostnaðarmikla bjarging, skal avmarkast mest møguligt. Og fyri sárbær øki skal tað vera gjørligt at seta forboð fyri vitjanum, um hetta er neyðugt fyri júst hesi økini, bæði í styttri og longri tíðarskeið.
verða sera viðkomandi og forvitnisligir fyri øll, ið hava áhuga fyri útflutningsvinnu og altjóða vinnuviðurskifti. Til ber at síggja eitt nærri yvirlit yvir skránna fyri stevnuna á heimasíðuni hjá Faroexpo [...] vorðið alsamt meiri vanligt her á landi, at skipað verður fyri ymiskum ráðstevnum, sum hava til endamáls at tæna føroyskum vinnulívi. Í døgunum 25. til 27 oktobur í ár verður stór altjóða vinnustevna í Runavík [...] partneriat, har vinnufyritøkur hittast til prát, og ein røð av áhugaverdum fyrilestrum. Leggur upp til samstarv Tað er Eysturoyar Vinnufelag, ið hevur tikið stig til Faroexpo 2005, og felagið heitti síðani
løgmanni í, at vit skulu fáa flóttafólk til Føroya. Tað sigur Rodmundur Nielsen, tinglimur fyri Fólkaflokkin. Og hann leggur afturat, at tað í hesum sambandi tosar hann fyri allan fólkaflokkin. Í kjaksending [...] á Rás2 staðfesti Rodmundur Nielsen, at ístaðin fyri at fáa flóttafólk til Føroya, eiga vit at seta meiri pening av á fíggjarlógini til neyðhjálp, so at vit fáa hjálpt fólki, har tey eru. Sjálvur var Rodmundur [...] við markið til heimlandið, sum í hesum føri var Sýria, sigur Rodmundur Nielsen. - Vit fáa nógv meiri fyri pengarnar við at hjálpa flóttafólkum, har tey eru, enn vit fáa við at taka flóttafólk til Føroya.
yvir 5,8 milliónir í løn fyri at føra sakina. Rætturin hevur sjálvur ásett ómaksløna hjá sakføraranum hjá Vinnuni, sum vann sakina. Í hesum sambandi fær sakførarin tvær milliónir fyri at føra sakina í Føroya [...] Rætti og eina millión afturat fyri at føra sakina í Landsrættinum, og her er mvg talt við. Hinvegin hevur Djóni Thomassen skrivað Taks eina rokning á góðar 1,8 millión fyri at føra sakina í Føroya Rætti [...] Rætti og eina millión afturat fyri at føra málið í landsrættinum, ella tilsamans góðar 2,8 milliónir. Taks vildi ikki góðtaka rokningina upp á góða 1, 8 millión fyri at føra sakina í Føroya Rætti. Taks hevur
upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár, er til viðgerðar. Seinastu tíðina hava ferðafólk við Smyrli ofta funnist [...] er at seta í verk, er at broyta gjøldini fyri farm, so at tað verður dýrari at fáa farm við ávísar túrar enn tað verður at fáa farm við aðrar túrar. Tað er fyri at javna farmin út á fleiri túrar, sum sum [...] farmur er, og tað er ein orsøk til, at Smyril onkuntíð er seinkaður. Jørgen Niclasen sigur, at Strandferðslan samskiftir við tey stóru vinnuvirkini um at leggja eina ætlan fyri, hvussu farmurin kann javnast
Ráðið fyri Ferðslutrygd fegnast um, at eingin doyði í føroysku ferðsluni í fjør. – Fyri fyrstu ferð í meiri enn hálva øld misti eingin lívið av ferðsluvanlukku í Føroyum í 2018. Vit skulu heilt aftur til [...] til 1967 fyri at finna eitt álmanakkaár, har eingin doyði í føroysku ferðsluni. Hetta er eitt sera jaligt úrslit, og líkist langt frá teimum syndarligu 70- og 80’árunum, har ferðsluvanlukkur kravdu nógv [...] ikki so vøkur á at líta. Fyri at samanbera við onnur verður útgangsstøðið tikið í tal av deyðum í ferðsluni pr. 100.000 íbúgvar. Av tí at fólkatalið í Føroyum er lítið í mun til hini londini, og at tey
Tveir danir eru nú dømdur at sita fyri at hava smuglað hassj til Føroya. Annars er dømdur fyri at hava smuglað hassj tríggjar ferðir í summar, og hin er dømdur fyri at smugla eina ferð. Allar tríggjar [...] Teir vórðu ákærdir fyri at at smugla minst 500 gramm av hassji hvørja ferð við tí endamáli at selja tað, ella at geva øðrum tað. Ákæruvaldið vísir á, at teir høvdu lítið tilknýti til Føroya, og tí er n [...] frá í smálutum. Annar er einaferð áður fingið bót í Danmark fyri at bróta lógina um rúsevni, men hin hevur fýra ferður fingið dóm í Danmark fyri at bróta lógina um rúsevni.
endurgjald, sum fyri tingmannin úr Viðareiði svarar til 162.000 krónur fyri skatt. Upphæddin av endurgjaldinum er tengd av, hvørt tingmaðurin møtir til arbeiðis ella ikki, tey fáa fyri 100 dagar, og missa [...] urgjald”, sum tað so pent eitur. Hetta er endurgjaldið fyri útreiðslur í samband við ferðing til og frá arbeiðsplássinum, tvs. Tórshavn, og fyri vanlig fólk kallast hetta ferðaendurgjald. Ein tingmaður [...] sítt egna arbeiðspláss liggur, men tað er ikki grundarlag fyri at gera eina skipan, sum hevur til endamáls at rinda ovurstórt endurgjald til sín sjálvs.
at kommunur rinda til IRF fyri ruskheintan og rottangatøming við gjaldi fyri hvønn borgara í kommununi, so har er eingin eyka útreiðsla hjá kommununum, um onkur borgari uttan fyri kommununa eigur hús [...] Hann vísti eisini á, at ein sum byggir síni hús rindar fyri grundstykki og íbinding fyri vatn og kloakk. Og so hevur kommunan ongar útreiðslur fyri vatn sum rennur inn og út úr húsinum. – Hetta líkist bara [...] summar kommunur vilja sleppa at skriva rokningar til fólk, sum ikki hava valrætt í kommununum, tí tað er kostnaðarleyst, tí tey missa ikki atkvøður fyri tað. Landsstýrismaðurin og formaður Fólkafloksins