Jørgen sigur nei til tænastugjøld

Nú hava bæði Annika Olsen, Heðin Zachariasen og Jørgen Niclasen sagt seg ikki taka undir við semjuni, sum Kommunufelagið sigur seg hava gjørt við landsstýrið um tænastugjøld fyri summarhús.

Tað var í gjár, at vit á in.fo kundu vísa á, at tað nú verður dýrari hjá fólki at eiga hús, sum standa tóm í øðrum kommunum, tí Kommunufelagið segði seg hava gjørt eina avtalu við landsstýrið um at leggja tænastugjøld á summarhús. Men hetta fall ikki í góða jørð í Fólkaflokkinum.

 

Lesið eisini:Nú verður dýrari at hava hús standandi

 

Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur áður víst hesum hugskoti aftur, og tað gjørdi hon eisini í gjár, tá hon var spurd um tað í tíðindunum á FM1.

 

Í Degi og Viku í kvøld vístu eisini Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Heðin Zachariasen, løgtingsmaður, hesum aftur.

 

– Hetta var nú rættiliga yvirtulkað av Kommunufelagnum, segði Jørgen Niclasen í sjónvarpinum.

 

– Vit hava havt ein fund, har vit tosaðu um mangt og hvat, men har var eingin semja gjørd um tænastugjøld, segði Jørgen Niclasen.

 

– Hatta er bara ikki satt, segði hann.

 

– Og eru nakrar útreiðslur av vatni og kloakk, spurdi landsstýrismaðurin.

 

Hann vísti á, at kommunur rinda til IRF fyri ruskheintan og rottangatøming við gjaldi fyri hvønn borgara í kommununi, so har er eingin eyka útreiðsla hjá kommununum, um onkur borgari uttan fyri kommununa eigur hús í aðrari kommunu.

 

Hann vísti eisini á, at ein sum byggir síni hús rindar fyri grundstykki og íbinding fyri vatn og kloakk. Og so hevur kommunan ongar útreiðslur fyri vatn sum rennur inn og út úr húsinum.

 

– Hetta líkist bara so nógv ognarskatti. Eg skilji væl, at summar kommunur vilja sleppa at skriva rokningar til fólk, sum ikki hava valrætt í kommununum, tí tað er kostnaðarleyst, tí tey missa ikki atkvøður fyri tað.

 

Landsstýrismaðurin og formaður Fólkafloksins gjørdi greitt, at tað verður ikki við sær, at kommunurnar sleppa at leggja tænastugjøld á slík hús.

 

– Her hava tey traðkað meg hart á tærnar, segði Jørgen Nilcasen.