Niels Johannessen: Alt húskið fór av landinum

Í einum gravstaði í gamla kirkjugarði eru tveir steinar hjá tveimum smáum brøðrum. Teir eru Erling og Arne Frode Johannessen, synir Niels Johannesen

Hesir báðir eru slóð til søguna um seks beiggjar, sum fóru allir út í heim saman við foreldrunum, men bert Niels, pápi teir báðar í kirkju­garðinum, kom heim aftur.
Ein abbasonur Niels er sjónleik­arin, Eyðun Johannessen. Hann greið­ir soleiðis frá síni sjáldsomu ættar­søgu:
Langabbi, Johannes Jeremiassen, eisini nevndur Elduvíks Jóannes, var føddur í Elduvík í 1831. Langomma, Maren Margrete Nicoline Nolsøe, var fødd í Kaldbak í 1839. Tey giftust í 1865 og búsettust í Havn.
Langabbi fekk handilsloyvi í 1872 og hevði handil og reiðaravirki úti á Reyni. Eitt av hansara skipum var slupp­in "Gustav". Tey fingu seks synir:
Samuel Johannes Johannessen f. 14-07-1867
Peter Hans Johannessen f. 10-02-1869
Jacob Hendrik Groth Johannessen f. 22-07-1873
Niels Skaale Johannessen f. 20-07-1875 d. 03-08-1959
Anneus Sofus Berlin Johannessen f. 16-01-77 d. 09-02-1918

Alt húskið fór av landinum
Mitt í 1880-árunum fóru tvær slupp­ir hjá langabba á land í illveðri, og hann gavst við handlinum.
Sámal Johannes tók students­prógv og fór undir at lesa til lækna í Keyp­mannahavn. Hann gevst við lestrinum og flytir til Argentina. Ein eftirkomari hevur stórt seyðahald sunnarlaga í landinum.
Stutt eftir flyta hini í húsinum til sonin Petur Hans, sum flutti ungur til Leith í Skotlandi. 
20 ára gamli Petur Hans, sum var sonur Petur Hans, og pápabeiggi hans­ara  Anneus Sophus luttaka sum bretskir hermenn í fyrra heims­bar­­daga. Báðir falla á vígvøllum í Franka­ríki.  Anneus Sofus fall tann 9. februar 1918  og Petur Hans 28. oktober 1918, tríggjar vikur fyri stríðs­lok.
M.S. Viðstein skrivar um Groth, búsettur í Edinburgh:
"Í frítíðarstundum legði hann seg eftir at spæla fiól, lærdi hesa list so væl og virðiliga, sum lærast kann hjá einum meistara. Um hetta hansara frítíðarstarv gáaði eingin, fyrr enn hann "sum sól eftir ælið" steig fram við fiól og boga. Tað var Edinburgh Evening News, ið "fann" hann og bar boð um alt Skotland, um henda nýggja fiólsnilling, ið fyrsta dagin skuldi fáast at hava konsert í Edinburgh."
Groth varð skjótt eitt navn eisini í Onglandi, og helt hann konsertir ymsa staðni í Europa. Hann vitjaði í Argentina, har bróðurin Johannes búði, og eitt skifti skal hann hava undirvíst á musikkháskúlanum í Rio de Janeiro. Fyrst í tjúgunum vitjaði Groth heimlandið aftur.
M.S. Viðstein heldur fram:"...og so kom hann heimaftur til Føroyar fyri eisini at gleða landsmenn sínar við sínum meistarliga fiólspæli. Og í Føroyum spældi hann fyri troðka­fullum húsi bæði í Havn og á bygd. Hann var ein sannur trøllmaður til at fáa fíólina at láta. Og onkur av teimum, ið hoyrdu hann tá, hoyra hann í huganum enn, og tað so væl, at borið verður saman við aðrar fiól­snillingar sum stundum hoyrast í út­vørp­unum. So fagurliga og meistar­liga leikaði Groth á síni fiól, tá ið hann var hæddini. Lívið fer nú ikki líka væl við okkum øllum. Tað verður so mangur havdur av fótum beint sum best stendur til, Groth kom at verða fyri hesari vanlagnu. Hann slepti fiólini heilt og tók sær annað starv fyri, ið ikki legnaðist so væl fyri honum."

