Til minnis um verkfrøðingin og fótbóltsmannin Jógvan Johansen á Lað

Fáur hevur ímyndað Havnar Bóltfelag so sterkt og leingi, sum Jógvan á Lað. Hann byrjaði har sum hálvvaksin og var har til sín deyð nú 90 ára gamal. Hann var einasti heiðurslimur, sum nakrantíð er kosin í HB. Tað var í 1992, tá hann fylti 70.
HB og fótbóltur mólu altíð í høvdinum á Jógvani. Tí var hann at síggja í Gundadali bæði gerandis og heilagt. Hann fylgdi øllum dystum hjá besta liðnum og nógvum dystum hjá øðrum liðum við.
Á ellisárum var hann fastur fúsur til venjingarnar hjá teimum ungu liðunum, og hann legði sær altíð eina við at heilsa upp á venjarar og leiðarar, fritta um støðuna og útlitini og eggja teimum til. Tí var tað natúrligt, at pengarnir fyri kransar og blómur í hansara føri fóru til ungdómsarbeiðið í HB.
Havnarmaður á Sorø og í Keypmannahavn
Jógvan var havnarmaður, men borin í heim heima á Sandi, haðani mamman Tina var. Pápin var Diaba hjá Karl á Lað, ið doyði tíðliga í tríatiárunum. Jógvan fór ungur at spæla fótbólt í HB. Spældi sín fyrsta dyst 15 ára gamal í 1937 á 2. liði. Tað var í Klaksvík, har hann hevði ættarbond í Gerðum, og seinni kom at spæla mangan dyst móti Zakaris á Reyðhúsi og øðrum køppum.
Sama ár fór hann á Sorø at ganga á studentaskúla. Spældi nógvan fótbólt har og kom beinanvegin á skúlaliðið saman við kunningunum úr Havn Jóannesi Simonsen og Jóannesi Toftum. Teir vóru allir berandi kreftir á liðnum.
Stríðsárini búði Jógvan í Keypmannahavn. Gekk á Polyteknisk Læreanstalt, har hann tók prógv sum civilverkfrøðingur. Frítíðina brúkti hann í Ítróttafelagnum Føroyar, sum stóð seg væl í kappingini hjá Dansk Arbejder Idræt. Eftir kríggið kom Jógvan heim við donsku konu síni Irmgarð, sum hann giftist 2. jólakvøld í 1944.
Verkfrøði og fótbóltur
Eitt stutt skifti eftir heimkomuna hevði hann heitið sum landsverkfrøðingur. Á hesum stovni starvaðist hann fram í trýssini, tá hann og fleiri stovnaðu Landsbyggifelagið at ráðgeva um tey mongu vega- og havnaarbeiði, sum vóru í eygsjón. Hann kom nógv runt í landinum. Búði t.d. í Runavík frá 1949 til 1952, har hann stóð fyri keibyggingini, sum var tað veruliga frambrotið hjá bygdunum har á leiðini.
Frítíðin í Føroyum varð eisini brúkt til fótbólt. HB var illa fyri eftir kríggið. Fekk næstan ikki mannað 1. lið í 1945. Jógvan var millum teirra, sum nú løgdu rygg til at føra felagið víðari við tí gamla formanninum Jógvani Rasmussen við róðrið eina ferð enn. Havi hoyrt sagt frá, at treiskaðust ikki Jógvan og Meinhardt, farbróður, í HB tá, so er óvist, um felagnum beyð bøtur
Trupul byrjan
Jógvan á Lað kom við nógvum íblástri av Flatlondum og var sjálvur ein góður og sermerktur spælari. Í 1948 ummæltu Ítróttatíðindi hjá ÍSF hann sum spælara:
“Ov nógvir av okkara leikarum leika ov nógv fram eftir fummum og meira bróta seg fram við bóltinum enn leika. Jógvan leikar seg fram við bóltinum, glíður til viks og fram við mótstøðumanninum við smáum fintum. Hetta er vakur og klókur leikur, men ikki fæst nógv burtur úr honum, tá tú ikki hevur partamenn, sum duga og skilja hendan leik. Jógvan var tey fyrstu árini at kalla einsamallur, hinir herjarnir skiltu hann ikki, og tí kom mangan lítið av skafti”.
