Prix Føroyar finalan nærkast

Minni enn fýra vikur eru eftir, til Prix Føroyar finalan verður. Hvør fer at vinna, og hvussu er við tónleikarum, ið spæla við fleiri bólkum

Átta bólkar hava spælt seg fram til finaluna í Prix Føroyar 1999, sum verður tann 10. apríl í Norðurlandahúsinum í Havn. Teir átta bólkarnir eru Kjølar, Flux, Diatribes, Visible Fish, Clickhaze, MC Hár, Taxi og Tangz.


Góð blanding

Teir átta bólkarnir umboða eitt rættuliga breitt úrval av tónleikastílum, sum spennir heilt frá bleytum poppi til harðan rokk og trash. Somuleiðis kunnu áhoyrararnir í Norðurlandahúsinum vænta at hoyra eitt nú rapp, grungetónleik og eitt sindur av funk.

Tað er stuttligt at kunna sita og taka samanum tey innleiðandi umførini og staðfesta, at tað ikki bert eru royndir og kendir tónleikabólkar, sum hava spælt seg í finaluna. Fleiri heilt ókendir bólkar eru enn við í kappingini, og summir teirra vunnu eisini sítt innleiðandi umfar.

Í tí fyrsta innleiðandi umfarinum, sum var á Tvøroyri seinast í januar, var tað ikki óvæntað kendi bólkurin Kjølar, sum fór avstað við sigrinum, meðan ein púra ókendur bólkur, ið nevnist Flux ognaði sær hitt finaluplássið.

Leygarkvøldið tann 20. februar var næsta umfarið, sum fór fram í Bygdarhúsinum á Strondum. Fleiri kendir bólkar vóru við í hesum umfarinum, og støðið var ógvuliga høgt.

Rættuliga óvæntað var tað bólkurin Diatribes við manning úr Havn og Hósvík, sum vann hetta umfarið, meðan kendi eysturoyarbólkurin Visible Fish fekk fatur á hinum finaluplássinum. Inni á Strondum noyddust so kendir bólkar sum Wild Child og Feedback at verða við undirlutan, og serliga var tað óvæntað, at Wild Child ikki spældi seg í finaluna.

Eina viku seinni var innleiðandi umfar í Vágunum. Gott 400 fólk vóru til tiltakið, og av teimum níggju luttakandi bólkunum, vóru tað ikki færri enn fýra bólkar úr Vágunum. Eingin teirra spældi seg tó í finaluna, tí tað gjørdu ístaðin MC Hár, ið gjørdist nummar tvey, og so eysturoyarbólkurin Clickhaze, sum fullkomiliga tók øll á bóli, tá ið tey spældu, so at takið næstan fór av bygdarhúsinum. Clickhaze vann umfarið í Vágunum, og tað er helst tann bólkurin, sum hevur tikið flest fólk á bóli.

Seinasta innleiðandi umfarið var í Klaksvík fyri knøppum tveimum vikum síðani. Ikki óvæntað var tað bólkurin Taxi við síni royndari manning, ið vann umfarið. Taxi hevur eina sera góða manning, og summir teirra kunnu næstan kallast yrkistónleikarar. Hitt finaluplássið úr Klaksvík vann bólkurin Tangz úr Havn.


Royndir og óroyndir tónleikarar

Tað er stuttligt at kunna líta aftur um bak og síggja, at tað eru bæði royndir og óroyndir tónleikarar, ið hava spælt seg í finaluna.

Taxi hevur uttan iva royndastu manningina við so kendum tónleikarum sum Kim Hansen, Kaj Johannesen, Jón McBirnie og Magnus Johannesen. Somuleiðis kann sigast, at Kjølar og Visible Fish eru tveir rættuliga royndir bólkar, sum eisini er galdandi fyri ein bólk sum MC Hár.

Hvussu drúgvar royndir limirnir í hinum finalubólkunum hava, er ilt at siga, tí at man hevur ov lítlan kunnleika til hesar bólkar. Í bólkunum Tangz, Clickhaze og Diatribes eru undir øllum umstøðum nakrir tónleikarar, ið hava hampuliga drúgvar royndir, men so eru aðrir limir í bólkunum, sum man aldrin hevur sæð á palli áður.

