eyðkennir tey øll er, at tey eru so sárbar. Uttan mun til, um talan er um tað ógvusliga barnið, tað ovurvirkna barnið, ið alla tíðina hevur albogarnar úti og ger nógv um seg, ella um tað er tað viðkvæma og stillføra [...] vegleiðing um hesi viðurskifti og amboð til at hjálpa, umframt, at bókin er ætlað sum hjálp hjá foreldrum at teimum sokallaðu sansaskipanarbørnunum. Um ymsu starvsbólkarnir sakna vitan um hesi viðurskifti [...] upplivingunum. - Sjálvt um viðgerðin er einføld, so er hon serstøk og má verða stýrd av einum serkønum fakfólki. Hon er eisini innihaldsliga treytað av hvørjum barni sær, og verður broytt so líðandi sum barnið
Poul verður endurgivin fyri at hava greitt frá, at »tá so avgerð verður tikin um, at ráðini nú eru til eina rennibreyt, so verður farið aftur um áskoðaraplássini og sprongt burtur úr berginum. Tá kunnu [...] kommunan kom fram við um at byggja Tórsvøll stigvíst«. Man henda endamálsorðing veruliga skula skiljast so, at tað er sjálvt Tórshavnar býráð, sum leggur til at amputera gomlu ætlanina um fullfíggjaðan [...] bert at skula fevna um ein fótbóltsvøll aftrat í Havn? - Munnu ikki øll, sum meta týdningarmikla samfelagsøkið ítrótt úr breiðari sjónarhorni enn bert við fótbóltsbrillum, vera samd um, at raðfestingin í
kunning farin fram um hesi mál. Lærararáðið í Hoydølum hevur sostatt ikki havt nakran møguleika at siga sína hugsan um, hvussu farast skal fram. Gongdin í málinum um nýggjan studentaskúla Ynski um at fáa ein [...] hølisviðurskiftini í skúlanum ikki longur eru tíðarhóskandi. Tað er tí at fegnast um, at myndugleikarnir hava ætlanir um at byggja nýggjan studentaskúla. Ein fortreyt fyri at fáa ein væleydnaðan skúla er [...] undanfarnu samgongu, kunngjørdi, at ætlanir vóru nú frammi um at byggja ein nýggjan studentaskúla. Núverandi samgonga hevur síðan tikið avgerð um, at nýggi studentaskúlin skal byggjast við Marknagilsvegin
at tey tóku avgerðina um at giftast. Hvør, ið skal við til vígsluna í Los Angeles, er enn ógreitt, men øll tey, sum Jennifer spælir saman við í sjónvarpsrøðini Vinir, verða so við. Gwyneth í kærleiks [...] góðir vinir, og luttøkan hjá Claudiu er ein tøkk til hansara. Brad og Jennifer giftast Nú verður tað so. Komandi vikuskifti skulu tey bæði 30 ára gomlu, Brad Pitt og Jennifer Aniston, giftast. Tey hava verið [...] stendur kærleikin hjá Gwyneth Paltrow í fullum blóma, men í veruleikanum er søgan ein heilt onnur. Um jóltíðir fóru hon og Ben Affleck frá hvørjum øðrum, men tá ið Gwyneth vann ein Golden Globe, var Affleck
harvið ger hann sítt til fyri at minka um møguleikarnar hjá tí fyrra. Onkur vil kanska brúka tí umbering, at um tónleikarar ikki kunnu verða við í tveimum bólkum, so hevði tað verið trupult at fingið nóg [...] tí tað gjørdu ístaðin MC Hár, ið gjørdist nummar tvey, og so eysturoyarbólkurin Clickhaze, sum fullkomiliga tók øll á bóli, tá ið tey spældu, so at takið næstan fór av bygdarhúsinum. Clickhaze vann umfarið [...] stuttligt at kunna líta aftur um bak og síggja, at tað eru bæði royndir og óroyndir tónleikarar, ið hava spælt seg í finaluna. Taxi hevur uttan iva royndastu manningina við so kendum tónleikarum sum Kim Hansen
