- Eg stóð púra ráðaleys yvir fyri børnunum

- Fyri tíggju árum síðani fór eg spakuliga undir at kanna børn nærri, ið høvdu ilt við at konsentrera seg, vóru flákrandi, klombrut og óstill. So við og við tóku tey yvirvág í mínum starvi. Hesi børn hava eina trupla sansaskipan. Umhvørvið er ikki orsøkin, men tá ið hugsað verður um, hvussu gangast skal hesum børnum víðari, hevur umhvørvið alt at siga.

- Vónandi verða avleiðingarnar av bókini tær, at vit fáa fastar karmar um ábyrgdina fyri hesum børnum, sigur Tóra Tóroddsdóttir, fysioterapeutur og rithøvundur, ið hevur skrivað yrkisbókina "Rura - rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum".

Hon sendi eitt handrit inn til Føroya Skúlabókagrunn og í næstum kemur tað út í bók, ið eitur "Rura - rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum". Tóra Tóroddsdóttir, ið er útbúgvin fysioterapeutur, hevur út frá drúgvum royndum í føroyska skúlaverkinum skrivað eina yrkisbók, tann fyrsta av sínum slagi á føroyskum, um sansamenning, rørslubúning og sansaskipan.

- Eg havi alt mítt vaksna lív fingist við at venja børn. Í byrjanini fyri tað mesta spastisk lamin børn, men síðani 1986 havi eg arbeitt við heildarbúning hjá børnum í føroyska skúlaverkinum.

- Sum frá leið gjørdist listin longri og longri við teimum børnum, sum ikki beinleiðis høvdu eitt serstakt brek og onga avmarkaða sjúkuavgerð. Hetta vóru børn, sum høvdu ein truplan gerandisdag. Tey eru flákrandi og ókonsentrerað, hava linan kropp, møðast skjótt og støðast illa. Summi teirra eru óstortlig og klombrut.

- Fyrstu tíðina stóð eg rættiliga ráðaleys yvir fyri hesum børnunum, eins og mong onnur í øðrum yrkisbólkum. Eg fór tí spakuliga undir at kanna tey nærri. So við og við tóku tey heilt yvirvág í mínum starvi. Eg fór á eitt skeið, ið eitur sansaskipan. Og út frá tí fór eg undir at kanna, júst hetta, greiðir Tóra Tóroddsdóttir frá.


Hvat er sansaskipan

Hugtakið sansaskipan, - á útlendskum eitur tað sansaintegrasjón -, merkir sansar og skipan mótvegis ruðuleika. Flest fólk kunnu brúka sansirnar allar í eini heild. Fólk við eini góðari sansaskipan kunnu sameina boð ymsa staðni frá í senn til eina heild, ið gevur týdning. Tey eru varug við øll tey boð, sum berast, men klára at tálma tey flestu niður. Samstundis kunnu tey fáa boð, ið hava týdning fyri løtuna, sterk ígjøgnum og halda seg til tey. Ein vánalig sansaskipan er tað øvugta.

- Nógvar orsakir kunnu vera til, at sansaskipanin ikki er í lagi. Eisini orsakir, ið einki hava við mítt yrkisøki at gera, t.d. sálarligar orsakir. Í bókini og í viðgerðini av børnunum havi eg tó roynt at festa meg einans við ta kropsligu menningina. Hetta kalli eg fyri reina sansaskipan, tvs. børn, hvørs kropsliga menning ikki er komin uppá pláss, og hava tað sum høvuðsorsøk fyri sínum trupulleikum.

- Tað kann verða strævið í fyrstu syftu at skilja sálarligar og kropsligar orsakir at, men tá ið ein hevur havt við nógv børn at gera, ber hetta til. Børn, sum hava aðrar trupulleikar, eitt nú sálarligar ella eru sálarliga strongd, hava eisini hesi kropsligu eyðkennini um tey hava havt tað trupult ígjøgnum alt lívið. Tá rínur viðgerðin, sum eg havi veitt teimum, ikki nóg væl við, meðan hon rínur væl við tey børn, sum hava havt reina sansakipan sum grundarlag undir sínum trupulleikum.

