Skúladepil ella studentaskúli?

Vend tykist at vera komin í málið um at byggja nýggjan studentaskúla í høvuðsstaðarøkinum og ætlanir eru frammi um at gera ein skúladepil við Marknagilsvegin. Sambært »Kunngerð um lærararáð á studentaskúlum og HF-skeiðum« (Undirvísingar- og mentamálastýrið, 9. mai 1997) hevur lærararáðið ikki einans rætt at ummæla, men skyldu til tess, tá tað snýr seg um byggimál (§ 7, stk. 2, c). Lærararáðið við Føroya Studentaskúla og HF skeið hevur ikki havt høvi til at taka støðu til nýggju byggiætlanirnar, tí vit eru ikki kunnað um tær

Lærararáðið við Føroya Studentaskúla og HF-skeið hevur áður í einum tíðindaskrivi frá 25. nov. 1997 víst á, at hølisviðurskiftini í skúlanum ikki longur eru tíðarhóskandi. Tað er tí at fegnast um, at myndugleikarnir hava ætlanir um at byggja nýggjan studentaskúla. Ein fortreyt fyri at fáa ein væleydnaðan skúla er tó, at allir partar í málinum verða tiknir við uppá ráð. Í viðgerðini av byggimálinum og í spurninginum um nýggjan skúladepil við Marknagilsvegin eru umboð fyri lærararáðið í Hoydølum ikki tikin við. Samskiftið millum skúlamyndugleikarnar og lærararáðið hevur als ikki virkað, og í núverandi støðu er ongin kunning farin fram um hesi mál. Lærararáðið í Hoydølum hevur sostatt ikki havt nakran møguleika at siga sína hugsan um, hvussu farast skal fram.


Gongdin í málinum um nýggjan studentaskúla

Ynski um at fáa ein nýggjan studentaskúla hevur verið frammi í nógv ár. Gongd kom á málið, tá ksipað varð fyri eini arkitektakapping, sum tók støði í eini umbygging av studentaskúlanum í Hoydølum. Í hesum føri vóru lærarar og onnur starvsfólk tikin upp á ráð í sambandi við, hvussu skúlin skuldi byggjast. Fakbólkar góvu síni tilmæli um, hvussu teir høvdu hugsað sær, at skúlin nøktaði tørvin á teirra øki, og sum heild vóru allir partar nøgdir við úrslitið. Studentaskúlin skuldi framvegis vera í Hoydølum og studentaskúlin skuldi varðveita sítt sereyðkenni sum undirvísingarstovnur. Hetta uppskot varð seinni tikið av borðinum, og Eilif Samuelsen, sum var undirvísingar- og mentamálaráðharri í undanfarnu samgongu, kunngjørdi, at ætlanir vóru nú frammi um at byggja ein nýggjan studentaskúla. Núverandi samgonga hevur síðan tikið avgerð um, at nýggi studentaskúlin skal byggjast við Marknagilsvegin, og av spariorsøkum skal hesin byggjast saman við Handilsskúlanum Tekniska Skúla. Endamálið tykist vera at gera ein »skúladepil«.


Bygginevndin

Lærararáðið í Hoydølum hevur fleiri ferðir heitt á landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum Signar á Brúnni, um at fáa eitt umboð í bygginevndina, sum skal taka støðu til byggingina av einum nýggjum studentaskúla. 5/6-1998 varð skriv sent landsstýrinum um málið, men onki svar kom. 9/11-1998 varð aftur bræv sent, har heitt var á landsstýrismannin um at bera so í bandi, at lærararáðið í Hoydøm fekk eitt umboð í bygginevndina fyri nýggja skúlan.

Tann 27.11. fekk lærararáðið endiliga bræv frá undirvísingar- og mentamálastýrinum/ Petur Petersen, men onki svar: »Skriv tykkara verður við hesum aftursent tygum, vísandi til, at vanlig mannagongd er, at tílík skriv verða send um rektaran á skúlanum, sum síðan sendir málið víðari við sínum viðmerkingum«. Nú hevur Petur Petersen verið so stutt á undirvísingar- og mentamálastýrinum, at hann kanska ikki hevur lært, at rætta mannagongdin altíð er at venda sær til rætta viðkomandi. Rektarin kann ikki avgera, um lærararáðið fær lim í bygginevndina ella ei, tað kann bara landsstýrismaðurin. Hinvegin kunnu vit seta rektaran í eina óhepna og keðiliga støðu, hevur hann ikki hug at stuðla lærarunum í hesum máli. Petur Petersen finnur als ikki nakað lógargrundarlag fyri, at rektarin skal gera »viðmerkingar« til nakað, sum ikki er »hansara borð« (onki hevur við hann at gera!).

