Hava valt sær boripall sum framtíðar ar- beiðspláss

Tann 21 ára gamli Ragnar Simonsen og tann 35 ára gamli Mikael Gren úr Havn hava verið á skeiði á boriskúla í USA. Nú fara teir til Aberdeen á enn eitt skeið og so gongur leiðin út á ein av pallunum hjá Transocean. Báðir hava teir ætlanir um at fáa fótin fastan á boripalli - og gera hetta til teirra framtíðar lívsstarv.

-Vit síggja stórar møguleikar í hesi vinnuni og hava avgjørt at finna eina framtíð her siga teir báðir, Ragnar Simonsen og Mikael Gren, báðir úr Havn, sum júst eru heimafturkomnir av skeiði hjá stóra amerikanska borifelagnum Transocean.

Teir hava verið á skeiði á nýggja og einasta skúla av sínum slag í New Orleans í statinum Virginia í USA. Talan er um fyrsta part av eini røð av skeiðum, sum skulu geva einum atgongd til at arbeiða umborð á boripallum.


Trygdin alfa og omega

-Tað snýr seg aftur og aftur um trygd. Transocean leggur alla hugsandi orku í, at trygdin er ikki bert í lagi, men at hon er 100% í lagi. Her er als eingin slingur í valsinum. Øll, sum arbeiða á einum boripalli, frá vaskikonu til lækna, skulu taka tey neyðugu trygdarskeiðini sigur tann bert 21 ára gamli Ragnar Simonsen, sum er sera fegin um, at hann fekk møguleikan at fara á skeið hjá einum útlendskum borifelag.

Hann tók studentsprógv í fjør og hevur síðani tá arbeitt sum sølumaður í Skemmuni og eisini á Skipasmiðjuni. Hann ætlar sær ikki, sum so mong av hansara javnaldrum til Danmarkar at fáa sær hægri út-búgving.

-Eg haldi meg hava funnið eina rók, sum eg fari at leggja meg eftir og hon eitur frálandavinnan ella rættari arbeiði umborð á einum boripalli sigur Ragnar, sum heldur ikki dylur fyri, at tað er áhugin fyri og spenningurin um eina komandi føroyska oljuvinnu, ið hevur fingið hann til at seta kós móti oljuvinnuni.

Ragnar er sera fegin um, at føroyska umboðið hjá Amerada Hess, Johan Mortensen, hevur tikið stig til at fáa føroyingar í hesa vinnu og fegnast hann um, at hann gjørdist annar av monnunum, sum fekk henda einastandandi tjansin.

Talan er um tvey skeið aftrat hjá Transocean. Eitt er í Aberdeen og hitt er umborð á einum av boripallunum hjá felagnum. Tilsamans vara skeiðini einar tríggjar mánaðir. Síðani er tað hart arbeiði umborð á einum palli, og hetta sær Mikael Gren ikki minst fram til.

Hann er 35 ára gamal. Er føddur í Svøríki men hevur búð í Føroyum seinastu 10 árini og kennir seg sum føroying. Hann er bilmekanikkari men fór at læra til maskinmeistara, tá hann frætti um møguleikarnar í oljuvinnuni og at henda vinna nú nærkaðist Føroyum.

-Eg havi fingið mær maskinútbúgving við tí fyri eygað at fáa arbeiði umborð á einum boripalli. Havi so roynt at fáa samband við borifeløg men hetta hevur verið ómetaliga torført. Eitt nú havi eg spurt meg fyri hjá norskum feløgum, men tað vísir seg, at tey taka helst bara norðmenn. Ikki fyrr enn nú tá føroyska Amerada Hess umboðið kom inn í myndina eydnaðist tað mær at fáa ein tjans og hetta eri eg ómetaliga fegin um.

Mikael Gren heldur annars, at tað átti at verið onkur stovnur í Føroyum, sum kundi verið kontaktlið hjá føroyingum, sum vilja leita eftir arbeiði eitt nú á boripallum. Hann nevnir í hesum sambandi, at hann er eitt sindur vónsvikin av ALS, sum ikki var ført fyri at hjálpa honum.

Annars vónar hann at kunna fáa framtíðar starv á einum oljupalli. Hann er tí sera fegin um at vera sloppin á skeiðið hjá Transocean og sær fram til at koma umborð á einum av pallunum hjá felagnum, helst í Norðsjónum men fyri tað kring alla verðina, har felagið arbeiðir.

Mikael dylur ikki fyri, at hann serliga hevur leitingina við Føroyar í huganum, tá hann tosar um arbeiði á boripalli. -Tá boripallar koma á føroyskt øki verður tað sum at vera heima. Tú er 14 dagar úti og so 14 dagar heima.

Teir báðir stóðu seg annars sera væl til royndina. Teir fingu 90 stig av 100 møguligum. Báðir siga teir, at enska málið var als eingin forðing.

Teir siga annars, at tað skuldu verið góðir møguleikar hjá føroyingum at roynt seg í hesi vinnuni, nú alt bendir á, at tað verður eitt stórt boom í hesi vinnu. Bara Transocean skal seta fleiri hundrað fólk í arbeiði í næstum til at nøkta tørvin á boriarbeiði í Meksikanska Flógvanum.

Johan Mortensen, stjóri og umboðsmaður hjá Amerada Hess í Føroyum er væl nøgdur við hetta fyrsta skeiðið, sum føroyingar hava verið við til í USA.

-Eg haldi, at tað er sera umráðandi, at vit fáa útbúgvið føroyingar at arbeiða á boripallunum, ikki minst tá hugsað verður um møguleikan fyri, at fleiri av hesum pallum um ikki so nógv ár fara at vera vanlig sjón á føroyska landgrunninum.

Johan Mortensen vísir eisini til frágreiðingina hjá Oljuráðleggingarnevndini, sum júst leggur stóran dent á, at føroyingar vera við til at manna størvini í tí virksemi, sum verður í sambandi við oljuleiting á føroyskum øki.

Hann sigur annars, at spírin til at føroyingar nú eru inni í skipanini hjá Transocean varð lagdur á oljuráðstevnuni í Havn í mars í ár. Tá kom hann m.a. at tosa við ein av stjórunum í Transocean, Rickie Ricker, sum longu tá kundi síggja tað skilagóða í, at teirra felag gav føroyingum frálæru og arbeiði á oljuboripallum.

Transocean eigur 17 boripallar, harav 11 eru í Norðsjónum. Tað verður ein av pallunum hjá hesum felagnum, sum oljusamtakið við Amerada Hess, Norsk Hydro, Lasmo og Dong fer at brúka í Føroyum, um tað fer at fáa lisens her.

Tann boripallurin er Transocean Leader og er útbygdur og umbygdur fyri 300 mill. kr. fyri nettup at kunna klára uppgávur á djúpum vatni sum við Føroyar.