Trý dripin í russiskum álopum á Ukraina

- Bjargingararbeiðið er í gongd. Ein bensinstøð og ein onnur fyritøka hava fingið skaðar, skrivar virkandi guvernørurin í Dnipropetrovsk-regiónini í Ukraina

Enn einaferð hevur herurin hjá russiska forsetanum dripið trý fólk í Ukraina

Tað er einki, sum bendir á, at Russland vil frið - og skal tað verða friður, vil Vladimir Putin hava ein enn størri part av Ukraina, enn landið higartil hevur megnað at tikið.

 

Enn einaferð hevur herurin hjá russiska forsetanum dripið trý fólk í Ukraina, og í minsta lagi átta eru særd í álopum á ukrainska býin, Dnipro.

 

Tað upplýsir virkandi guvernørurin í Dnipropetrovsk-regiónini, Vladyslav Gaivanenko, á Telegram.

 

- Bjargingararbeiðið er í gongd. Ein bensinstøð og ein onnur fyritøka hava fingið skaðar í russiskum álopum, skrivar guvernørurin á Telegram fyrrapartin í dag.

 

 

Enn einaferð hevur herurin hjá russiska forsetanum dripið trý fólk í Ukraina