Fríggjadagin 21. septembur eru 90 ár liðin, síðani Christian Høgnesen, Christian úti á Oyri, fyrstu ferð sá dagsins ljós í heiminum í Niðrustovu á Norðoyri. Christian er sonur Kristionnu og Jóan Karl, mamman var av Kirkju og pápin av Oyri. Christian vaks upp í stórum systkinaflokki á Oyri, har hann eisini aldist til mans.
Barna- og ungdómsár
Barnauppaling og tilveran hjá børnum tá Christian vaks upp í tjúgunum og tríatiárunum var nokk so nógv øðrvísi enn í dag. Húsarhaldini vóru sjálvbjargnari tá í tíðini enn nú, tá talan var um mat, klæði og brennievni. Tá var kúgv í hvørjum húsi, og mjólkin var álitið í húsarhaldinum. Klæðini bæði til børn og vaksin vóru eisini virkað við hús av ullini, ið seyðurin gav, og hitin í húsunum var fingin av tí torvi, ið familjan skar.
Heimið eisini arbeiðspláss og skúli
Pápi plagar at siga, at heimið hjá sær var ikki bara eitt heim, men eisini eitt arbeiðspláss og skúli. Tríatiárini, tá pápi vaks upp, vóru sera ringar tíðir og pengar vóru eingir millum fólk. Úr handlinum keypti tú bara tað allarmest neyðturviliga, ið ikki kundi fáast til vega heima við hús. Tað hevði tí sera stóran týdning at fáa sum mest burtur úr øllum tilfeingi og at fara væl um tað, tú hevði, og hetta hevur merkt pápa alla hansara tíð, hann dugir so sera væl at fáa væl burtur úr øllum.
Abbi var bóndi, og tey fingu nógv av landinum, men har vóru nógvir munnar at metta, og øll skuldu hava klæði á kroppin. Matur og klæði vóru virkað við hús og burtur úr tí, ið landið gav. Eins og onnur børn tá í tíðini vóru pápi og systkin hansara hildin til arbeiðið, tá ið tey vóru so fræg, kroppurin skuldi venjast, fínmotorikkurin mennast og sansirnir skerpast. Pápi plagar at siga frá, tá ið abbi lærdi hann og brøðurnar at ganga skorarnar. Oftast tók abbi teir við sær tveir og tveir, og fyri hvørja ferð gingu teir longri enn frammanundan. Tá abbi helt, at nóg mikið var fyri smádreingirnar, bað hann teir sita pinnastillar á rókini og bíða, til hann kom aftur eftir teimum. Nakrar hundrað metrar dygst niður fyri var bláa havið, og smádreingirnir lærdu, at hetta var ikki spæl, men lívsins djúpa álvara.
Børnini lærdu skjótt at arbeiða, tí tey sóu tilburðin, meðan arbeiðið fór fram, og foreldrini tosaðu hart um tað, ið gjørt var, so at børnini skuldu skilja, hví tey gjørdu, sum tey gjørdu.
Hetta var ein tíð, har føroyingar livdu nógv nærri náttúruni enn í dag og lívbjargaðu sær av tí, ið fekst úr bø og haga, úr bergi og av sjónum. Tey livdu eisini eftir árstíðunum, og føðin og torvið máttu fáast til vega, tá líkindi og umstøður vóru til tess. Eggini máttu fáast úr bjørgunum í eggjatíðini, fuglurin í fuglatíðini, torvið í torvtíðini, hoyggingin á sumri, flettingin á heysti og spinningin um veturin. Pápi sigur, at hetta var ein stríggin, men góð tíð. Tey vóru ikki so fremmandgjørd, tá tað snúði seg um føði og klæði, sum fólk eru í dag. Harumframt logaði so nógv uppi við arbeiðið. Tað vóru ikki blankar krónur og pengaseðlar at vinna, men tey sóu úrslitið av arbeiðnum og gleddust, tá væl hildnaðist. Og um kvøldið fóru tey móð og glað til songar, takkaðu Guði og løgdu seg í Harrans hendur.
Kríggið tók mannalív og gav pengar
Pápi var um 17 ára aldur, tá 2. heimsbardagi brast á og lærdi tá múraraarbeiði hjá pápa sínum Jóan Karl, Óla hjá Húsa Póli og Jens Vilhelm. Eitt arbeiði, ið pápi var við til undir krígnum var at gera fimleikarhøllina til táverandi skúla í Klaksvík. Hetta var stórarbeiði í Klaksvík tá, ið pápi hansara, Jóan Karl, Óli og Jens høvdu átikið sær. Tá pápi hevði lært múraraarbeiði, lærdi hann eisini húsasmíð hjá teimum trimum, pápanum, Óla og Jensi. Pápi plagar at siga, at kríggið hevði stórar broytingartíðir við sær, eisini í Føroyum. Undir krígnum vóru nógvir pengar millum fólk, og nógv kundi keypast fyri pengar. Hentleikar, ið ikki vóru vanligir fyri kríggið, men sum gjørdust populerir undir krígnum, vóru m.a. WC og baðikør.
Undir krígnum bygdu klaksvíkingar sær hús úti í Grøv, niðarlaga í Gravardali, sum skjól fyri bumbuflogførum. Tilfar mátti fáast til vega, men vegur var og er eingin til hesi hús. Í Niðristovu á Oyri høvdu tey hest, og pápi fór við hestinum av Oyri at hjálpa til at fáa tilfarið niðan til hesi húsini, og pápi minnist aftur á, at so nógvir pengar vóru tá millum fólk, at bæði hann og hesturin fingu tímaløn. Hetta var næstan óhoyrt.
