so er hetta verk bygt upp eins og skiftandi veðurlagið í Føroyum«. Eftir steðgin verður sjeynda symfoni hjá Ludwig van Beethoven at hoyra. »Eitt av mínum bestu verkum«, sigur komponisturin um hetta verk [...] síni tíð. Kontroversiellur og nýskapandi fekk hann nógvan tónleik festan á blað, sum enn hevur stóran áhuga. Eftir hetta verk kemur frumframførslan av nýggju klaverkonsertini hjá Paula í Sandagerði, ella [...] Hetta verður á mangan hátt ein øðrvísi konsert: ein nýggj føroysk klaverkonsert verður at hoyra, og so verður Føroya Symfoniorkestur hesa ferð stjórnað av einum enskum dirigenti, Robert Trory, sum nýliga
flakavinnan er misrøkt og við teimum øktu krøvunum til løggilding og nútímansgering, er lítil møguleiki fyri at virkir, ið byrja av nýggjum, bera seg, og enn minni at tey geva yvirskot fyrstu árini. Um føroyingar [...] Kundi tað hugsast, at bankin ger eftir boðum frá Fíggingargrunninum um at hava eitt avmarkað tal av flakavirkjum í Føroyum. Um so er, átti fólkið at fingið greið boð og bankin átti ikki at nýtt henda [...] Fiskiskip og útróðrarbátar fáa íløgustuðul. Hetta vísir seg at vera neyðugt, um hesar vinnugreinar skulu yvirliva. Tað ber til at rokna út, hvussu stóran stuðul, tað er ráðiligt at lata til ymsu vinnugreinarnar
aðrastaðni, men tað er eisini at krevja ov nógv, tí um umstøðurnar til miðvísari venjingar høvdu verið betri, hevði úrslitið ivaleyst blivið enn betri, tí núverandi menniskjansliga tilfeingið er okay. Stuttligt [...] møta í góðari tíð, sum ikki er tiltikið ?føroyskt?. Tá konsertin er byrjað, sleppa fólk nevniliga ikki inn í konserthøllina, men mugu bíða uttan fyri í gongini, til stykkið er liðugt, til fyrimuns fyri tey [...] tónleikaverðini og varð mettur at vera nýskapandi. Enn er hann so heldur ikki heilt gloymdur. Hornemann gjørdi viðhvørt musikk til verk hjá Holger Drachmann, og er ?Gurre? tónleikur til sjónleik hjá honum. Føroysk
dystinum var at spæla defensivt. Og tá liðið hevur nógvar góðar bólthaldarar eydnaðist hesin taktikkurin partvís væl. Sjálvt um Esbjerg hevði mesta spælið og nakrar góðar møguleikar, endaði dysturin málleysur [...] hvønn annan. Århus I-Horsens I Heldur ikki í hesum dystinum eydnaðist tað Horsens-búgvum at fáa staðfest, at teir eru eitt gott lið, ið hvussu er á stigatalvuni. Hóast nógvar málmøguleikar, harav tvey skot [...] Joensen í málinum hjá Århus tók sær fleiri ferðir av naskum royndum. Hóast møðin var farin at gera um seg hetta var fimti dysturin hjá báðum liðunum hendan dagin var leikferðin høg. Eyðsæð hóvaði tað ikki
síðan 1. juni í ár. Teir fóru út 3. oktober. Tað um níggju tíðina á kvøldi, at skiparin spurdi Regin Hammer, um hann var kendur við at sigla gummibát, og um hann helt seg til at fara eitt ørindi yvir á Pelagos [...] Pelagos, kemur slekkur í endan eg haldi í.Tað kemst av, at aldan er so tung, og tí er gummibáturin ófriðarligur. Eg fekk av misgávum eina bukt um hondina. Slekkur kom í togendan - Tá gummibáturin fór upp aftur [...] lítlum gummibáti, sum lá við Pelagos úti á Ytra Banka, men bjargaði lívinum. Tað eydnaðist Regini at binda ein tjúkkan togenda um seg, so manningin kundi hála hann inn á dekkið. Seinasti hósdagur var vanligur
