Vakstrarætlanin fyri Sandoynna skipar í kvøld klokkan 20 fyri fundi á Hotel Skálavík um møguleikar við grønmetisvelting.
- Øll, sum hava áhuga fyri grønmetisvelting - antin tað er til egið brúk ella til at selja - verða boðin til fundar í kvøld.
Katrin Petersen sigur, at lagt verður fram um nýggja grønmetissamstarvið, sum til ber at koma uppí.
- Sagt verður eisini frá um spennandi skeið í grønmetisvelting fyri óroynd, sigur hon.










