Uttanríkisleiðarin í ES krevur russiskt endurgjald fyri Ukraina

Russland skal ikki fáa sínar frystu ognir aftur, fyrr enn endurgjald er goldið Ukraina, sigur Kallas.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, fara millum annað at umrøða, hvat skal gerast við frystu russisku grunnunum á óformliga uttanríkisráðharrafundinum í Keypmannahavn í dag. - Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix

Russland skal rinda endurgjald fyri oyðileggingina í Ukraina, áðrenn landið kann fáa peningin aftur, sum ES hevur fastfryst eftir eina friðaravtalu.

Tað sigur uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas.

- Vit kunnu als ikki ímynda okkum, at hesar ognir verða latnar Russlandi aftur, um tey ikki hava goldið endurgjald, sigur Kaja Kallas.

Fráboðanin kemur undan uttanríkisráðharrafundinum í Keypmannahavn í dag.

Her er spurningurin um, hvat skal gerast við frystu ognirnar á skránni, meðan ES-londini fyrireika 19. pakkan við revsitiltøkum móti Russlandi.

Sambært ES-nevndini eru umleið 210 milliardir evrur fastfrystar í ES sum avleiðing av, at Russland hevur gjørt seg inn á Ukraina.

Upphæddin svarar til slakar 1.500 milliardir krónur.

Ukraina heldur, at ógvusliga upphæddin longu skal fara til Ukraina eftir oyðileggingina hjá Russlandi. Hetta sjónarmið stuðla fleiri eysturevropeisk lond so sum Póllandi og baltisku londunum.

Málið er tó viðkvæmt, tí at leggja hald á peningin kann vera brot á altjóða reglur á økinum.

Og tað kundi kanska freistað nøkur lond at frysta pening frá ES afturfyri.

Tí hava Týskland og Frakland mótmælt einum so víðfevndum inntrivi.

Soleiðis er eisini í Belgia, har meginparturin av russisku grunnunum eru.

Tey ivasomu londini vísa eisini á, at ES longu hevur oyramerkt framtíðar avkast av ognunum til at rinda hjálpina aftur til Ukraina.

Hetta merkir, at veruliga upphæddin á 210 milliardir evrur ikki verður rørd, men avkastið í formi av til dømis rentu kann brúkast til at hjálpa Ukraina.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, ásannar, at spurningurin um frystu russisku ognirnar er viðkvæmur.

- Vit fara at umrøða tað í dag. Vit fegnast um tað, men tað er ikki lætt. Tað eru ymiskar støður, og vit eiga at sleppa undan eini støðu, har fólk kunnu goyma seg aftanfyri, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Hann heitir á onnur ES-lond, eins og Danmark, um at gera av nú at melda seg til amerikanska tiltakið, sum gevur evropeiskum londum møguleika at keypa amerikansk vápn og geva tey til Ukraina.

- Eg vænti ikki, at vit skjótt kunnu fáa eina semju um russisku ognirnar. So tað skulu vit ikki bíða eftir. Vit mugu økja um stuðulin nú, sigur Lars Løkke Rasmussen.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, fara millum annað at umrøða, hvat skal gerast við frystu russisku grunnunum á óformliga uttanríkisráðharrafundinum í Keypmannahavn í dag. - Mynd: Emil Helms/Ritzau Scanpix