Málið um eldsbrunan í Marco Polo gongur móti endanum. Ein 28 ára gamal maður hevur síðan oktober í fjør verið ákærdur fyri at hava sett eld á matstovuna og harafturat fyri at hava boðið einum øðrum pening fyri at seta eld á Skáan í 1994. Um hesin er sekur ella ikki, verður avgjørt í Føroya Rætti mánadagin tann 22. mars.
Ynskir hálvtannað ár
Ákærin í Marco Polo málinum førdi undir proceduruni mánadgain fram, at ynskiligt hevði verið, um tann ákærdi varð dømdur at sita inni hálvtannað ár. Víst varð á, at hann haldgóð prógv vóru fyri, at ákærdi bæði hevði sett eld á Marco Polo og somuleiðis eisini hevði boðið einum pening - ella rættari at hava ávirka ein annan - fyri at seta eld á Skáan.
Ógreitt
Verjin hjá ákærda manninum heldur, at málið er vorðið heldur ógreitt, og vísir hann á, at frágreiðingin frá einum ávísum vitni heldur kundi beint illgrunan móti honum sjálvum. Tí heldur hann, at 28 ára gamli maðurin eigur at verða fríkendur. Verjin helt eisini, at um maðurin nú er skuldsettur fyri at hava ávirka ein til at seta eld á Skáan í staðin fyri at boðið einum pening fyri hetta, so er ákæran broytt, og tað eigur ikki at bera til.
Avgerðin tikin
Mándagin tann 22. fellur so avgerðin í málinum móti tí 28 ára gamla, ið er ákærdur fyri millum annað at hava sett eld á Skáan. Um maðurin verður fríkendur ella dømdur er torført at siga nakað um, men meira kann lesast um hetta tá málið er avgreitt.