Tað bragdaði umsíður, og tað hjálpti væl, at dreingjadeild varð sett á stovn í 1947. HB helt seg hava vunnið FM í 1949, men misti tað aftur til stóra iðran hjá Jógvani og feløgum. Men hann var framvegis oddamaður og liðskipari, tá HB vann sítt fyrsta FM í 1955 og annað í 1960. Jógvan var eisini við til teir mongu steypasigrarnar í kappingini um Ísafjarðarbikarinn frá hálvum fimmtiárunum.
Hann var fastur maður á landsliðnum móti Hetlandi frá 1948 til 1957, og var tann fyrsti, sum fekk gullnálina hjá ÍSF fyri fimm dystir. Í 1962 vóru neyðsendarboð eftir honum sum 40 ára gamal at tørna til aftur á landsliðnum fyri ein yngri miðverja, sum fekk forfall.
Nýtt ættarlið tók nú meir og meir yvir. Ikki minni enn trý FM aftrat vórðu vunnin til HB í trý ár á rað í sekstiárunum. Samstundis fóru tær yngru deildirnar á flog til eina glæsiliga framtíð.
Formaður fleiri ferðir
Jógvan sat stundum í nevndini í HB. Kom fyrstu ferð inn har í 1948 og var formaður í 1949. Í 1954 var hann aftur í nevndini. Árini 1962-1964 var hann formaður og aftur árini 1970-1972. Bæði skeiðini vórðu FM vunnin, og seinna skeiðið bygdu teir HB-húsið við Gundadalsvegin, sum var eitt stórt framstig eftir mong ár í reyða HB-húsinum longur uppi við ánna.
Jógvan á Lað var altíð tøkur til at veita HB ein beina og átti sín lut í glæstriborgini, sum seinni varð bygd við Ovaravøll. Tann vøllin mundi Jógvan hava sín lut í at projektera eins og vestara skýlið, sum var fyrsta veruliga stadionskýli í Føroyum. Og Ovarivøllur var fyrsta víðkan av fótbóltsumstøðunum í Gundadali síðani 1911!
Jógvan var eisini virkin í samskipanini av føroyskum ítrótti. Hann var í fleiri ár í fimmtiárunum annaðhvørt næstformaður ella stjórnarlimur í Ítróttasambandi Føroya, og í 1954 var hann kappingarstjóri. Tað var eitt starv, sum altíð kravdi sín mann.
Jógvan var sera takksamur á 75 ára veitsluni hjá HB, tá eg sum ÍSF-formaður takkaði felagnum fyri tað týðandi arbeiðið, sum HBarar í størri tali enn onnur høvdu lagt í ÍSF sum nevndarlimir og hjálparfólk gjøgnum tíðirnar. Kanska var tað tí, at tøkkirnar vóru ikki so nógvar, sum nevndarlimir og sjálvboðin hjálparfólk fingu yvirhøvur.
Ein stríðsmaður
Eftir virknu fótbóltsárini var Jógvan á Lað altíð á síðulinjuni. Hann gekk upp í fótbóltin við lív og sál. Onkuntíð var hann á ferð við landsliðnum, eitt nú suðuri á Møltu, og hann stríddi seg oman í Gundadal til tað seinasta. Nú tók hann ikki altíð allan dystin. Tá hann helt seg hava fingið vissu fyri, hvønn veg tað bar, helt hann, at hann við góðari samvitsku kundi fara til hús at fáa hita aftur í kroppin.
Jógvan var ein íbirtari og ein eggjari við tí góða orðinum, hvar hann kom millum HBarar.
Men í sínari tíð kundi hann meir enn so hevja røddina og seta knyklar í brýr. Hann var kendur fyri áhaldandi at rópa sínum meðspælarum ordrar, og tað hendi seg eisini, at hann hevði hug at rætta upp á bæði dómara og mótstøðumenn. Eina ferð gyppaði hann bóltin oman í Plantasjuna og noktaði at fara eftir honum aftur. Tá fór dómarin til hús - og kom ongantíð aftur.
Jú, jú, Jógvan á Lað var eisini ein altíð stríðsfúsur HBari, sum vildi vinna.
Nú hvílir hann í friði, men søgan fer at liva um navnan og skyldmannin.
---------
Jógvan Arge