Forkunnug vitjan úr Ný Sælandi

Í døgunum 15.-19. oktober kemur ein ný sælendingur av ættini hjá sonevnda glyvrasnikkaranum (Peder Jacob Hansen) heim til Føroya á vitjan.

Í hesum sambandi ynskja tey, ið hava lagt vitjanina til rættis, at lata familju fáa høvi at hitta tey bæði, Peter og konuna, Tressa, sum koma longu leiðina at vitja familju í Føroyum.

Umrøddi Peter er sonur Bernhard, sum var sonur Peter Jacob, ið aftur var sonur glyvrasnikkaran, Peder Jacob Hansen.

Óli Simonsen veit at siga, at glyvrasnikkarin varð føddur í 1850 og doyði í 1890. Hann var sonur Kristionnu og Hanus bónda í Heimistovu á Glyvrum.

- Glyvrasnikkarin giftist Onnu Christinu av Selatrað, sum varð fødd í 1858 og doyði í 1896. Tey fingu sonin Peter Jacob í umleið 1890. Hann fór til Ný Sælands, har hann giftist og fekk børn, eitt nú Bernhard, ið er pápi Peter, sum nú kemur til Føroya.

Peter kemur saman við konu síni, Tressu.

Óli Simonsen sigur, at eftirkomarar hjá Hanusi bónda, sum hava hug at heilsa uppá Tressu og Peter, meðan tey eru í Føroyum, eru vælkomin at venda sær á tlf. 254272.