Konsert

Komandi sunnudag kl. 16 hevur Føroya Symfoniorkestur sína heystkonsert í Norðurlandahúsinum.


Hetta verður á mangan hátt ein øðrvísi konsert: ein nýggj føroysk klaverkonsert verður at hoyra, og so verður Føroya Symfoniorkestur hesa ferð stjórnað av einum enskum dirigenti, Robert Trory, sum nýliga er farin at gera vart við seg.

Fyri at gera konsertina uppaftur áhugaverdari, fær orkestrið dyggan stuðul frá royndum donskum orkesturleikarum.

Fyrst á skránni verður tónleikur til sjónleikin »Gurre«, sum danska tónaskaldið Christian Frederik Emil Horneman (1840-1906) í 1902 skrivaði til ein sjónleik hjá Holger Drachmann. Hesin Horneman var ein rættiliga sjónligur komponistur í danska tónleikalívinum í síni tíð. Kontroversiellur og nýskapandi fekk hann nógvan tónleik festan á blað, sum enn hevur stóran áhuga.

Eftir hetta verk kemur frumframførslan av nýggju klaverkonsertini hjá Paula í Sandagerði, ella »Showery Weather«, Reflection for Piano and Orchestra, sum hann eisini kallar verkið. Pauli sigur sjálvur: »Verkið byggir á temaið í klaverstykkinum »Ælaveður«, sum eg í síni tíð skrivaði til Stamen (94). Eg havi í verkinum roynt at finna tónarøðir og harmoniir, ið kunnu geva eina kenslu av føroyskum upprunatóna í samspæli við eitt slag av nútíðartóna. Hóast úrslitið stundum kann tykjast heldur »atonalt«, so geva afturvendandi kvintrøðir eina kenslu av friði, tá tær fáa loyvi at hvíla á teimum ávísu ljóðførunum. Eins og »Ælaveður«, so er hetta verk bygt upp eins og skiftandi veðurlagið í Føroyum«.

Eftir steðgin verður sjeynda symfoni hjá Ludwig van Beethoven at hoyra. »Eitt av mínum bestu verkum«, sigur komponisturin um hetta verk, ið fyrstu ferð varð spælt 8. desember 1813 á eini vælgerðarkonsert fyri hermonnum, ið vóru skaddir í bardaganum við Hanau í stríði móti Napoleon. Verkið bleiv rættiliga tíðliga kent og spælt víða um. Tó vóru tónleikarar, sum hildu at fyrsti og seinasti satsur helst vóru komponeraðir í fullskapi. Weber helt, tá hann fyrst hevði hoyrt verkið, at Beethoven átti at verið á sinnissjúkrahúsi; men Weber dirigeraði tó seinni verkinum á eini konsert í London.


Robert Trory

Av og á loyva vit okkum at taka dirigent uttanífrá. Hesaferð verður tað Robert Trory, ið rættiliga tíðliga fór inn á eina leið ímóti yrkisútbúgving. Byrjaði á violin fimm ára gamal, og skjótt aftan á á cello. Fekk heilt ungur stuðul til at fara á Trinity College of Music í London, og bleiv útbúgvin sum dirigentur. So skjótt hann var útbúgvin, fór hann at spæla við fremstu orkestrunum í London. Eftir eina tíð sum violinistur í Royal Opera House, Covent Garden, fór hann til Sankta Pætursborg at studera direktión hjá navnframa professaranum Ilja Musin.

Hansara tíð í Russlandi kom í hæddina, tá hann hevði sína debut-konsert framman fyri Stats Symfoniorkestrinum í Sankta Pætursborg, sum beinanvegin bjóðaði honum at stjórna orkestrinum á eini festival fyri bretskum tón-leiki. Henda konsertin eydnaðist sera væl, og skjótt var hann ein nógv umbiðin dirigentur. Aftan á okkara konsert sunnudagin ger hann ein túr gjøgnum Europa við Filharmoniska orkestrinum í Sankta Pætursborg, og hareftir bíða avtalur við Trondheim Symfoniorkestri, BRTN orkestrinum í Bruxelles og Prag Symfoniorkestri.


Stamen Stantchev

Stamen Stantchev úr Bulgaria er giftur í Føroyum og hevur virkað sum klaverlærari her í nógv ár. Hann man vera kendur av mongum sum tónleikari í mongum høpi. Tú finnur hann á rockkonsertum, sum undirhaldstónleikara á matstovum, spælandi vanlig dansikvøld, sum álítandi fylgispælara til kamarmusikk, við klaversolo á Summartónum og nú eisini sum solist í eini klaverkonsert. Føroya Symfoniorkestur hevur leingi ætlað at geva hesum fræga og fjølbroytta tónleikara eina solistuppgávu. Spennandi verður tí at hoyra hann royna seg við nýggju klaverkonsertini hjá Paula í Sandagerði.

Vónandi verður undirtøkan stór til hesa áhugaverdu konsert.