Eitt landsins stadion ella bara ein fótbótlsvøll aftrat í Havn?

Í Dimmalætting seinasta fríggjadag stóð tíðindastubbi eftir samrøðu við Poul Michelsen um stadionætlanina í Gundadali.

Poul verður endurgivin fyri at hava greitt frá, at »tá so avgerð verður tikin um, at ráðini nú eru til eina rennibreyt, so verður farið aftur um áskoðaraplássini og sprongt burtur úr berginum. Tá kunnu áskoðaraplássini (»betongelement av sama slagi sum í Ítróttarparkini í Keypmannahavn«) verða flutt einar átta metrar eystureftir, og tá verður pláss til rennibreyt«? »Sambært teknikarunum er hetta einki problem«. - Er hetta annað enn bara skálkaskjól hjá teimum, sum nú hava hetta ítróttarliga stórmál um hendur og í veruleikanum ikki ynskja annað og meira burtur úr hesari verkætlan enn bara tað, at vit nú sum allarskjótast, og tað helst longu í summar, skulu kunna uppliva altjóða fótbóltsdystir í Gundadali? - Hvat meta teknikararnir, at tað fer at kosta at taka arbeiðið uppaftur um eini fimm ár, tá at spreingja seg longur inn í bergið, loysa og flyta øll hesi betongelementini og byggja upp áskoðararampa av nýggjum?

Í Dimmalætting stendur framhaldandi: »Nevndin (t.e. núverandi stadionnevnd) heldur fast við uppskotið, ið kommunan kom fram við um at byggja Tórsvøll stigvíst«. Man henda endamálsorðing veruliga skula skiljast so, at tað er sjálvt Tórshavnar býráð, sum leggur til at amputera gomlu ætlanina um fullfíggjaðan ítróttarvøll í høvuðsstaðnum til nú bert at skula fevna um ein fótbóltsvøll aftrat í Havn? - Munnu ikki øll, sum meta týdningarmikla samfelagsøkið ítrótt úr breiðari sjónarhorni enn bert við fótbóltsbrillum, vera samd um, at raðfestingin í einari stigvísari ætlan heldur má vera tann, at fyrst verður farið undir at spreingja tað burtur, sum spreingjast skal, og síðan so við og við at fáa bygt upp eitt landsins stadion, sum kemur øllum aktuellum ítróttaynskjum á møti, og sum lýkur øll altjóða krøv?

»Poul Michelsen greiðir frá, at núverandi Tórsvøll-projektið kostar umleið 10 mió. krónur. Harav noyðast stigtakararnir at fáa til vega helvtina sjálvir«. Hvørjir eru nú hesir stigtakarar? Er tað nú so, at tað eru HB, B36 og kanska Fótbóltssamband Føroya, sum einsamallir leggja kós í hesum máli, sum mentafólk í Tórshavnar býráð fyri meira enn hálvari øld síðan løgdu breiða ætlan um?

Tað munnu ikki vera nógv í Føroyum sum ikki við gleði og stoltleika hava fylgt menningini innan føroyskan fótbólt seinnu árini, og sum framyvir ynskja honum tær allarbestu umstøður og sømdir; men viðvíkjandi hesum Tórsvallar-máli má tað vera øllum greitt, at talan er um landsstadion nú ella ongantíð. Tað má tí ikki vera so, at einstakir áhugabólkar standa einsamallir við avgerðini og fíggjarligu ábyrgdini í hesari søk. Hetta má fyrst og fremst vera ein býar- og ein landsuppgáva, og er tað so, at tað bar eru 8 mió. krónur, sum fara at resta í til fullfíggjað ítróttastadion íroyum, so mugu útvegir kunna finnast fyri, at tað almenna tekur lógvatak saman við ítróttafelagsskapum og øllum góðum fólki til nú eftir stuttum áramáli at fáa sett gamla ítróttadreymin í verk.


Ólavur Hátún