Sjálvt um tað er eyðsýnt, at Petur Petersen bara hevði hug til at vísa okkara ynski um at taka lut í fyrireikingunum til nýggjan studentaskúla aftur og eftir øllum at døma eisini eyðmýkja lærararáðið, valdu vit kortini at senda eina nýggja áheitan gjøgnum rektaran, sum royndi at stuðla okkara ynski um eitt læraraumboð í nevndina, so væl hann kundi. Henda áheitan varð send í des. 1998.


Signar á Brúnni sýtir

2. februar 1999 fekk lærararáðið í Hoydølum bræv frá undirvísingar- og mentamálastýrinum. Í brævinum varð víst til, at kravið frá lærararáðnum var ikki gingið á møti og verður sagt, at rektarin umboðaði skúlan í slíkum nevndum og at í fyrru bygginevndini (út- og umbygging av núverandi skúla) var tað bara rektarin, ið umboðaði skúlan. Víðari verður sagt, at hetta er ein fyrireikingarnevnd, ið skal samskipa útbygging av Tekniska Skúla og Føroya Handilsskúla. Henda nevnd telur 6 limir. Sagt verður, at um hvør skúli skal hava eitt læraraumboð, verður talan um eina nevnd uppá tilsamans 9 limir. Hetta verður hildið at verða ein ov stór nevnd. Undirvísingar- og mentamálastýrið heldur, at rektarin umboðar øll skúlans áhugamál soleiðis, at sjónarmið og ynski læraranna verða tikin við í arbeiðinum í nevndini við tað, at rektarin gevur regluliga kunning á fundum við lærararáðið.

Lærararáðið hevur eisini havt ynski um fund við Signar á Brúnni um málið, men hetta hevur hann sýtt okkum. Hetta tykist okkum undrunarvert, nú landstýrið arbeiðir við skipaðum starvsfólkapolitikki á øllum almennum stovnum.


Lærararáðið mótmælir

Vit mótmæla hesi mannagongd. Í kunngerðini um lærararáðið stendur: »Áðrenn avgerð verður tikin, skal lærararáðið hava ummæli í hesum málum:?§7, stk. 2 c) byggimálum«. Um vit skulu vera før fyri at »ummæla« málið, er neyðugt við einum umboði. Vit meta ikki, at rektarin sum tænastumaður kann umboða lærararáðið, - hann hevur ikki skyldu til at umboða okkara sjónarmið. Bert eitt umboð frá lærararáðnum kann tryggja lærarunum fortreytir fyri at ummæla málið. Harafturat meta vit, at hetta mál serstakliga snýr seg um at byggja nýggjan studentaskúla og ikki í líka stóran mun umbygging av Handilsskúlanum ella einum Tekniskum Skúla.

Vit mótmæa eisini, at vit onga kunning hava fingið um, at skúlarnir skulu samskipast. Hetta stendur í sama brævi undir punkt 3. Í hesum sambandi skal nevnast, at vit aðrastaðni lesa, at gerast skal ein skúladepil, har studentaskúlin skal verða partur av nýggjum miðnámsbygnaði. Vit mótmæla eisini, at vit ikki fáa kunning um hesar ætlanir beinleiðis. Skal kunning koma uttanumvegis um broytingar í bygnaðinum á studentaskúlaøkinum, er støðan og kunningarstøðið millum lærararnar á skúlanum og undirvísingar- og mentamálastýrið ikki nøktandi.


Niðurstøða

Niðurstøðan er tann, at skal eitt gott samstarv spyrjast burturúr millum lærararnar á studentaskúlanum og undirvísingar- og mentamálastýrið, er neyðugt við eini hugburðsbroyting. Grundarlagið í samskiftinum skal byggja á fólkaræðiliga mannagongd, og tá er neyðugt at taka allar partar við í viðgerðirnar. Vit kunnu sostatt bara fata tað sum húklarí og háðan, tá Signar á Brúnni og Petur Petersen skriva, at undirvísingar- og mentamálastýrið vónar, »?at lærararáðið og lærararnir vilja gera sítt til, at vit øll fáa eitt so gott úrslit burturúr hesum arbeiði, bæði til gagns fyri sjálvan skúlan og samfelagið sum heild«. Lærararáðið sleppur tíverri ikki í løtuni at gera nakað sum helst til gagns fyri nýggjan studentaskúla og harvið fyri samfelagið sum so.


Lærararáðið í Hoydølum