var somuleiðis ein framúr stuðul hjá sínum hálvsystkjum. Var tørvur á hjálp til eitt ella annað, so var Jóhannes altíð til dystin fúsur, um tað so var at vera barnagenta ella hvat hann kundi vera. So [...] Kristian. Langabbin var tann tiltikni Kristjan á Skála. Rakst hevur fólkið verið, sum tað verður væl lýst í hesi frásøgn. Hesin eginleiki er eisini farin í arv! Tað ber til at heilsa uppá Jóhannes í Bethania [...] sum doyði í 1937 av nátasjúkuni. Bert í Porkeri doyði 5 konur í besta aldri hetta heystið. Seinni giftist Hans Pauli upp aftur við Bettu f. Heinesen, og tey fingu børnini Karin, sum doyði sum smágenta, Karin
ein maður skuldu í land. Skjótt komu tveir menn rógvandi út til okkara, og hin eini ferðamaðurin sleppur sær niður í bátin. Nú kemur túrurin til mín. Eg taki stivlar og ein kepp í vinstru hond og styðji [...] Rubek á ”Tróndi” rópar til teir í bátinum, at hála meg upp í bátin í stundini, og so átti eg í land, tí hann helt meg sjálvsagt vera smekkfullan av sjógvi. Báturin róði so yvir til Langanes, ið er nakað [...] og hvarv. Veðrið var nú betri, og í øllum góðum komu vit aftur til lands. Funnu »deyðan« mann á Leirvíksfjalli Einaferð var eg farin til Leirvíkar saman við fimm øðrum monnum eftir einum nýggjum báti.
Glyvrum. - Glyvrasnikkarin giftist Onnu Christinu av Selatrað, sum varð fødd í 1858 og doyði í 1896. Tey fingu sonin Peter Jacob í umleið 1890. Hann fór til Ný Sælands, har hann giftist og fekk børn, eitt nú [...] ættini hjá sonevnda glyvrasnikkaranum (Peder Jacob Hansen) heim til Føroya á vitjan. Í hesum sambandi ynskja tey, ið hava lagt vitjanina til rættis, at lata familju fáa høvi at hitta tey bæði, Peter og konuna [...] nú Bernhard, ið er pápi Peter, sum nú kemur til Føroya. Peter kemur saman við konu síni, Tressu. Óli Simonsen sigur, at eftirkomarar hjá Hanusi bónda, sum hava hug at heilsa uppá Tressu og Peter, meðan
og ikki beinleiðis til Spanialand. Johannessen var tá sendur til Spaniu, fekk frálíka gott salg í lag og fór síðan til Italia, har var tað sama. Hann var soleiðis upphavsmaður til tann beinleiðis fi [...] ingi hiðani til Spania. Síðan arbeiddi hann fyri saltfiskasølu, opnaði vegir til nýggjar avtakarar, og tað árið, tá Keypmannahavn stóð fyri at fáa fiskin til 50 oy.kg. ráddi hann til at bíða, og úrslitið [...] undir at lesa til lækna í Keypmannahavn. Hann gevst við lestrinum og flytir til Argentina. Ein eftirkomari hevur stórt seyðahald sunnarlaga í landinum. Stutt eftir flyta hini í húsinum til sonin Petur Hans
Síðani fór Tummas til Norðragøtu at búgva, har hann kom at vera í Blásastovu, har tað nú er fornminnissavn. Blásastova er næsta grannahús til Mortanstovu, har systir Tummas, Marin, giftist inn. Har fekk [...] høvuðskeldan til hesa frásøgn: Tummas Jacobsen var føddur á Skipanesi í 1876. So ringar vóru umstøðurnar heima á Skipanesi, at tá ið hann var 10 ára gamal mátti hann fara út at arbeiða, hann fór til Lassen Weihe [...] men tað lá væl fyri at fara um fjørðin í báti. Til Suður Georgia Í 1913 tekur Tummas eitt stig, sum sjálvt í dag vildi verið hildið at vera stórt. Hann fer til Suður Georgia, sum er ein partur av Falkla
