Tummas á Skipanesi: Á hvala­støð í 1913 hinumegin knøttin

Tað er kent, at hóast føroyingar eru fáir, so hava teir til allar tíðir sløðst alla staðni um heim. Longu fyri 100 árum síðan funnust føroyingar á norskari hvalastøð í South Georgia

Henda frásøgnin er um Thomas Jacobsen, Tummas í Grønuskriðu á Skipanesi, sum fór hesa longu leiðina. Sonur hansara, Valdimar, er ein fróðarmaður, sum í síni tíð hevði fleiri áhugaverdar frásagnir í FF-blaðnum. Hann er høvuðskeldan til hesa frásøgn:
Tummas Jacobsen var føddur á Skipanesi í 1876. So ringar vóru umstøðurnar heima á Skipanesi, at tá ið hann var 10 ára gamal mátti hann fara út at arbeiða, hann fór til Lassen Weihe á Selatrað. Á Selatrað varð Tummas eisini konfirmeraður. Tá ið hann er í kirkjuni, er hann í klæð­unum hjá Andreas Weihe, sum var nógv eldri enn Tummas, so klæðini munnu helst hava verið nak­að stór uppi á honum.
Síðani fór Tummas til Norðra­gøtu at búgva, har hann kom at vera í Blásastovu, har tað nú er forn­­minnis­savn. Blásastova er næsta grannahús til Mortanstovu, har systir Tummas, Marin, giftist inn. Har fekk hann tað gott. Hann kom hann eisini seinni at búgva í Gøtu, og hann gjørdist eisini limur í kommunustýrinum.
Tá ið Jóan David, beiggi Tummas, bygdi úti á Fløtum í Norðragøtu, stóð Tummas fyri byggingini. Hann hevði nevniliga lært at smíða í Mikladali, har hann fann ta fyrru konuna. Jóan David hevði keypt so nógv tilfar, at nógv var til avlops, tá ið hann var liðugur. Tummas bygdi tískil upp í húsini hjá Jóan David av avlopstilfarinum. Fyri at fáa timbrið at strekkja betur kloyvdi hann plankarnar, og hetta riggaði væl.
Í 1909 flytir Tummas yvir aftur á Skipanes, og hann fer at arbeiða í smiðjuni á bedingini á Skála. Tá var eingin vegur, men tað lá væl fyri at fara um fjørðin í báti.

Til Suður Georgia
Í 1913 tekur Tummas eitt stig, sum sjálvt í dag vildi verið hildið at vera stórt. Hann fer til Suður Georgia, sum er ein partur av Falk­lands­oyggj­unum, sum liggja út fyri Argen­tina. Har arbeiddi hann á eini hvala­støð. Tá ið bretski flotin í 1982 fór til Falklandsoyggjarnar at taka tær aftur frá Argentina, sum hevði hersett tær, var South Georgia fyrsta landi teir tóku aftur. Hetta er nærum so langt burtur úr Føroyum, sum tað kann vera.
Tað var jú soleiðis, at norðmenn høvdu stórt hvalaveiðuvirksemi í Suður­íshavinum. Hetta var jú langt heimanífrá, so teir bygdu hvala­støðir har á leiðini. Í 1904 bygdi skiparin Carl Anthon Larsen eina hvalastøð í Grytviken í South Georgia, og navnið sigur eisini, hvussu har sá út. Víkin var formað sum ein grýta. Øll útgerðin til støðina varð sigld allan tann langa teinin úr Sandefjord, sum var hvala­høvuðsstaðurin í Noregi tá.
South Georgia er 4.000 ferkilo­metrar til støddar. Her býr einki fólk fast nú. Hóast ein partur av Falklandsoyggjunum, liggur South Georgia 1.300 km úr Falk­lands­oyggjunum sum vit kenna tær. Meira enn helvtin av South Georgia er fjald av kava. Tað sigst, at tað vóru aðrir føroyingar, sum fóru hagar at arbeiða. Um nakar veit um nakran av teimum at siga, høvdu vit fegin viljað frætt.
Tummas fekk arbeiði her gjøg­num Salvesen í Leith. Skipið, hann fór við, kallaðist "Kurunda", og tað tók ein mánað at sigla til Suður Georgia. Teir fóru eisini inn í Afrika eftir monnum, sum skuldu arbeiða á hvalastøðini.
Hesir seks menninir, sum komu umborð í Afrika, vóru mettir at vera hálvavegna villir, so kokkurin gav teimum bara onkran mat upp í eina spann, og úr henni ótu teir við hondunum.
Men so ein dagin gav kokkurin einum av teimum skaffigreiður, knív, gaffil og skeið. Nakað aftan á hoyrdist sovorðið løgið klirr, tá ið hesin sami maðurin gekk. Tá sá kokkurin, at maðurin hevði brotið skaffigreiðirnar sundur og hongt tær niðanfyri knæ til pynt.
Sum tíðin leið, blivu hesir menn­inir av allar raskastu arbeiðs­monn­um, og Tummas gjørdist vinur við fleiri av teimum.
Ein teirra kallaðist Pietro og ein Tiofildavas. Pietro var serliga sterkur. Tá ið teir fara norður aftur til Afrika aftaná tíðina á South Georgia, vórðu hesir menninir settir av, har teir vóru tiknir umborð. Pietro kom tá umborð aftur við eini stórari teggju av bananum at geva teimum. Teggjan var so stór, at Tummas mátti fáa ein mann at hjálpa sær at bera hana niður í maskinrúmið. Har var so mikið heitt, at bananirnar kundu búnast har, so tær kundu etast.

