Tað var ein ógvuliga eydnusom uppliving hjá NSÍ at spæla teir tríggjar dystirnar móti EB/Streymi í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.
NSÍ vann allar tríggjar dystirnar. Í tveimum førum var talan um stórsigrar, og í triðja dystinum var talan um tveymálssigur.
Samlaða úrtøkan í hesum trimum dystunum var sostatt níggju stig til NSÍ, og einki stig til EB/Streym.
Samlaða málúrtøkan í hesum trimum dystunum gjørdist 12-1 til NSÍ.
Klæmint A. Olsen og Brandur H. Olsen skoraðu báðir hattrick móti EB/Streymi hetta kappingarárið, meðan Jasper van Der Heyden skoraði í øllum trimum dystunum móti EB/Streymi.
EB/Streymur-NSÍ 1-3 (1-2) - 29. august
0-1 Michal Przybylski (12.)
1-1 Andras Olsen (18.)
1-2 Daniel Obbekjær (29.)
1-3 Jasper van Der Heyden (90.)
NSÍ-EB/Streymur 4-0 (1-0) - 29. juni
1-0 Jasper van Der Heyden (22.)
2-0 Klæmint A. Olsen (51.)
3-0 Klæmint A. Olsen (66.)
4-0 Klæmint A. Olsen (85.)
EB/Streymur-NSÍ 0-5 (0-2) - 26. apríl
0-1 Brandur H. Olsen (14.)
0-2 Brandur H. Olsen (26.)
0-3 Hassou Diaby (54.)
0-4 Brandur H. Olsen (66.)
0-5 Jasper van Der Heyden (86.)
Kelda: FaroeSoccer