bæði til sín sjálvs og til hennara fýra smáu børn. Nakað seinni fekk Elsa spurningin, um hon umhugsaði at flyta aftur til Danmarkar, nú maðurin ikki var meiri. Elsa umhugsaði aldri at fara aftur til Danmarkar [...] hoyrdi hesin parturin av Jyllandi undir Týskland. Henrik flutti til Keypmannahavnar, har hann møtti gentuni Gretu, sum hann seinni giftist við. Tey vórðu 12 systkin, sum vuksu upp saman. Elsa er tann sjeynda [...] sum komu í samkomuna í Tórsgøtu, var Fuglfirðingurin, Brynleif Hansen, sum var komin til Keypmannahavnar at læra til fjarritara. Har møttust Elsa og Brynleif, og tey giftust í 1961. Tey fingu fýra børn:
umseta ein tekst. Eg umsetti yvirskriftina til ” Í hoyna”, men próvdómarin rættaði tað til” í hoygging”. Tað sum eg serliga minnist til var, at Frida kom til mín aftaná og segði, at tað var rætt av mær [...] hon hevði áhuga í okkum børnum, sum hon var fastir og mostir til. Vit hildu okkum øll eiga Fridu. Einaferð tá eg sum 12 ára gomul skuldi til próvtøku í enskum, kom Frida at lurta. Tað var heilt óvanligt [...] at Frida kundi gera so fínar knappar. Tað var eisni har, at eg sum 5 ára gomul smágenta sat modell til tveir málningar. Tað var ikki altíð so lætt at sita still, tí løturnar kundu verða nokk so drúgvar
eins og nógvir av okkara undangongumonnum í føroyskari háskúlamenning. Heimafturkomin til Skopunar giftist hann í 1896 Súsonnu Katrinu Winther, dóttir sýslumannin Niels Winther. Hon hevði læraraprógv [...] Longu í 1897 verður J.H. Poulsen, bert 28 ára gamal, valdur inn á ting, og var sitandi í fyrsta umfari til 1907. J.H Poulsen var allar sínar dagar ein ógvuliga frísinnaður maður, og tað var einki at ivast [...] sjálvstýrisflokkinum. Í 1907 fór J.H. Poulsen úr tinginum, men kom aftur á ting í 1917 og sat hesa ferð til 1932. Tá fór hann úr almennum politikki, men hann var allar dagar tann sami góði sjálvstýrismaðurin
var hann fastur fúsur til venjingarnar hjá teimum ungu liðunum, og hann legði sær altíð eina við at heilsa upp á venjarar og leiðarar, fritta um støðuna og útlitini og eggja teimum til. Tí var tað natúrligt [...] Búði t.d. í Runavík frá 1949 til 1952, har hann stóð fyri keibyggingini, sum var tað veruliga frambrotið hjá bygdunum har á leiðini. Frítíðin í Føroyum varð eisini brúkt til fótbólt. HB var illa fyri eftir [...] men misti tað aftur til stóra iðran hjá Jógvani og feløgum. Men hann var framvegis oddamaður og liðskipari, tá HB vann sítt fyrsta FM í 1955 og annað í 1960. Jógvan var eisini við til teir mongu steypasigrarnar
Tilfar mátti fáast til vega, men vegur var og er eingin til hesi hús. Í Niðristovu á Oyri høvdu tey hest, og pápi fór við hestinum av Oyri at hjálpa til at fáa tilfarið niðan til hesi húsini, og pápi [...] og av sjónum. Tey livdu eisini eftir árstíðunum, og føðin og torvið máttu fáast til vega, tá líkindi og umstøður vóru til tess. Eggini máttu fáast úr bjørgunum í eggjatíðini, fuglurin í fuglatíðini, torvið [...] Jóan Karl, Óla hjá Húsa Póli og Jens Vilhelm. Eitt arbeiði, ið pápi var við til undir krígnum var at gera fimleikarhøllina til táverandi skúla í Klaksvík. Hetta var stórarbeiði í Klaksvík tá, ið pápi hansara