Hetta er endurgjaldið fyri útreiðslur í samband við ferðing til og frá arbeiðsplássinum, tvs. Tórshavn, og fyri vanlig fólk kallast hetta ferðaendurgjald.
Ein tingmaður úr Viðareiði fær 81.000 krónur um árið í ”kostnaðarendurgjald”. Eitt vanligt fólk úr Viðareiði, sum ferðast til Havnar at arbeiða hvønn dag, fær 13.000 krónur í endurgjald. Eitt tingfólk úr Gøtu, sum skal ferðast til Havnar, fær 54.000 krónur. Arbeiðarin fær 6.400 krónur við sama bústaði og somu arbeiðsdestinatión. Tingfólkið, sum býr í Gøtu, fær sostatt átta og eina hálva ferð meira í ferðaendurgjald enn vanligi gøtumaðurin, sum arbeiðir í Havn. Eru tingfólkini dýrari at flyta enn vanlig fólk? Kanska hava tingfólkini bilar, sum slúka átta ferðir meira bensin enn bilarnir hjá vanligum fólki? Nei, sannleikin er, at tað eru tingfólkini sjálvi, sum áseta hetta ”kostnaðarendurgjaldið”.
Tølini koma frá skjølum, sum øll hava innlit í, og er talan um eitt endurgjald, sum fyri tingmannin úr Viðareiði svarar til 162.000 krónur fyri skatt. Upphæddin av endurgjaldinum er tengd av, hvørt tingmaðurin møtir til arbeiðis ella ikki, tey fáa fyri 100 dagar, og missa tey ein, verða tey trekt fyri 1/100 av upphæddini. Men skipanin er ikki bygd uppá eina realistiska meting av, hvør veruligi kostnaðurin er fyri ferðingina. Tí er hetta ein órættvís og ósolidarisk skipan.
Vit í Sosialistisk Ung vilja staðiliga mæla til, at ”kostnaðarendurgjaldið” verður avtikið, og at tingfólkini koma undir somu skipan sum vanlig fólk. Væl kann vera, at ein ikki velur, hvar sítt egna arbeiðspláss liggur, men tað er ikki grundarlag fyri at gera eina skipan, sum hevur til endamáls at rinda ovurstórt endurgjald til sín sjálvs.