Seinasta fríggjadag skipaði Vørn fyri kunnandi fundi um komandi avgreiðslugjaldið og veiðiváttanir og um nýggj krøv, sum ES setir.
- Fundurin varð hildin á Hotel Brandan, og her vóru nógvir fiskaútflytarar og onnur áhugað, vita tey í Vørn at siga.
Vørn vísir á, at frá 1. desember í 2025, sum er í dag, verður eitt avgreiðslugjald á 250 krónur kravt fyri veiðiváttanir, og hetta skal gjaldast gjøgnum Greipan.fo
- Frá 10. januar í 2026 verða krøvini til ES-veiðiváttanir eisini broyttar, veit Vørn at siga, og stovnurin vísir til neyvari kunning á www.vorn.fo










