Sunnudagin 14. oktober verður Jóhannes Sørensen í Porkeri, 80 ár. Jóhannes er sonur Hans Paula undir Stígnum og Kristionnu, sum var ættað úr Leirvík. Tey vóru fýra systkin Margith, Elisabeth, Dania og Jóhannes, sum var yngstur. Nú eru bert Jóhannes og Dania eftir av teimum.
Jóhannes var bert fimm ára gamal, tá ið hann misti mammuna, sum doyði í 1937 av nátasjúkuni. Bert í Porkeri doyði 5 konur í besta aldri hetta heystið. Seinni giftist Hans Pauli upp aftur við Bettu f. Heinesen, og tey fingu børnini Karin, sum doyði sum smágenta, Karin Helenu, sum doyði í 1983 og Pola. Hans Pauli var bert 59 ára gamal, tá ið hann doyði í 1962.
Tá mamma Jóhannes doyði, var tað fyrst og fremst tann elsta systirin Margith, sum tá var 12 ár, ið saman við ommuni tók húsið uppá seg. Men systrarnar hjá Jóhannes giftust sum frá leið allar norðureftir, so Johannes var tann, sum kom at vera eftir í húsinum. Systrarnar vóru eisini sera takksamar fyri tað fyrimyndarliga samanhaldið, sum var millum Bettu og Jóhannes.
Jóhannes arbeiddi í sínum ungu árum vanligt fyrifallandi arbeiði, sum fiska- og vegarbeiði. Men hann var heilsuveikur, og hetta avmarkaði hansara arbeiðsførleika.
Men tað, at Jóhannes hevur verið í húsinum, hevur so merkt, at húsfólkið hevur havt sín fasta stuðul í honum. Hetta var ikki minst galdandi, tá ið pápin doyði, og stjúkmannan gjørdist einkja. Tá tók Jóhannes sær av tí mannfólkaarbeiði, sum mátti gerast í einum húsi. Jóhannes var somuleiðis ein framúr stuðul hjá sínum hálvsystkjum. Var tørvur á hjálp til eitt ella annað, so var Jóhannes altíð til dystin fúsur, um tað so var at vera barnagenta ella hvat hann kundi vera. So tað kann sigast um Jóhannes, at hann er ein álitismaður í odd og egg. Tað kann eisini sigast, at Sólgerð og Poli hava lønt Jóhannes hetta aftur, nú hann er farin at eldast.
Jóhannes er skilamaður. Hann fylgir væl við í tí, sum hendir í samfelagnum, og hann hevur eisini sína meining um tað. Hann minnist sera væl, og hann dugir væl at greiða frá.
Jóhannes er so stak dámligur og vinsælur persónur. Hann fer stillisliga fram og ger ongan háva burtur sær. Trúfesti er eitt annað eyðkenni fyri hann. Hetta er sjálvsagt fyrst og fremst mótvegis hansara nærmastu. Men hetta er eisini í politikki. Porkeri er ein tann fremsta javnaðarbygd í landinum. Hans Pauli var javnaðarmaður av tí góða gamla slagnum, og javnaðarmaður er Jóhannes eisini. Tað er eingin, sum kann taka hann av fótum í hesum.
Miðvikan í seinasta blaði var eisini ættarsøga hjá Jóhannes. Jóan Karl á Skála var abbabeiggi hansara. Abbin, pápi mammuna, kallaðist Kristian. Langabbin var tann tiltikni Kristjan á Skála. Rakst hevur fólkið verið, sum tað verður væl lýst í hesi frásøgn. Hesin eginleiki er eisini farin í arv!
Tað ber til at heilsa uppá Jóhannes í Bethania í Porkeri leygardagin frá kl. 18.
Góði Jóhannes, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum 80 árum við tøkk fyri títt trúfesti.
----
ó.