Tað er ein long og torfør prosess at hjálpa hesum børnum, og tí verður ein stórur partur í bókini hjá Tóru Tóroddsdóttir brúktur til at útgreina teir trupulleikar, ið sansaskipanarbørn hava at stríðast við.

- Høvuðsgrundarlagið undir veruligum sansaskipanartrupulleikum er, at barninum tørvar nógv fleiri boð frá húðsansi, og tyngdarsansi, tá ið tey eru heilt lítil, fyrst og fremst í fostur- og vøggutilveruni. Í fosturtilveruni eru vit bundin at rørslunum hjá mammuni, og har uppliva vit støðugt okkum sjálvi á ferð og flogi samstundis sum fosturvatnið mýkir okkum. Tí føðast vit rættiliga búgvin viðvíkjandi húð- og tyngdarsansi, tað sum á yrkismáli eisini verður rópt vestibulersansur. Tyngdarsansur er ein ótilvitaður sansur, sum ger at vit sansa okkara egnu tyngd støðugt ella á ferð.

- Barnakonur, sum av eini ella aðrari orsøk ikki kunnu røra

seg so nógv, kunnu vera í vanda fyri at føða børn, ið eru afturúrsigld viðvíkjandi sansaskipan, og heilt nógv børn, ið eg havi havt við at gera, hava havt eina mammu, sum hevur ligið meðan hon hevur verið við barn.


Vegleiðing og amboð

"Rura - rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum" er skrivað út frá royndum, ið Tóra Tóroddsdóttir hevur gjørt av 250 børnum í føroyska skúlaverkinum í aldrinum seks mánaðir til 18 ár. Meginparturin er tó skúlabørn.

- Heilsusystrarnar í Føroyum hava eitt vakið eyga og gera nógv fyri at fyribyrgja, at trupulleikar kunnu standast. Síggjast tekin tíðliga um sansaskipanartrupulleikar er mangan nóg mikið hjá foreldrunum at mýkja og rura barnið eina tíð. Dagstovnarnir og skúlarnir gerast alla tíðina betur førir fyri at síggja tekin sum hesi. Nógv børn verða uppdagað, tá ið tey koma á stovn, men tað eru altíð nøkur børn, sum ikki verða uppdagað og sum koma í skúla við sansaskipanartrupulleikum. Nógv verða ongantíð viðgjørd, tí kapasitetur er ikki til tað, sigur Tóra Tóroddsdóttir.

Endamálið við bókini er geva pedagogiskum starvsfólki, og fólki í heilsu- og skúlaverkinum vegleiðing um hesi viðurskifti og amboð til at hjálpa, umframt, at bókin er ætlað sum hjálp hjá foreldrum at teimum sokallaðu sansaskipanarbørnunum.

Um ymsu starvsbólkarnir sakna vitan um hesi viðurskifti,

sigur Tóra Tóroddsdóttir.

- Hetta er eitt serøki og tí verða tað ongantíð nógv fólk, sum dugahetta væl. Nógv fólk hava eina hóming av hesum viðurskiftum, men tey eru fá, sum hava stóra vitan. Tess breiðari kunnleikin er, tess betri er møguleikin fyri, at børn verða uppdagað tíðliga og tískil kunnu fáa hjálp. Og tað er ætlanin við bókini.

- Við bókini vóni eg eisini at fáa fatur á breiddini, tað vil siga, á teimum børnum, sum ivamál er um. Akkurát teimum veit eg, at vit kunnu hjálpa væl. Støðist barnið væl í vanligum spæli, hevur spælifelagar, og er virkið og nøgt við sín gerandisdag, so er sansaskipanin í lagi.


Eingin undurviðgerð

Hjálpin, ið børn við sansaskipanartrupulleikum fáa, er eingin undurviðgerð, ei heldur skjót og stutt.

- Jú minni børnini eru, jú betur og skjótari ber til at viðgera tey. Men sum heild tekur tað millum eitt og fýra ár at viðgera og venja børnini. Venjingin gongur út uppá at geva børnum sansaupplivingar í nógvum nøgdum svarandi til tað tíðarskeið í lívinum, tá ið sansaupplivingin átti at farið fram. Hetta eru eitt nú húðupplivingar og at tað at uppliva ferð og flog. Til tað verða ymisk amboð brúkt.