tann 22. fellur so avgerðin í málinum móti tí 28 ára gamla, ið er ákærdur fyri millum annað at hava sett eld á Skáan. Um maðurin verður fríkendur ella dømdur er torført at siga nakað um, men meira kann [...] Skáan í 1994. Um hesin er sekur ella ikki, verður avgjørt í Føroya Rætti mánadagin tann 22. mars. Ynskir hálvtannað ár Ákærin í Marco Polo málinum førdi undir proceduruni mánadgain fram, at ynskiligt hevði [...] verða fríkendur. Verjin helt eisini, at um maðurin nú er skuldsettur fyri at hava ávirka ein til at seta eld á Skáan í staðin fyri at boðið einum pening fyri hetta, so er ákæran broytt, og tað eigur ikki at
og førdi fram, at rentur og avdráttir eru nógv minni. Her er bert at siga, at hann man hava mistikið seg ella lisið skeivt í fíggjarlógini. Tað er beint júst nú. Verður fíggjarlógin kannað, so sæst at blokkurin [...] altso av teimum málsøkjum, vit sjálvi umsita. Roknistykkið vísir eisini, at um vit ikki politiskt velja at minka blokkin burtur nú, so er vandi fyri, at vit aftur fara at brúka blokkin til rakstur av samfelagnum [...] er í dag. Gjógvin sum skal fyllast er ikki djúpri enn so. Hesi tøl eru almenn, og ein og hvør kann í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999 vissa seg um, at tað er sum eg sigi. Hvat megna vit sjálvi at gjalda
Um dømast skal eftir tíðindaskrivinum frá sjóverjuni, so hevur tíðarskeiðið frá 12. februar til 16. marts í ár, ikki verið eitt av teimum, har teir hava havt nógv at gera, men teir hava nú ikki verið [...] manningin á verjuskipinum hevði at finnast at var ein vánaligur »loðsleydari«, so ikki kann sigast annað enn, at farið verður fram eftir reglunum. Bummin í heysin Sjóverjutyrlan flýgur eisini sjómonnum til [...] og 14 útlendsk fiskifør í føroyskum farvatni. Tann 16. marts høvdu 14 skip boðað frá at tey vóru her um leiðir og av teimum vóru níggju norsk, eitt franskt, eitt grønlendskt og trý bretsk skip. Sum vanligt
byrjanini, men so fótaði Fram sær og legði seg klárt framum. Teir fingu settbólt, og øll væntaðu, at nú var liðugt, men Mjølnir kom afturíaftur, og mundi fingið Fram aftur. Settið endaði 15-12 til Fram. Skiftust [...] kláraðu at taka. Fram vann setti 15-10. Fjórða sett mátti Mjølnir vinna, um teir skuldu gera sær nakrar vónir um sigurin. Men tað kom ikki gongd í fyrr tað næstan var ov seint. Fram var væl frammanfyri [...] Mjølnir-Fram 3-2 (12-15, 15-9, 10-15, 17-15, 15-11) Hóast alt var avgjørt longu undan dystinum í Klaksvík, so var kortini æran at spæla um, og hana ætlaðu klaksvíkingar ikki at lata frá sær uttan dyst
stríðið um lønarskipanina, men síðani var hon løgd á hyllina. ? Teir vóru ikki búnir, segði formaðurin í Starvsmannafelagnum tá, hóast fíggjarmálaráðharrin mótmælti. Síðani var farið at tosað um lønarspurningin [...] stórt sæð hevði ligið órørdur, meðan tosað var um lønarskipanina. Og tað vísti seg at verða nógv truplari enn roknað var við frá byrjan. Men tað var kanska ikki so løgið, tá tað til stykkis kom, tí tað var [...] sendingarnar, so leingi arbeiðssteðgurin varir. Hvussu leingi arbeiðssteðgurin fer at standa við, men skal metast eftir muninum millum krøvini hjá pørtunum báðum - og har er langt ímillum - ja, so kann hesin