Shackleton sum húsfólk
Aftur til Suður Georgia. Hiðani vóru nógvar hendingar at siga frá, og var tað serliga vetrarkvøldini heima á Skipanesi, at tey sótu og lurtaðu og lurtaði eftir søgum hagani, sum Tummas greiddi frá.
Tann mest spennandi av hesum frásagnunum var um pólfararan Ernest Shackleton, sum gjørdist heimskendur fyri sínar ferðir til Suðurpólin. Tá var hvørki útvarp ella sjónvarp, so tey høvdu góða tíð at lurta, og tað kendist næstan, sum at Ernst Shackleton gjørdist hús­fólk heima hjá teimum.
Skipið hjá Shackleton "Endu­rance" lá ein góðan mánað á King Edvard Cove, sum Gryteviken var kallað á enskum. Smiðurin á støðini og Tummas gjørdu eitt tannhjól aftur umborð á skipi hansara. Hetta tók sína tíð, so Tummas kom tí at kenna allar umborð, eisini Ernest Shackleton sjálvan.
Hetta árið var serliga ringur vetur, so Ernest Shackleton mátti liggja og bíða eftir líkindum, og teir blivu tí nakað seinkaðir á síni ætlaðu ferð til Suðurpólin. Tummas sá teir so ongantíð aftur, eftir at teir vóru farnir.
Annars var hetta ein minniligur vetur, tí hann var so serliga kaldur.
Júst hendan ferðin hjá Shackle­ton gjørdist ein tann mest kenda pólkanningarferðin í søguni. Filmur er gjørdur um ferðina, og hevur hesin eisini verið vístur í føroyska sjónvarpinum.
Aðrir vóru komnir til Suðurpólin frammanundan, men Shackleton setti í seg, at hann skuldi fara tvørt­ur um Suðurpólin frá strond til strond. "Endurance" fór úr London í august 1914. Fyrsta støðin var South Georgia, og her var tað, at leið­irnar hjá Tummas og Shackleton kross­ast.
Bert tveir dagar eftir, at "Endu­rance" var farin úr South Georgia tann 5. desember 1914, sigldi teir seg í nógvan ís, sum teir blivu fastir í. Ikki fyrr enn í oktober mánað árið eftir vóru útlit fyri at sleppa leysir av ísinum aftur. Men tá ið ísurin fór at losna aftur, gekk so hart á, at skipið skipið varð knúst av ísinum. Manningin mátti lívbjarga sær á sjálvum ísinum. Tann 24. apríl 1916 fer Shackleton - undir ringastu um­­støðum - saman við nøkrum monn­um við báti at søkja hjálp. Tað var stór neyð á monnunum, sum vóru eftir. Men tann 30. august 1916 eydn­að­ist tað at bjarga manningini, 635 dagar eftir, at teir vóru farnir úr Grytviken. Tað er ringt at ímynda sær, hvat hesir menn hava verið úti fyri.
Ernest Shackleton doyði í 1922 av einum hjartatilburði. Hetta hendi júst á South Georgia, tá ið hann var ávegis eini nýggjari Suðurpólsferð.

