Arbeiðssteðgur lýstur av Starvsmannafelagnum og Fíggjarmálastýrinum

Samráðingarnar millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið slitnaðu stutt eftir klokkan hálvgum níggju í kvøld, tí hvørgin partur vildi góðtaka uppskotið frá semingsmonnunum, og tí er arbeiðssteðgur lýstur at koma í gildi beinanvegin.

Drúgvar samráðingar í fleiri umførum, alt til onga verðsins nyttu. Fyrst stóð stríðið um lønarskipanina, men síðani var hon løgd á hyllina.

- Teir vóru ikki búnir, segði formaðurin í Starvsmannafelagnum tá, hóast fíggjarmálaráðharrin mótmælti.

Síðani var farið at tosað um lønarspurningin, sum stórt sæð hevði ligið órørdur, meðan tosað var um lønarskipanina. Og tað vísti seg at verða nógv truplari enn roknað var við frá byrjan.

Men tað var kanska ikki so løgið, tá tað til stykkis kom, tí tað var rættiliga langt millum partarnar má sigast. Upprunaliga kravið hjá starvsmannafelagnum var heilt uppi á góðum 60 prosentum, meðan útgangsstøðið hjá lønardeildini á Fíggjarmálastýrinum, var ein 0-loysn.

Tí undraði tað ongan, at partarnir sendu boð eftir semingsmonnunum mitt í seinastu viku. Alfred Petersen og Jógvan Amonson fyrireikaðu seg í nakrar dagar, fyri at finna fram til eitt møguligt semingsuppskot, og klokkan tvey sunnudagin seinnapartin fóru partarnir til samráðingarborðið niðri á Hotel Hafnia og har hava partarnir sitið uttan slit til týskvøldið klokkan gott hálvgum níggju, tá samráðingarnar slitnaðu.


Ov langt ímillum

Orsøkin til slitið var spurningurin um hvussu stór lønarhækkingin skuldi verða.

Við Útvarpið segði Gunnleivur Dalsgarð, at semingsuppskotið bara gav teimum góð 2,1 prosent yvir eitt ár, meðan teirra krav var, at reallønarfallið í hvussu er skuldi steðgast. Og tá reallønin er fallin við góðum 5 prosentum skuldi lønarhækkingin verða góð 6 prosent.

Við Útvarpið og Sjónvarpið segði Gunnleivur Dalsgarð:

- Prístalið er hækkað við góðum 5 prosentum og tá vit hava sagt, at vit vilja steðga reallønarfallinum, so merkir tað, at vit ikki kunnu góðtakað eitt semingsuppskot, sum er lægri enn 6 prosent.

Sjónvarpið visti at siga, at Fíggjarmálastýrið eisini hevði vrakað uppskoti av teirri orsøk, at teir mettu lønarhækkingina verða ov stóra.

Útgangsstøðið hjá Fíggjarmálastýrinum var, sum nevnt omanfyri, ein 0-loysn og tí mettu samráðingarumboðini fyri Fíggjarmálastýrið við Karsteni Hansen á odda, at semingsuppskotið upp á 2,1 prosent í lønarhækking, var ov nógv.


Óvist hvussu leingi

Sum nevnt er arbeiðssteðgur nú á starvsøkinum hjá Starvsmannafelagnum við Fíggjarmálastýrið. At tað er arbeiðssteðgur merkir, at báðir partar, og ikki bara annar, hava vrakað semingsuppskotið.

Arbeiðssteðgurin kom í gildi beinanvegin, og tað merkir, at hvørki Útvarpið ella Sjónvarpið fara at senda regluligu sendingarnar, so leingi arbeiðssteðgurin varir.

Hvussu leingi arbeiðssteðgurin fer at standa við, men skal metast eftir muninum millum krøvini hjá pørtunum báðum - og har er langt ímillum - ja, so kann hesin arbeiðssteðgurin saktans gerast drúgvur.