- Viðgerðin er rættiliga einføld og jarðbundin. Hon fer lutvíst fram heima, lutvíst av einum terapeuti og lutvíst í einum bólki á dagstovninum ella í skúlanum. Roynt verður at fáa viðgerðina inn í tað dagliga spælið, og eydnast tað, fer barnið spakuliga sjálvt í holt við tað, ið tað skal gera, og leitar eftir teimum røttu upplivingunum.

- Sjálvt um viðgerðin er einføld, so er hon serstøk og má verða stýrd av einum serkønum fakfólki. Hon er eisini innihaldsliga treytað av hvørjum barni sær, og verður broytt so líðandi sum barnið mennist.

Hóast sjálvir trupulleikarnir botna í fátækari sansatilveru

tíðliga í lívinum og fáum rørsluroyndum, er veruligi trupulleikin ikki rørsluligur, men persónligur.

- Tað eru nógv persónlig eyðkenni, ið eru børnunum til ampa.

Barnið hevur trupult við at klára seg millum sínar javnaldrar, í spæli og í skúla. Tað hevur ringt við at konsentrera seg, tá ið nógv er á vási, og tað hevur ringt við at finna vinir. Longu sum heilt lítið vilja flest teirra ikki berast og rurast. Seinni heldur tað seg frá upplivingum, har nógvur gangur er. So eru onnur sansaskipanarbørn, sum øvugt hesum bara vilja berast og vaggast og leita støðugt eftir ógvusligum upplivingum


Eingin skal hava ringa samvitsku

Tóra Tóroddsdóttir heldur ikki, at vit kunnu tosa um, at tað er nakar liður í uppalingini hjá barninum, ið svíkur, hvørki foreldur,

stovnur, skúli ella samfelag.

- Tað er eingin, ið skal hava ringa samvitsku, uttan kanska vit fakfólk, ið eiga at geva fólki nóg stóran kunnleika til at kunna hjálpa. Men vitanin um hetta serøkið er so nýggj, at vit kunnu ikki beinleiðis lasta nøkrum nakað. Eg kann í øllum førum staðfesta, at føroyingar eru frammalagari á hesum øki enn íslendingar, tíverri. Sjálv havi eg havt skeið í Íslandi og íslendingar hava verið her og lært seg upp. Bara orðið sansaskipan er ókent av flestum fakfólkum í Íslandi.

Fysioterapeut-lesandi hava gjørt kanningar av, hvussu stórur títtleikin er av hesum trupulleikanum, og um trupulleikin hevur nakað at gera við spæliumhvørvið hjá barninum. Kanningin vísti, at tað er í hvussu er hálvt annað barn av hvørjum 20, sum hevur veruligar sansaskipanartrupulleikar. Umframt er ein marginal-bólkur á trý børn afturat.

- Kanningin vísti, at spæliumhvørvið hevur einki at siga. Tað gjørdi tað sama um barnið hevði bø, sand, brekkur, gott rásarúm og nógva leiku rundan um seg. Ella um tað livdi í trongum umstøðum við fáum møguleikum. Orsøkin til trupulleikan liggur nevniliga áðrenn barnið fer at sansa fjarumhvørvið og áðrenn barnið sjálvt fer at taka ímóti ytra umhvørvinum sum slíkum, tað vil siga í móðirlívi.


Umhvørvið alt at siga

Umhvørvið er sum nevnt ikki orsøkin til trupulleikan, men umhvørvið hevur alt at siga, tá ið vit hugsa um, hvussu gongdin verður víðari.

- Tað er bara umhvørvið, sum kann hjálpa barninum. Umhvørvið hevur ikki brotið barnið niður, men umhvørvið má byggja barnið upp. Eitt gott umhvørvi er neyðugt; tættleikin, nærleikin, tryggleikin og tann tíðin, hetta barnið krevur. Vit kunnu ikki døma umhvørvið eftir fermetrum, pengum ella tí, sum sæst uttaná. Eg havi sæð umstøður, har eg fyrst helt, at tað fór at verða trupult at gera nakað munagott, men tað vísti seg at ganga so væl, tí neistin, ið skuldi til, var har.