Einki ómøguligt fyri Gud og eina finna
Hvalastøðin í South Georgia hevði ein tangabát liggjandi, sum teir fermdu við spermalýsi. Bát­urin var tískil nýttur sum goymsla. Hetta var lýsi úr kúluni á hvalunum, og var serliga tað sera tjúktflótandi.
Ein annar tangabátur kom at taka lýsi burtur úr hesum bátinum. Av tí, at tað var so kalt og hart frost, var alt lopið saman. Tað bar tískil ikki til at pumpa lýsið upp. Tummas og ein finni, sum var kavari og sum var ómetaligur sterkur og raskur maður, fingu til arbeiðis at leggja damprør niður í tangarnar at hita lýsið upp, so tað kundi verða pump­að upp í hin tangabátin. Tumm­as spurdi finnan, hvussu tað bar til, at hann troystaði sær so væl. Tað var jú sera kalt. Finnin spurdi tá Tummas, um hann ikki kendi orðatakið: "Tað er einki ómøguligt fyri Gudi og ein­um finna".
Nú leypa vit fram til seinna heims­­bardaga, tá Føroyar vóru her­settar av bretum. Bretar fóru at vísa ljós­myndir í turkihúsinum hjá Petur Weihe í Søldarfirði. Tá var tað soleiðis, at tað vóru trúarsamfeløg, sum ikki vildu, at teirra børn fóru at hyggja at ljósmyndum. Tey spurdi Tummas, hvussu tað bar til, at hann loyvdi sínum synum at síggja film. Hann svaraði, at á hvalastøðini, har hann hevði arbeitt, var einki ann­að til skemtunar enn eitt film­vísingartól, sum stjórin á støðini átti. Hann kundi ikki nokta øðrum tann sama stuttleikan, sum hann sjálvur hevði havt!
Ljósmyndatólið á hvalastøðini var eitt, sum mátti vindast við hond. Fyristøðumaðurin var lág­vaks­in maður, og teir eyknevndu hann "skredderen", tí tað var sagt, at skradd­arar vóru smáir menn.
Eitt kvøldið hann vísti film var ein lítil maðurin í filminum. Tá rópar ein av monnunum í salinum: "Se skredderen". Tá gjørdist hann illur, sløkti apparatið og fór til hús.
Fyristøðumaðurin í South Georgia var norðmaður, sum teir flestu á støðini, tí tað vóru norð­menn sum róku støðina fyri bretar. Fyristøðumaðurin plagdi at vera í Noregi, og eitt summar kom hann eisini til Føroya at vitjaði hvala­støðirnar her. Tá kom hann við heilsan til Tummas. Hann spurdi, um teir fingu nógvan hval. Hann svaraði, at tað teir fyrr fingu av lýsi fyri árið, fingu teir nú í ein dag.

Støðin skuldi spreingjast í luftina
Arbeiðið á støðini var hart. Hesi tvey árini Tummas var har, doyðu seks mans. Tað var ikki so lætt at staðfesta deyðsorsøkina. Ein russari, sum arbeiddi har, lá ein morgun deyður millum dampketlarnar.
Tveir týskarar arbeiddu eisini á hvalastøðini. Teir vórðu tiknir, tá fyrri heimsbardagi byrjaði í 1914.
Eina ferð kom ein týskur krúss­ari og skuldi spreingja støðina í luftina. Bretar høvdu fingið at vita um hetta frammanundan, og ein japanskur og ein bretskur krússari komu fram til støðina, áðrenn týski krússarin náddi fram. Japan var tá í parti við Bretlandi, og tann japanski krússarin bjóðaði sær at hjálpa tí bretska. Tann bretski takkaði og segði, at gjørdist hann við undirlutan, so vildi hann hava hjálp. Men hann skuldi fyrst royna sjálvur. Teir løgdu seg aftanfyri eitt nes, tann bretski uttari og hin innari. Tá týski krússarin kom undan nesinum, skeyt tann bretski við øllum kanónunum. Týski krúss­arin sakk, áðrenn hann fekk loyst nakað skot av.

Vildi ikki hava landkrabbar við
Arbeiðsmenninir fingu eitt eyka bonus, sum var 1,5 oyru fyri hvørja tunnu av lýsi, og hetta gav Tummas kr. 1.600 umframt sjálva lønina.
Tummas greiddi frá, at hann spurdi ofta ein skipara á einum av hvalabátunum, um hann ikki kundi sleppa við ein túr at skjóta hval. Hesin svaraði bara aftur, at hann vildi ikki hava landkrabbar umborð á skipið hjá sær, so har var einki at gera.

Heimaftur í krígstíð
Tá ið Tummas so gjørdi av at fara heim aftur, var tað við sama damparanum "Kurunda". Teir vildu hava Tummas at vera eitt hálvt ár afturat, men hann fór kortini heim. Hevði hann bíðað, so hevði hann verið umborð á einum skipi, sum varð torpederað av týskarum. Menninir bjargaðust, men tey 6 konufólkini, sum vóru við sum kokkar, druknaðu øll.
Tá ið teir komu norður aftur til Leith, var havnin har full av týsk­um skipum, sum vóru tikin inn av bretska herflotanum av krígs­ávum.
Kríggið var tá uppá tað harðasta. Tað bar ikki til at hava eftirlit við øllum skipunum. Øll skipini høvdu dampmaskinur. Fyri at forða teimum í at rýma, varð tann týdn­ingar­mesti parturin tikin úr maskin­uni. Hetta var glíðarin, sum stýrir damp­­inum inn í maskinuna. Uttan hann slapst ongan veg.
Ein týskari hevði krógvað sær eina fíl, og hevði fílað sær ein glíðara, og var so rýmdur á náttar­tíð. Men hann slapp tó ikki langt, fyrrenn hann varð tikin inn aftur.
Tá ið Tummas kom heim, hevði hann við sær litpostkort, sum sera væl lýsa hvalaveiðuni í Suður Georgia. Nakrar av teimum eru við í hesi greinini.
Tummas var, sum tað ikki er ókent í ættini, sera fittur í hond­un­um. Hann kom seinni at hava eina smiðju í Grønuskriðu á Skipanesi, har uppgávurnar vóru ótaldar. Hetta hevur Valdimar eisini áhuga­verda frásøgn um, og fara vit at taka hetta upp aftur seinni.