Fleiri doyggja í føroysku ferðsluni í mun til í hinum Norðurlondunum

Hóast eingin doyði í føroysku ferðsluni í fjør, so doyggja framvegis fleiri í føroyskum ferðsluni, tá ið vit samanbera okkum við hini Norðurlondini í mun til eitt longri tíðarskeið. Bara Ísland er frammanfyri

Ráðið fyri Ferðslutrygd fegnast um, at eingin doyði í føroysku ferðsluni í fjør.

– Fyri fyrstu ferð í meiri enn hálva øld misti eingin lívið av ferðsluvanlukku í Føroyum í 2018. Vit skulu heilt aftur til 1967 fyri at finna eitt álmanakkaár, har eingin doyði í føroysku ferðsluni. Hetta er eitt sera jaligt úrslit, og líkist langt frá teimum syndarligu 70- og 80’árunum, har ferðsluvanlukkur kravdu nógv mannalív, serliga ung fólk í bestu árum, stendur í nýggju ferðslutrygdarætlanini.

Men hóast eingin doyði í ferðsluvanlukku í 2018 er eingin orsøk at setast afturá, vísir Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, á.

– Føroyar eru smáar og okkara hagtøl eru smá. Tí kann eitt álvarsligt ferðsluóhapp ávirka hagtølini ógvusliga. Týdningurin av at kanna og fyribyrgja øllum ferðsluóhappum við fólkaskaða og at greina álvaran á skaðunum er tí alsamt meira neyðugur, sigur hon.

Hon vísir á, at tá ið vit samanbera okkum við hini Norðurlondini, so eru tølini ikki so vøkur á at líta. Fyri at samanbera við onnur verður útgangsstøðið tikið í tal av deyðum í ferðsluni pr. 100.000 íbúgvar. Av tí at fólkatalið í Føroyum er lítið í mun til hini londini, og at tey kunnu sveiggja nógv, verður eitt fimm ára miðaltal roknað fyri Føroyar.

Tølini vísa, at síðstu 16 árini hava Føroyar ligið ovast ella millum tey ovastu, tá ið talan er um deyð í ferðsluni.

##med2##

 

Við tølunum fyri 2018 sær eitt sindur betri út. 

– Ísland liggur ovast, meðan Føroyar liggur sum nummar tvey beint omanfyri Finnlandi við 4,1 deyð pr. 100.000 íbúgvar (ella 2,1 um árið – 5 ára miðal). Norra, Svøríki og Danmark hava øll betri tøl at vísa á, og tí er enn nógv at arbeiða fyri til tess at fáa talið av deyðum og skaddum í ferðsluni niður, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.