Kanningarnar, ið Tóra Tóroddsdóttir hevur gjørt av føroyskum børnum eru farnar fram heima og á stovninum ella á skúlanum, har børnini ganga.

- Samrøðan við foreldrini er sera týdningarmikil, tí tá fái eg søguna hjá barninum at vita. Børnini eru sera ymisk, men eitt, ið eyðkennir tey øll er, at tey eru so sárbar. Uttan mun til, um talan er um tað ógvusliga barnið, tað ovurvirkna barnið, ið alla tíðina hevur

albogarnar úti og ger nógv um seg, ella um tað er tað viðkvæma og stillføra barnið. Tað skal einki til, at tey falla í fátt og ørkymlast. Er mótburður føla tey, at tey rapla.

- Summi teirra hava tørv á sálarfrøðingi, men tað er ein

avgjørdur og stórur munur á hesum børnunum og teimum, ið hava sálarliga sjúku. Tey børnini nemur bókin eisini við, og tey hava akkurát teir somu kropsligu trupulleikarnar, men tann veruligi trupulleikin er størri og álvarsamari. Tann óvandi terapeuturin sær ikki beinanvegin munin. Tað gjørdi eg heldur ikki, men eg havi lært hann at kenna tann tunga vegin.


Eingin sleppast uppá fjall

Hagtalsfrøðiliga roknar Tóra Tóroddsdóttir við, at um 500 børn í føroyska fólkaskúlanum frá yngstu til elstu flokkar hava sansaskipanartrupulleikar. Men bert ein partur sæst aftur í viðgerðarskipanini.

- Minni enn helvtin fær hjálp í dag og henda hjálp er ov lítil til hvønn einstakan. Eg havi ein varuga av, at talið á teimum børnum, ið ongantíð fáa ta hjálp, teimum tørvar, minkar vegna fyribyrgjandi arbeiði, serliga frá heilsusystrunum..

- Tey, ið verða uppdagað lutfalsliga seint, kanska tá ið tey eru byrjað í skúlanum, eiga ikki at verða slept uppá fjall, tí eisini teimum ber til at hjálpa, og eg havi havt unglingar undir hond, sum veruliga hava tikið seg fram.

Eigur føroyska samfelagið orku og førleika til at taka ímóti

og hjálpa hesum børnum?

- Nei, tað eiga vit ikki sum er. Hetta er eitt serøki og uttan mun til, hvørja grundútbúgving tú hevur, kanst tú ikki bjóða teg fram at viðgera børnini. Tað krevst nærri vitan og kunnleiki. Bara í Havn eru tvey serfysioterapeutstørv neyðug hesum viðvíkjandi. Veruleikin er, at í løtuni er ein hálvur terapeutur settur til alt landið. Og hetta hálva fólkið hevði havt nóg mikið at gera í Suðuroy.

- Nógv mungott verður tó gjørt í tí smáa á dagstovnunum og í skúlunum. Nógvir skúlar hava smærri sansaskipanarbólkar, har børn verða vand. Hetta er lutvís ein skúlatrupulleiki, tí hesi børnini fáa aloftast eisini trupulleikar við innlæringini. Sjálv havi eg bara møtt vælvild og positivum hugburði innan skúlans gátt. Eisini á skúlum, har hølisviðurskiftini ikki eru góð, hevur tað borið til at givið børnum viðgerð.

- Tað, sum haltar, er ráðgevingin, at fáa nóg nógva ráðgeving

og at hon kemur beinanvegin, sigur Tóra Tóroddsdóttir at enda.


-

Beint eftir páskir kemur bókin eftir Tóru Tóroddsdóttir "Rura - rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum" út. Føroya Skúlabókagrunnur gevur hana út. Í bókini, sum er 170 síður, eru tekningar og myndir hjá Olivuri við Neyst og Olav Schneider. Bókin kemur eisini út í Íslandi á íslendskum.