Smuglaðu hassj til Føroya – tríggjar ferðir

Hassjið varð pakkað í sodavatnsfløskur og tveitt á sjógv á havnarvág, men løgregla og tollarar fingu frænir av smuglingini

Tveir danir eru nú dømdur at sita fyri at hava smuglað hassj til Føroya. Annars er dømdur fyri at hava smuglað hassj tríggjar ferðir í summar, og hin er dømdur fyri at smugla eina ferð.

 

Allar tríggjar ferðir var mannagongdin tann sama, nevniliga, at hassjið varð pakkað í sodavatnsfløskur og tveitt fyri borð av Norrønu á Havnarvág. Tá ið teir so vóru komnir í land fóru teir í báti eftir fløskunum aftur.

 

Seinastu ferð, teir royndu at smugla, var nú, fyrst í september, tá ið teir báðir vórðu handtiknir og varðhaldsfongslaðir.

 

Teir vórðu ákærdir fyri at at smugla minst 500 gramm av hassji hvørja ferð við tí endamáli at selja tað, ella at geva øðrum tað. Ákæruvaldið vísir á, at teir høvdu lítið tilknýti til Føroya, og tí er niðurstøðan, at endamálið var at selja hassji, ella at lata øðrum tað.

 

Maðurin, sum er dømdur fyri at hava smuglað tvær ferðir, skal sita í fimm mánaðir og hin maðurin, sum er eina ferð, varð dømdur at sita í tveir mánaðir.

 

Samstundis varð hald lagt á 567 gramm av hassji, sum var nøgdin, teir smuglaðu í seinastu royndini. Hald er eisini lagt á eina nót og eina vekt. 

 

Løgreglan fann eisini eina sodavatnsfløsku av hassji uppi á øðrum manninum, tá ið hann varð tikin, og tey funnu eina fløsku afturat.

 

Báðir menninir hava noktað seg sekan, men vitnisfrágreiðingar, ferðafólkalistarnir hjá Norrønu, gestalistar á hotellum og upplýsingar um peningaflutning, feldu teir.  

 

Eitt av vitninum var ein, ið hjálpti teimum at fáa leita eftir fløskunum aftur, og tað greiddi hann frá í smálutum.

 

Annar er einaferð áður fingið bót í Danmark fyri at bróta lógina um rúsevni, men hin hevur fýra ferður fingið dóm í Danmark fyri at bróta lógina um rúsevni.