Hetta ger, at vit tilsamans hava eina góða og spennandi blanding av royndum og óroyndum, kendum og ókendum tónleikarum, ið fara á pallin í Norðurlandahúsinum til finaluna í Prix Føroyar 99 leygarkvøldið tann 10. apríl.


Við í fleiri bólkum

Eitt, sum fleiri hava verið ónøgd við, er, at tað eru fleiri tónleikarar, ið hava verið við í fleiri bólkum í kappingini. Einir fýra tónleikarar hava spælt seg í finaluna við tveimum ymiskum bólkum, og hetta kann verða eitt sindur óheppið.

Tað er greitt, at størsti parturin av luttakandi bólkunum í kappingini eru við fyri at stuðla tiltakinum, men uttan iva er tað so, at bólkarnir hóast alt trúgva upp á sín møguleika. Tí er tað rættuliga keðiligt fyri onkran ungan og eitt sindur óroyndan tónleikara, at ein annar royndari og meiri kendur tónleikari er við í tveimum bólkum, og harvið ger hann sítt til fyri at minka um møguleikarnar hjá tí fyrra.

Onkur vil kanska brúka tí umbering, at um tónleikarar ikki kunnu verða við í tveimum bólkum, so hevði tað verið trupult at fingið nóg mikið av bólkum, tí at vit hava so fáar tónleikarar, men hetta er nakað tvætl, tí vit hava eitt sera ríkt tónleikalív í Føroyum og lutfalsliga nógvar tónleikarar.

Hvussu verður í finaluni, tá ið Petur Jensen og Bogi á Lakjuni skulu verða við í bæði Visible Fish og Clickhaze, Heri Reynheim skal verða við í bæði Diatribes og MC Hár, meðan Rókur Jacobsen verður við hjá bæði Diatribes og Tangz. Hetta er ikki rætt, at so skal verða, og hvat nú um ein av hesum tónleikarunum ger av bert at verða við í øðrum av bólkinum og letur hin bólkin og tónleikararnar við sviðið soð? Hetta er ikki óhugsandi, og ikki kann sigast annað, enn at hetta er ógvuliga óheppið fyri eina annars stak væleydnaða kapping.

Nógv kjak hevur verið um hetta, og tað er at vóna, at fyrireikararnir av Prix Føroyar til næstu kappingina fara at bera so í bandi, at hetta ikki verður gjørligt.


Gott SVF

Í sambandi við innleiðandi umførini í Prix Føroyar hevur Sjónvarp Føroya havt frásøgn frá hvørjari einstakari kapping við Johan í Kollafirði sum frásøgumanni.

Lat tað vera sagt beinan vegin, at hetta hevur verið eitt gott avrik av SVF, sjálvt um onkur kanska heldur sendingarnar verða eitt sindur fjákutar. Tað er serliga at gleðast yvir, at í teimum einstøku sendingunum hevur verið rúm fyri at práta við limirnar í øllum teimum luttakandi bólkunum, og at hyggjarin hevur havt møguleika fyri at hoyra tónleik hjá øllum bólkunum. Hetta ger, at teir smærru og meiri ókendu bólkarnir eisini fáa sína løtu í brennideplinum, og hvør veit, kanska er hetta júst tað, ið skal til fyri at geva einum slíkum bólki júst tann seinasta íblásturin.

Undir øllum umstøðum skal SVF hava rós fyri sítt avrik, og serliga teir báðir myndamenninir, Hallur og Michael, sum hava ferðast kring landið til kappingarnar, skulu hava rós fyri góðar myndir.


Hvør er favorittur

Tað er ilt at spáa um úrslitið av finaluni í Prix Føroyar. Onkur vil óivað halda, at Taxi er stórfavorittar, tí teir hava royndastu manningina, og tað kann væl verða, men innleiðandi umførini hava víst, at tað ikki altíð eru teir royndastu bólkarnir, ið vinna.

Hvussu so er og ikki, so verður tað spennandi í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 10. apríl, tá ið vit fara at hoyra átta av frægastu tónleikabólkunum í landinum gera sítt til at vinna Prix Føroyar1999.