VERSA Challenge er ein av harðastu og mest krevjandi inniróðurskappingum í heiminum. Her verða íðkarar royndir í styrki, ferð og úthaldni gjøgnum fleiri ymiskar og tekniskt krevjandi challenge-kappingar. Endaliga úrslitið vísir, at føroyski landsliðsrógvarin er partur av heimselituni.
Dagur 1 – Heimsmet og tveir greiðir sigrar
Vónirnar vóru góðar undan degi 1 – og Vár byrjaði við fullari ferð.
Challenge 1:
Her skuldi rógvast longst upp á 60 sekund. Vár rakti dagin, sýndi sína sterku sprintstyrkji og vann kappingina sannførandi. Við 366 metrum upp á 60 sekund setti hon heimsmet, skjótasta kvinna á hesum teininum.
Challenge 2:
Næsta uppgávan var ein tekniskt øðrvísi kapping – togtogan á rógvimaskinu, har tað galt um at vera fyrstu at flyta seg 10 metrar framum kappingarneytan. Vár gjørdi bart og vann eisini hesa kappingina sannførandi.
Við tveimum sigrum legði hon seg á odda í samlaða stigatalvuni eftir dag 1.
Dagur 2 – Sterk byrjan og silvur samanlagt
Dagur 2 byrjaði eins sannførandi.
Challenge 3:
Hesin róðurin var ein taktiskur 6-minutturs róður við ymiskum ferð- og temposkiftum. Vár róði klókt, hevði gott tamarhald á skiftunum og vann sína triðju einstøku kapping – mest av øllum kvinnum í ár.
Challenge 4:
Her gekk ikki alt eftir vild, og Vár gjørdist nummar 5.
Challenge 5 – “Elimination Row” (14 min):
Seinasta kappingin var ein langur úthaldnisróður á 14 minuttir, har aftasti íðkarin hvønn 2. minutt varð tikið úr kappingini. Vár bardist væl heilt til endan og gjørdist nummar 3.
Við hesum úrslitum tryggjaði hon sær samlaða silvurið í VERSA Challenge 2025.
Róðrarsamband Føroya ynskir Vár G. Hansen hjartaliga tillukku við silvrinum og heimsmetinum í Singapore.











