Um dømast skal eftir tíðindaskrivinum frá sjóverjuni, so hevur tíðarskeiðið frá 12. februar til 16. marts í ár, ikki verið eitt av teimum, har teir hava havt nógv at gera, men teir hava nú ikki verið arbeiðsleysir fyri tað.
Sjóvarjan sigur, at tað, í tíðarskeiðnum hava verið millum 4 og 14 útlendsk fiskifør í føroyskum farvatni. Tann 16. marts høvdu 14 skip boðað frá at tey vóru her um leiðir og av teimum vóru níggju norsk, eitt franskt, eitt grønlendskt og trý bretsk skip.
Sum vanligt hevur kanningarflogfarið hjá sjóverjuni havt eftirlit við skipunum, og sjóverjan staðfestur í tíðindaskrivinum, at manningin á flogfarinum einki óregluligt hevur borið eyga við.
Í tíðarskeiðnum hevur verjuskipiuð Triton gjørt kanningar umborð á fýra skipum.
Einasta óregluliga, sum manningin á verjuskipinum hevði at finnast at var ein vánaligur »loðsleydari«, so ikki kann sigast annað enn, at farið verður fram eftir reglunum.
Bummin í heysin
Sjóverjutyrlan flýgur eisini sjómonnum til hjálpar, sum eru komnir illa fyri.
Tann 10. marts fekk sjóverjan boð um, at ein maður umborð á Pelagos hevði fingið ein bumm í heysin, men av tí at óhappi var hent tveir dagar frammanundan helt læknin tað ikki verða neyðugt at flúgva mannin heim. Hann varð tí verandi umborð.
Minu í troli
Seinni sama dag komu boð um, at Búgvin hevði fingið eina minu í trolið.
Minan stavaði frá 2. veraldarbardaga og var av slagnum MK20. Tjaldrið sigldi, saman við minuliðnum, til lands við minuni, sum varð sprongd á Glyvursnesi.









