Tann søguligi møguleikin

- ein rætting til Jóannes Eidesgaard

Á fundi í Føroyahúsinum í Keypmannahavn 1. mars, vísti eg á, at vit sum avleiðing av kreppuni eru komin í ta støðu, at vit nærum fíggja vanliga raksturin hja tí almenna sjálvi, meðan blokkurin í høvuðsheitum fer til at gjalda avdráttir og rentur.

Jóannes Eidesgaard segði á sama fundi, at hetta ikki var beint og førdi fram, at rentur og avdráttir eru nógv minni. Her er bert at siga, at hann man hava mistikið seg ella lisið skeivt í fíggjarlógini. Tað er beint júst nú. Verður fíggjarlógin kannað, so sæst at blokkurin í 1998 og 1999 fór og fer til rentur og avdráttir. Ár 2000 og 2001 leypir av í blokkinum, í 2002 fer størsti parturin aftur til rentur og avdráttir. Sostatt er tað rætt, at inntøkurnar av skatti og avgjøldum í høvuðsheitum gjalda føroyska vælferðarsamfelagið, sum tað sær út í dag ? altso av teimum málsøkjum, vit sjálvi umsita.

Roknistykkið vísir eisini, at um vit ikki politiskt velja at minka blokkin burtur nú, so er vandi fyri, at vit aftur fara at brúka blokkin til rakstur av samfelagnum. Og tá gerast vit aftur heft av donskum pengum.

Roknistykkið sær soleiðis út sambært fíggjarlógaruppskotið fyri 1999.


Ikki nøkur glæstrimynd

Hetta merkir ikki, at allar súður eru syftar, og vit kunnu taka blokkin av eftir einum degi. Tað er heldur ikki ætlan landsstýrisins. Vit vita eisini, at búskapurin er á ?ónormalum? støði í løtuni, tí fiskarí, fiskaprísir og altjóða renta eru metlág. Hinvegin er her ikki roknað við skuldini hjá kommununum, sum tær eisini gjalda niður hvønn dag við rentum, og sum vísir, hvat samfelagið kann bera.

Hetta er bert fyri at vísa á, at vit hava prógvað, at vit megna nú nærum at at reka føroyska samfelagið sjálvi á tí støði, sum er í dag. Gjógvin sum skal fyllast er ikki djúpri enn so. Hesi tøl eru almenn, og ein og hvør kann í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999 vissa seg um, at tað er sum eg sigi.


Hvat megna vit sjálvi at gjalda?

Hetta er ein søguligur møguleiki, sum neyvan kemur aftur. Hetta vísir, hvat føroyska samfelagið hevur verið ført fyri at bera sjálvt, og tað er tað vit eiga at hyggja at, og ikki stara okkum blind uppá blokkin.

Annars fer búskaparnevndin, sum landsstýrið hevur sett, sjálvsagt at greina øll hesi viðurskifti út í æsir. Tá kunnu vit vónandi sleppa undan pástandum og ræðumyndum og ístaðin tosa um veruligar møguleikar og avbjóðingar fyri okkara búskap.


Høgni Hoydal, landsstýrismaður