Tað er vorðið alsamt meiri vanligt her á landi, at skipað verður fyri ymiskum ráðstevnum, sum hava til endamáls at tæna føroyskum vinnulívi. Í døgunum 25. til 27 oktobur í ár verður stór altjóða vinnustevna í Runavík, sum ber heitið Faroexpo 2005. Á skránni verða bæði eitt sonevnt partneriat, har vinnufyritøkur hittast til prát, og ein røð av áhugaverdum fyrilestrum.
Leggur upp til samstarv
Tað er Eysturoyar Vinnufelag, ið hevur tikið stig til Faroexpo 2005, og felagið heitti síðani á Sp/F Virkisráðgeving í Saltangará um at skipa fyri stevnuni, og á skrivstovuni hjá Virkisráðgeving hava tey havt úr at gera við at fyrireika stevnuna.
Faroexpo 2005 vendir sær í høvuðsheitinum til føroyskar og útlendskar vinnufyritøkur og feløg, sum fáast við, ella ætla sær í holt við útflutning og møguligt samstarv innan útflutning.
Sum áðurnevnt verður skipað fyri einum sonevndum partneriati í høllini í Runavík, har ein stórur partur av ráðstevnuni verður. Mannagongdin á slíkum partneriatum er tann, at luttakararnir á stevnuni hava fingið sendandi ein lista yvir allar luttakararnar, og síðani hava teir hvør í sínum lagi ynskt at hitt ávísar luttakarar á skipaðum fundum, sum verða hildnir innan fyri eitt avmarkað tíðarskeið á einum stevnubási á Faroexpo 2005.
Hetta verður gjørt, so at fyritøkurnar og feløgini kunnu hittast á ein miðvísan hátt og fáa greiðu á, um partarnir hava felags áhugamál, ið kunnu verða til frama fyri eitt møguligt útflutningssamstarv.
Statoil ætlar at hitta føroyskar veitarar
Millum útlendsku luttakararnar á altjóðu vinnustevnuni í Runavík verða norsk umboð fyri Statoil. Hesi koma til Føroya við tí fyri eyga at hitta føroyskar veitarar, ið Statoil kann samstarva við, tá ið farið verður undir oljuleitan aftur í føroyskum øki.
Afturat Statoil koma eisini fleiri aðrar norskar fyritøkur úr serliga Stavanger-økinum. Talan er fyrst og fremst um fyritøkur, ið Statoil frammanundan hevur samstarv við, og sum eru veitarar hjá norska oljurisanum.
Millum hinar útlendsku luttakararnar á stevnuni teljast fleiri íslendsk reiðarí, og úr Danmark koma fleiri ídnaðar- og tænastufyritøkur, sum fyrst og fremst virka innan fiskivinnuna.
Áhugaverdir fyrilestrar
Umframt sjálva framsýningina í høllini í Runavík, har stevnuluttakararnir fara at hava básar, har teir sýna fram nakað av tí, sum teir hava at bjóða, verður eisini skipað fyri eini fyrilestrarrøð.
Fyrilestrarnir verða hildnir í Kelduni í Skálabotni, og evnini, ið verða viðgjørd, eru áhugaverd.
Millum teirra ein fyrilestur, har umboð fyri Dansk Industri fara at tosa um leiðsluavbjóðingarnar í altjóða handli. Somuleiðis fara umboð fyri Kaupthing Bank Ísland at greiða frá, hvussu uppkeyp kann nýtast sum ein háttur hjá eini fyritøku at koma uttanlands og vaksa.
Fyrilestrarnir eru eisini fyri almenninginum, og teir verða mettir at verða sera viðkomandi og forvitnisligir fyri øll, ið hava áhuga fyri útflutningsvinnu og altjóða vinnuviðurskifti. Til ber at síggja eitt nærri yvirlit yvir skránna fyri stevnuna á heimasíðuni hjá Faroexpo 2005, sum eitur www.faroexpo.fo, og har ber eisini til at ogna sær atgongumerkir til fyrilestrarnar.