Royna at fáa Smyril at sigla til tíðina

Arbeitt verður við nøkrum tiltøkum, sum eiga at hjálpa upp á støðuna

 

 

Nú verður arbeitt við ymsum tiltøkum við tí endamáli at fáa Smyril at halda ferðaætlanina betur. Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár, er til viðgerðar.

Seinastu tíðina hava ferðafólk við Smyrli ofta funnist at, at tað gongur alt ov illa hjá Smyrli at halda ferðaætlanina. Tey siga, at tað eru fleiri orsøkir til tað.

Ein orsøk er, at tað verður alsamt meiri og meiri farmur og fleiri ferðafólk. Men ein onnur orsøk er tað, at at molin í Havn er longdur, noyðist Smyril at taka ferðina av longur úti á Nólsoyarfirði enn áður, og eisini tað kostar nakrar minuttir.    

Jørgen Niclasen sigur, at eitt tiltak, sum ætlanin er at seta í verk, er at broyta gjøldini fyri farm, so at tað verður dýrari at fáa farm við ávísar túrar enn tað verður at fáa farm við aðrar túrar.

Tað er fyri at javna farmin út á fleiri túrar, sum sum nú er, eru tað ávísir túrar, har tað er rættiliga nógvur farmur er, og tað er ein orsøk til, at Smyril onkuntíð er seinkaður.

Jørgen Niclasen sigur, at Strandferðslan samskiftir við tey stóru vinnuvirkini um at leggja eina ætlan fyri, hvussu farmurin kann javnast út á fleiri túrar fyri at lætta um trýstið, sum er á Smyril ávísar túrar. Harumframt er ætlanin, at farmur skal koyrast umborð eitt sindur fyrr enn í dag fyri at lætta um trýstið.

Somuleiðis verður roynt at stilla motorarnar øðrvísi fyri at fáa ferðina eitt vet upp. Eisini verður botnurin á Smyrli vaskaður í næstum og tað hevur við sær, at vanliga ferðin kann setast upp eitt vet.

– Havnaviðurskiftini í Tórshavn vera eisini rúmligari næsta summar, og tað fer at hava við sær, at umstøðurnar at lasta og lossa Smyril, verða betri.