Føroyingar vunnu nógvan pening undir krígnum, men rindaðu eisini dýrt við mannalívum, og nógv mistu forsyrgjara og næstrafólk, og tey vóru ikki væl fyri; tá var heldur eingin almannahjálp. Nógv kundi keypast fyri pengar, men ikki lívið.
Manndómsárini eftir kríggið
Tá kríggið var um at vera av, var pápi komin til mans, og tá tráaði honum eftir at sleppa á sjógvin. Her var hann heppin og slapp við Føroya bestu fiskiførum. Fyrsta skipið hann var við var Skálanes hjá Dáva úr Gerðum, og tá fiskaðu teir við bátum í Íslandi. Hetta var summarið 1944. Skálanes lá um heystið, og tá slapp pápi við trolaranum Dragabergi hjá Kjølbro, ið royndi við Norrakystina, í Hvíthavinum, við Bjarnoynna og í Íslandi. Við hesum fiskiførum vann pápi sær so mikið av peningi, at hann kundi hugsa um at fara upp á skúla. Ein dagin á veg úr Havn til Klaksvíkar hitti pápi Enniberg, ið var skúlastjóri í Klaksvík. Pápi hevði hoyrt, at sjómansskúli var í umbúna í Klaksvík, og hann spyr Enniberg, hvat hann veit um hetta. Enniberg vísir honum á Fischer Heinesen, ið eisini var við á túrinum, og sigur, at hatta var rætti maðurin at spyrja. Pápi tosar so við Fischer, og Fischer sigur, at hann skal skriva hann upp sum næming á Klaksvíkar Sjómansskúla. Á heysti 1947 var Klaksvíkar Sjómansskúli settur á stovn, og pápi var í fyrsta flokkinum. Veturin 1947/48 tekur hann setskiparaprógv, og veturin 1948/49 tekur hann so longdina, eisini á Klaksvíkar Sjómansskúla. Hesar próvtøkur lata upp nýggjar dyr, og eftir próvtøkurnar mynstrar pápi sum bestimaður, m.a. við Poppy, ið sigldi úr Klaksvík við útróðrarfiski á bretska marknaðin.
Settu búgv á Gerðareiði
Í 1954 giftist pápi við mammu okkara Jóhonnu Frederikku Joensen frá Gjógv, og tey búsettust í nýggju húsum sínum á Gerðareiði í Klaksvík. Tá pápi var giftur, gavst hann við skipslívinum og fekk sær útróðrarbát saman við bróðurinum Dia og sváginum Jóan Paula, fyrst Sævarenni og síðani Brattenni. Pápi róði út í nógv ár, men tíðliga í sjeytiárunum vendi hann aftur til handverkið og arbeiddi sum húsasmiður í fleiri ár.
Mamma og pápi fingu tvær døtur, Kristinbjørg og Jórun. Saman skaptu tey eitt sera gott heim fyri okkum, og eru tey okkara fyrimyndir í mongum førum í dag. Mamma andaðist í 2004, og síðani tá hevur pápi húsast einsamallur.
Lívskunstnari
Mamma segði altíð, at pápi dugdi so væl at eldast. Hann settist ikki hendur í favn, um aldurin bleiv høgur. Hann dugir at laga seg eftir aldrinum og fæst altíð við okkurt, sum honum dámar væl: heldur bátin við líka, umvælir súkkluna og fær veiðuna til høldar. Pápi hevur altíð verið sera arbeiðssamur og hevur egnt nógvar stampar á Stongunum líka til dagin í dag. Hann fylgir væl við útróðri og fiskiskapi og øllum samfelagsviðurskiftum, og hann harmast um stígin, nú er komin í útróðurin. Pápi hevur eisini fingist nógv við seyð og havt mangar góðar løtur úti á Oyri eins og í maskinbátinum á Boroyðarvík, og mangan hevur hann fylt ikki bara sína egnu frystiboks, men eisini okkara við góðum fiski.
Í Klaksvík er pápi næstan vorðin býarmynd við síni gomlu Yamaha knallert, sum hann ferðast aftur og fram við nærum hvønn dag. Við reyðari húgvu á høvdinum og fartelefon í lummanum strýkur hann gjøgnum býin, og tað er ikki so sjáldan at síggja hann í hugnaligum práti við fólk, hann møtir á vegnum.
Nýtur lívsins vesturskin
Øll, ið kenna Klaksvíkina, vita, hvussu heitt, fjálgt og vakurt vesturskinið er her. Tá tú rundar tey níti skerst ikki burtur, at lívssólin er farin at ganga vesturum, men vit mugu siga, at pápi gleðist um at kunna njóta lívsins vesturskin saman við sínum eftirkomarum, familju, vinum og kenningum.
Góði pápi ! Vit ynskja tær hjartaliga til lukku við níti ára føðingardegnum og ynskja tær eitt blítt lívskvøld. Takk fyri alt tað, sum tú ert fyri okkum og familjur okkara.
Føðingardagurin verður hildin leygarkvøldið 22. septembur í hølum Klaksvíkar Húsmøðrafelags, Bøgøtu 3 í Klaksvík kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
----
Døturnar