Bara Niels kom heim aftur
Abbi varð í Onglandi útbúgvin inn­­an handilsskap og flutti aftur til Føroyar um aldaskiftið, 25 ára gamal. Hann starvaðist fyrstu árini í Heygahandlinum í Vestmanna hjá Òlavi bónda á Heygum. Í 1903 giftist hann við Magdalenu (f. 1878), systur Ólavs.
Tey fluttu úr Vestmanna til Havn­­ar um 1905 eftir áheitan frá bóndunum, sum vóru áhugaðir fyri at savna ein kjøtmarknað í høv­uðs­staðnum. Í 1906 læt abbi upp Føroya fyrsta serhandil við kjøt­vørum, sum var í egnu húsum hans­ara í Tórsgøtu. Hann hevði fleiri mans í arbeiði.
Tey fáa átta børn. Fyrst tríggjar døtur, Ninna, Birgithe (Gigga) og Herdis, sum allar fingu sær útbúgving í Danmark og búsetast har. Teir fimm synirnir vóru Johannes (pápi mín), Álvur og Havgrímur.  Og so Arne Frode og Erling, ið báðir doyðu sum smádreingir. Annar sum pinkubarn.
Abbi bleiv 84. Tann seinasti av seks brøðrum, og tann einasti ið end­aði sínar dagar í heimlandinum.
Nøkur ár frammanundan upp­livdi abbi, at hansara lívsverk - heil­sølan - fór av knóranum. Tá eg flutti heimanífrá at søkja mær lærdóm, gav hann mær samlaðu verkini hjá Goethe.
Eina viku áðrenn hann lat eyguni aftur á síðsta sinni, lá hann og læs endurminningarnar hjá Winston Chur­chill á enskum aftaná tvær heila­bløðingar. Tað seinasta eg minn­ist hann segði var: "Man má halda tað eingilska viðlíka!" 

Eisini undangongumaður í fiskasølu
Í Tingakrossi í 1929 stendur er m.a. skrivað um Niels:
“Niels Johannessens navn og virki fyri føroyskari fiskasølu er víða kent. Allir keypmenn minnast, tá teir kjøpinhavnsku grosserarnir í 1922 tóku seg saman í ring at ráða yvir fiskahandlinum úr Føroyum, so hann framvegis kom at ganga yvir Keypmannahavn og ikki beinleiðis til Spanialand. Johannessen var tá sendur til Spaniu, fekk frálíka gott salg í lag og fór síðan til Italia, har var tað sama. Hann var soleiðis upp­havs­maður til tann beinleiðis fiska­handilin úr Føroyum, sum hevur spart okkum fyri so nógvar ónýttar út­reiðslur og givið bæði keyp­monn­um og fiskimonnum – og harvið tí før­oyska samfelagnum – so stóran vinn­ing.
Um hetta leitið vaks tollurin á fiski hiðani, men Johannessen fór alt fyri eitt í holt við konsulátið í Madrid um henda spurning, og tað helt víðari fram í tí danska uttanríkisstýrinum. Úrslitið var, at ríkisstýrið samtykti at góðgera tollin á fiskaútflutningi hiðani til Spania.
Síðan arbeiddi hann fyri salt­fiska­sølu, opnaði vegir til nýggj­ar avtakarar, og tað árið, tá Keyp­manna­havn stóð fyri at fáa fiskin til 50 oy.kg. ráddi hann til at bíða, og úrslitið var, at prísurin vaks og kom at endanum upp til 70 oyr. kg.
Í 1926 var aftur illa statt við klipp­fiskasøluni. Har var bert tann eini keyparin, og hann vildi ikki geva meira enn 53 oy. kg. Men tað eydnaðist Johannessen sum millummaður at fáa prísin upp á 65 oy kg...”

Fingu grøv saman við arbeiðskonuni
Har Erling og Arne Frode liggja er ein inngirðing, sum sær út til at vera ætlað at vera eitt familjugravstað. Men eingin annar í ættini varð jarðaður her.
Tað er bert ein annar gravsteinur á hesum leiði, og hann er hjá Elsebeth, kallað Ebba, Anthoniussen, fyrr um­røddur í hesi røð, sum var í húsi hjá Restorff alla sína tíð.
Systir hennara, Ellen Maria, var í húsi hjá Jeremias, pápa Niels, og hon doyði út hjá Nielsi í 1912. Hon er jarðað á hesum leiði, tó uttan gravstein. Ebba doyði í 1914 og er jarðað saman við systur síni. Seinni verða hesir báðir smáu synir Niels jarðaðir á leiðinum hjá báðum ar­beiðskonunum.

----

Komandi partur
Komandi partur verður um møðgurnar Onnu Olsen og Sunnevu Joensen, sum báðar fingu eina harða lagnu.