uppgávan gongur út uppá. Og hetta heldur fram, til ein slær ljóðið frá. Ætlanin góð Tað er spell, at tað grundleggjandi ikki er í lagi, tí tað er annars nógv gott í spælinum. Tað er eitt spæl, har tað fyri [...] øðin er gott undirhald, og gav hópin av ævitýrum og spenningi, men telduspælið fer neyvan at fanga nógv framman fyri skíggjanum. Tilvildarinnar spæl Fyritreytirnar eru annars tær bestu. Hetta er eitt flott [...] músini, men ógjørligt at koma ígjøgnum, hvussu so roynt varð. Tá tað soleiðis er tilvildin heldur enn ein sjálvur ið avgerð, um ein megnar uppgávuna ella ikki, ja, so minkar hugurin og verður meiri og meiri
hesa vinnu og fegnast hann um, at hann gjørdist annar av monnunum, sum fekk henda einastandandi tjansin. Talan er um tvey skeið aftrat hjá Transocean. Eitt er í Aberdeen og hitt er umborð á einum av boripallunum [...] heldur ikki dylur fyri, at tað er áhugin fyri og spenningurin um eina komandi føroyska oljuvinnu, ið hevur fingið hann til at seta kós móti oljuvinnuni. Ragnar er sera fegin um, at føroyska umboðið hjá Amerada [...] vara skeiðini einar tríggjar mánaðir. Síðani er tað hart arbeiði umborð á einum palli, og hetta sær Mikael Gren ikki minst fram til. Hann er 35 ára gamal. Er føddur í Svøríki men hevur búð í Føroyum seinastu
løtuni miðvíst fyri at fáa alt uppá pláss, sigur Páll Arge Talan er ikki um at broyta dagin, tá finalan skal verða, og enn sum áður er hon sett til leygarkvøldið 13. desember. Finalan verður í ítróttarhøllini [...] The Commitments í Havn. Um tvær vikur verður helst farið í Vágarnar at hava innleiðandi kappingina har, men kappingin, sum skuldi vera í Klaksvík, er nú avlýst. 6. desember er ætlanin at hava innleiðandi [...] Nú er fyrsti vinnarin í Songrødd kappingini 1997 funnin. Fyrsta umfar var á Tvøroyri leygarkvøldið, og vinnari gjørdist Michelle Carlsson úr Sumba. Tiltakið, sum var í TB-húsinum, eydnaðist stak væl, og
sum vit eiga sjálvir. Tí hann er bara á føroyska grunninum. Tað er tí óneyðugt við samráðingum við aðrar tjóðir fyri at sleppa at fiska. Hálvt ár í vinnuloysi Sum støðan er í dag, sigur Bergur Poulsen, [...] um, ídnaðartrolararnir nýta, at hetta at kalla ikki kemur fyri. Ein ídnaðartrolari hevur í samráð við Fiskirannsóknarstovuna gjørt royndir við rist. Og hetta eydnaðist so væl, at hesin háttur nú eisini [...] kann hann gagnnýtast til at gera eitt nú alifóður av. Sum er, er støðan hættislig, sigur Bergur Poulsen. Tað eru ongir møguleikar at hugsa um nakra útbygging við verandi rávørutilgongd. Men fingu vit
leypa fram av fyri tað um vit hava vunnið á VÍF. Enn eru vit bara í grundspælinum, men tað er týdningarmikið, at onkur vinnur á vestmenningum, tí so síggja hini liðini, at tað er ikki ógjørligt. ? Klára [...] ikki. H71 javnaði, og hóast VÍF aftur fór fram um 27-26, kláraði H71 enn einaferð at javna, so støðan var 27-27 tá fýra minuttir vóru eftir at spæla. Hetta útjavnandi málið kom við brotskasti, sum Hans [...] fingið bestu undirtøkuna seinnu árini. VÍF spældi væl, H71 eisini, og so stríddust liðini um hvønn tumma á vøllinum, um hvønn bólt og fyri hvørjum møguleika at fáa avgerandi munin í dystinum. Tað gekk javnt